mikudagur 23. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 97 - 23. mai 2007 ]
Atburðurin
skal søma seg
Stevnan hjá FSF er púrasta greið. Brot á
stevnuna skal revsast. Og tað kann revsast
heilt har, staðfestir formaðurin í
Kappingarnevndini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Karl Vidtfeldt, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF,
sigur, at trupulleikin við rasismu avgjørt er nakað,
sum verður tikin í fullum álvara av Fótbóltssambandi
num.
Eftir tann tilburðin, sum var frammi í fjør heyst,
høvdu feløgini fund, har eisini hetta mál var á skránni.
Øll vóru á einum máli um, at støðan hjá FSF í hesum
skuldi vera púrasta greið, og ein staðfesting frá FSF
forsetanum varð eisini send út eftir fundin.
Síðani er málið tikin upp á formans og dómara
fundum, eins og tað er tikið við í stevnuna hjá FSF.
Ein stevna, sum eisini varð gjøgnumgingin, tá fundurin
“felags stev” var við feløg, venjarar og dómarar fyri
stuttum.
Hóast Karl ikki vil gera viðmerkingar til ítøkilig
mál, sum hava verið frammi, so er hann púrasta
avgjørdur um, at farast skal hart fram móti hesum fyri
brigdinum.
Sum partur av stevnuni er hetta nakað, sum øll
innan fótbóltin eiga at taka atlit til. Feløgini hava eisini
bundið seg at fylgja stevnuni, og tí eiga feløgini heilt
klárt at hava sínar egnu mannagongdir á økinum. Og
ikki bara fyri fremstu liðini.
Kunnu vit ímynda okkum eina støðu, har felag verð
ur revsað ella átalað av FSF, tí stevnan ikki verður
fylgd.
Sjálvandi ber tað til. Og vit hava havt støður, har
átalur eru givnar, sigur Karl.
Men brot á stevnuna skulu sektast. Vit hava hugt
at, hvussu grannalond okkara gera í slíkum førum, og
tað eru hesum reglum, sum vit fylgja. Hvørt mál verð
ur viðgjørt fyri seg, og tí ber als ikki til at siga, at vit
nú hava lagt eina siðvenju við einum degi í dystarbanni,
um rasistisk orð verða nýtt á ella uttan fyri vøllin. Vit
hava givið upp til fýra daga leikbann fyri brot á stevn
una, uttan at hetta tó hevur havt við rasismu at gera.
Og verður groft brot framt, kann hetta væl viðføra
eina enn harðari revsing. Og tá meini eg við atburð
sum heild. Tað verða nógvar ófínar metodur – har
ímillum rasisma nýttar á vøllinum, og tað snýur seg
um at koma hesum til lívs. sigur Karl Vidtfeldt.
Símun skoraði í tapi
Keflavík verður roknað sum eitt av liðunum, sum í hesum kappingarárinum
møguliga kann gera nakað við FH, ið er fleirfaldur íslendskur meistari í
fótbólti.
Í 2. umfari um vikuskiftinum vitjaði FH í Keflavík, og meistararnir fóru
stuttu leiðina til hús aftur við øllum stigunum. FH vann 21, eftir at
hálvleiksstøðan hevði verið málleysur javnleikur. Símun Samuelsen var á
miðvallarplássinum í vinstru hjá Keflavík, og eftir fáum sekundum varð hann
jarðlagdur í gjøgnumbrotsroynd. Tíggju minuttir eftir steðgin legði FH seg
framum, men átta minuttir seinni javnaði Keflavík. Málskjútti var Símun
Samuelsen, sum eitt sindur til vinstru í brotsteiginum fekk bóltin og sendi
hann í høgra málhorn. Tíggju minuttir undan leikloki skoraði FH sigursmálið.
Reading-spælari
til Chelsea
Steve Sidwell hevur leingi verið settur í samband
við Chelsea. Í kvøld bleiv tað so almannakunngjørt,
at Readingleikarin hevur skrivað sáttmála við
Londonfelagið. Sidwell hevur sum ungur leikt í
Arsenal, men fekk ongantíð veruliga gjøgnumbrotið.
Gjøgnumbrotið fekk hann tó í ár, tá ið hann meistar
liga hevur verið drívmegin á miðvøllinum hjá
Reading. 24 ára gamli Steve Sidwell valdi Chelsea
framum Aston Villa og Newcastle.
gerast. Og hetta skal fyrst
og fremst gerast á vølli
num.
Tað hjálpir einki, at lasta
áskoðarum
fyri
teirra
atburð. Eg eri avgjørdur
um, at tað fyrst og fremst
eru spælararnir, sum ávirka
áskoðararnar – ikki øvugt.
Eg havi so ongan tíð upp
livað, at ein dystur, sum
verður spældir í góðum
ítróttaranda,
fær
áskoð
ararnar at rópa ókvæmisorð.
Í so máta kanst tú siga, at
rópini uttan fyri vøllin end
urspegla tað, sum gongur
fyri seg inni á vøllinum.
Tí eiga vit frá øllum síð
um at senda greið signal
um, at hetta verður ikki góð
tikið. Og tá tosið eg um
venjarar, spælarar, feløg,
dómarar og FSF.
Eitt felag eigur ikki at
góðtaka, at ein av teirra
spælarum ella venjarum
sýnir slíkan atburð. Og tað
vildi verið upp á sítt pláss,
um øll feløg gjørdu innan
hýsis reglur hesum viðvíkj
andi. Til dømis við at geva
innanhýsis leikbann.
Og hóast dómararnir
siga seg vilja revsa slíkan
atburð, so havi eg ikki sæð
tað hent enn. Sjálvandi
hoyra teir ikki alt, men tað
er í heilum, at menn fáa
kort, tá teir gremja seg um
eitt fríspark ella líknandi.
So eg rokni við, at dómarin
eisini hoyrir mangt av tí,
sum verður rópt millum
spælarar.
Og at enda haldi eg, at
hamarin eigur at fella hart,
tá slíkur atburður skal revs
ast. Slært tú ein spælara, so
er bannið kanska tríggir
dagar. So ber ikki til, at tú
sleppur við einum degi fyri
at niðurgera við orðum. Tá
kanst tú eins væl fara at
spekulera í hesum, tí tá er
tað kanska royndina vert,
um úrslitið verður, at mót
spælarin yvirreagerar.
Ein samfelags
trupulleiki
Hóast tað júst her og nú er
rasisman á vøllinu, sum er í
størsta fokus á vøllinum, so
halda ter báðir ikki ikki, at
hetta er einasti staðið, sum
trupulleikin er. Og hann
heldur heldur ikki, at rasism
an er einasti trupulleikin.
Vit bera ótta fyri, at
hetta er eitt keðiligt rák,
sum er í føroyska samfelag
num. Vit eru snøgt sagt ikki
nóg góð til at taka ímóti
teimum, sum eru eitt sindur
øðrvísi enn vit. Her og nú
verður tosað um rasismu.
Eina aðru ferð er tað kanska
onkur átrúnaðarligur bólk
ur, ella kanska tey sam
kyntu.
Í fótbóltinum er tó eitt
stórt fokus frá fjølmiðlunum,
og tí verða trupulleikarnir
kanska betri eksponeraðir
her. Og tí er ábyrgdin eisini
eyka stór hjá fótbóltinum.
Tað, sum hendir á vøllinum,
hevur stóra ávirkan á nógv
fólk, og tí er tað okkara
skylda, at vit bera okkum
sømiliga at, siga teir báðir
at enda.
FS Vágar hevur eisini fremmandar spælarar. Og hesir eru at kalla hvønn tann einasta dyst offur fyri rasistiskum atburði frá
mótspælarum
Mynd: Jens Kristian Vang
”
”
Tað hava altíð verið spælarar, sum
hava nýtt allar midlar, fyri at traðka
á mótstøðuna
Vit eru snøgt sagt ikki nóg góð til
at taka ímóti teimum, sum eru
eitt sindur øðrvísi enn vit