mikudagur 23. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 97 - 23. mai 2007 ]
Sjeynda finalan hjá Maldini
Ikki óvæntað er Paolo Maldini tann spælarin, sum hevur
flestu royndirnar, tá liðini fara á vøllin í kvøld. Maldini
hevur verið í sjey europa-cup finalum, harav hann hevur
vunnið tær fýra. Alessandro Costacurta hevur spælt fimm
finalaur og Clarence Seedorf hevur spælt fýra finalur.
Seedorf er annars einasti spælarin yvirhøvur, sum hevur
verið í Champions League við trimum feløgum. Nevnliga
við Ajax, Real Madrid og Milan.
Kunnu skora nummar 500
Undan finaluni í kvøld hevur AC Milan skorað íalt 498 mál
í europiskum høpi. Tá verða dystir í Champions League,
Europa-Cup, UEFA-Cup, Inter-Cities Fairs Cup og Cup
Winners Cup taldir við. Tí kann roknast við meira enn vanliga
stórum fagnaði, um Milan skorar tvey mál í kvøld.
Fótbóltur
Rói Joensen
Vit skriva juni 1988. Italski
landsliðsvenjarin Azeglio
Vincini hevur úttikið eitt
ungt nýtt landslið til EM-
endaspælið í fótbólti i
Týsklandi hetta summarið.
Eftir at hava vunnið heims-
meistaraheitið í 1982, var
HM 1986 fullkomuliga mis-
eydnað, og nú skuldi eitt
nýtt landslið byggjast upp til
HM-endaspælið, sum skuldi
verða í heimlandinum um
tvey ár í 1990.
Ein av teimum yngstu
monnunum á liðinum er 18
ára gamli Paolo Maldini,
sum fyri fyrstu ferð trein
inn á heimsfótbóltspallin.
Unglingin tók øll av bóli.
Hann var fastur maður á
landsliðinum frá fyrsta
degi av og heilt fram til
HM-endaspælið 2002, tá
ið hann valdi at takka fyri
seg á landsliðinum, hóast
landsliðsvenjarin framvegis
ynskti hann at spæla í
azurbláu troyggjuni.
Fyrsta dyst sum
16 ára gamal
Í heimlandinum var ungi
Maldini kortini longu
kendur undan EM-enda-
spælinum í 1988. Hann
var
sonur
fyrrverandi
landsliðsverjuleikaran hjá
AC Milan, Cesare Maldini,
sum m.a. var liðskipari tá ið
Milan vann Evropa Cup fyri
meistaralið í 1963.
20. januar 1985 hevði tann
16 ára gamli Paolo Maldini
spælt sín fyrsta dyst í bestu
italsku deildini, Seriu A, og
frá kappingarárinum 1985-
86 var hann sum 17 ára gamal
fastur maður á einum av
heimsins bestu fótbóltsliðum
AC Milan. So tá ið EM-
endaspælið i 1988 byrjaði,
hevði Maldini longu verið
fastur maður hjá AC Milan
í trý kappingarár. Tað sást
eisini aftur í spælinum hjá
18 ára gamla unglinginum,
at her var talan um ein heilt
serligan leikara. Eftir EM-
endaspælið varð hann mettur
at vera millum heimsins
bestu vinstru bakkar, og við
tíðini skuldi hann gerast
kanska tann besti nakrantíð
á hesum plássi.
Fullkomin verjuleikari
Serliga í verjupartinum av
spælinum hevur Maldini
skarað framúr. Í bestu árum
var hann kvikur og sterkur.
Hann gjørdi sera fá mistøk,
og íðni og vilji hansara til at
vinna gjørdi, at hann nærum
kundi verja ein og hvønn
leikara mann til mann. Fram
eftir vøllinum dugdi hann
eisini sítt. Hann sparkaði væl
við báðum beinum, og hann
dugdi væl at velja løtuna at
koma fram við. Eisini var og
er hann sterkur í luftini við
deyðbóltsstøður.
Seinnu
árini
hevur
Maldini verið stýrimaður í
miðverjuni og liðformaður
hjá AC Milan, og tað var
hann eisini seinastu árini
á landsliðinum. Á hesum
plássi hevur hann víst fram-
úrskarandi leiðaraevni, og
nú hann ikki er so kvikur
longur, so eru tað hesi evni,
sum gera, at hann framvegis
– 39 ára gamal – spælir
fótbólt á hægsta stigi.
Gullárini hjá
AC Milan
Tað eydnaðist ikki hjá italiu-
monnum at vinna HM-
kappingina á heimavølli
í 1990, men úrslitini og
spælið hjá AC Milan hesi
árini vóru so mikið góð,
at allur fótbóltsheimurin
vendi eygunum móti italska
meistaraliðnum. Seria A
varð vunnin í 1988, og tvey
tey komandi árini vann
Milan Evropa Cup fyri meist-
aralið.
Liðið hjá Arrigo Sacchi
hugtók fótbóltsheimin við
vøkrum álopssinnaðum
fótbólti, og serliga hollend-
ingarnir á liðnum Ruud
Gullit, Marco van Basten
og Frank Rijkaard drógu
øll fótbóltseygu móti AC
Milan. Men aftanfyri eitt av
heimsins bestu álopum var
ein stinn verja, sum í fleiri ár
framyvir skuldu vísa seg at
gerast grundarsteinurin undir
einari nýggjari stórheitstíð
hjá AC Milan.
Undir Fabio Capello gjørd-
ist spælið meira verjukent,
men úrslitini vóru framvegis
góð. Fleiri meistaraheiti og
enn ein sigur í tí, sum nú æt
Champions League, kom til
høldar í 1993. Verjuketan
var hesi árini seinast 80-
árunum og fyrru hálvu av
90-árunum í høvuðsheitum
mannað av Maouro Tassoti,
Franco Baresi, Alessandro
Costacurta umfarmt Maldini.
Henda verjuketa stendur í
fótbóltssøguni sum ein tann
besta nakrantíð. Baresi var
tann eleganti stýrimaðurin
inni í miðverjuni, og betri
lærumeistara kundi Maldini
valla fáa.
Hesir báðir fingu eisini
ein stóran týdning, tá ið
Italia hevði spælt seg í HM-
finaluna í 1994 móti Brasilia.
Baresi hevði verið skaddur,
men var yvirraskandi aftur á
beinkinum. Maldini byrjaði
tí á tá óvanda plássinum í
miðverjuni. Itala hevði fyrstu
løtuna stórar trupulleikar av
høgra veinginum hjá Brasila.
Jorghino slapp ferð eftir ferð
heldur lættliga í gjøgnum,
og tí valdi Arrigo Sacchi,
sum nú var landsliðsvenjari,
at seta veteranin Baresi
inn í miðverjuna og flyta
Maldini út á vinstra bakk
at verja fyri Jorginho. Hetta
gav beinanvegin úrslit, og
restina av dystinum slapp
eingin ígjøgnum í tí borð-
inum. Finalan endaði 0-0,
áðrenn Brasilia vann brots-
sparkskappingina.
Heimsstjørna
í javnvág
Maldini var nú ein verulig
heimsstjørna. Hann varð
kosin ársins leikari av World
Soccer í 1994, og árið eftir
kom hann á øðrum plássi,
tá ið FIFA valdi liðfelagan
í AC Milan Georg Weah
til ársins leikara. Millum
kvinnurnar var og er hann
mettur at síggja sera gott út,
og hann hevur m.a. annað
verið model fyri Hennes
og Mauritz og fleiri onnur
klændamerki, harav Nike
man vera tað kendasta. Mald-
ini er giftur við venesuelsku
fotomodelini Adriana Fossa,
sum hann eisini eigur tveir
synir saman við.
Hóast sína fantastisku
yrkisleið, hevur Maldini
alla tíðina hildið bæði bein
á jørðini og hildið seg burt-
ur frá sensatiónssøgum í
miðlunum. Hann man vera
millum teir fáu leikararnar,
sum altíð hevur verið í
sama felagi, og tað sigur
ikki so lítið um hansara
støðufesti. Familjan hevur
altíð havt alt at siga fyri
Maldini, og synirnir 13 ára
gamli Christian og 9 ára
gamli Daniel spæla báðir
við ungdómsliðum hjá AC
Milan. Um ein teirra skuldi
komið á fyrsta liðið hjá AC
Milan, so fær hann troyggju
nummar 3, sum fyribils
verður løgd á hillina, tá ið
pápin gevst at spæla. Tað
sama var gjørt við troyggju
nummar 6, tá ið Franco
Baresi gavst í AC Milan.
Yvir 800 dystir
fyri Milan
Eftir sera góðu árini hjá AC
Milan fyrst í 90-árunum, so
hevur AC Milan seinastu
tíggju árini bert vunnið
tvey meistaraheitið í 1999
og 2004. Eisini var Champi-
ons League vunnin í 2003,
og var tað sjálvur Maldini,
sum lyfti steypið við teimum
stóru oyrunum, eins og páp-
in hevði gjørt 40 ár framm-
anundan.
Við italska landsliðinum
eydnaðist ikki at vinna
nakra kapping. Silvur í HM
1994 og EM 2000 var tað
nærmasta, men Maldini
mundi vera ein tann fegnasti,
tá ið landsmenn hansarsa
seinasta summar endiliga
vunnu heimsmeistaraheitið
aftur.
Maldini náddi at spæla
126 dystir á landsliðinum,
harav hann var liðskipari í
64 dystum. Fyri AC Milan
hevur hann í løtuni skrivandi
løtu spælt fleiri enn 800
dystir, og við 599 dystum
er hann eisini tann leikarin,
sum hevur leikt nógv flest-
ar dystir í seria A. Um
aldarskiftið kom Maldini
á 21. plássið, tá FIFA setti
navn á 100 teir bestu leik-
ararnar í 20. øld. Hetta
sigur ikki so lítið, tí tað er
sjáldsamt, at verjuleikarar
eru so frammaliga á slíkum
listum.
Maldini tekur
enn eitt tørn
Nú 22 ár eftir at hann spældi
sín fyrsta dyst fyri AC Milan,
spælir hann framvegis fyri
stórfelagið hjá fyrrverandi
italska forsetanum og rík-
manninum Silvio Berlus-
coni. Mikudagin 23. mai
spælir Maldini enn ein
týðandi dyst fyri reyð-svart
stríputta liðið, tá ið AC
Milan og Liverpool møtast
í finaluni í Champions
League. Tá javnar Maldini
metið hjá Francisco Gento,
sum við átta finalum
hevur spælt flestar finalur
Heimsins besti
vinstri bakkur
22 ár eru liðin, síðani Paolo Maldini
spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá
AC Milan. 126 landsddystir og fleiri enn
800 dystir fyri Milan er spældir, men
framvegis verður hann roknaður
millum teir bestu verjuspælararnar í
heiminum