Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 97 - 23. mai 2007 ] Dupult so royndir Spælararnir hjá Milan hava meira enn tvífalt so nógvar nógvar royndir innan Europa-Cup, sum Liverpool-spælararnir hava. Til samans hava spælararnir hjá Milan spælt 1123 europiskar dystir. Liverpool-spælararnir hava til samans verið 533 ferðir á vølli í europiskum høpi. Liverpool hevur takið á Italia Átta ferðir hevur Liverpool spælt ímóti italskum feløgum í Europa-Cup kappingini fyri meistarar, sum síðani varð til Champions League. Bert eina ferð – móti Inter í 1965 – tapti Liverpool uppgerðina. í Evropakappingini fyri meistaralið. Júst Milan og Liverpool møttust í finaluni í Istanbul fyri tveimum árum síðan. Ta ferðina skoraði Maldini tað skjótasta málið, sum nakrantíð er skorað í einari finalu, eftir 51 sekundum. Tann finalan gjørdist kortini ikki serliga minnilig hjá Maldini, tí eftir at hava verið frammanfyri 3-0 javnaði Liverpool og vann at enda brotssparkskappingina. Nú fáa Milan og Maldini so møguleikan at hevna eyðmýkjandi ósigurin fyri tveimum árum síðan, og tá kann Maldini vinna steypið við stóru oyrunum fyri fimtu ferð. Maldini hevur júst melda seg kláran til finaluna, eftir at hava verið skaddur síðan fyrri semifinaluna móti Manchester United. Hann hevur eisini útsett eina skurðviðgerð til eftir finaluna fyri at gerast klárur. Maldini hevur eisini júst boðað frá, at hann spælir enn eitt kappingarár fyri AC Milan. Tá kappingarárið 2007/2008 endar, er 16 ára gamli unglingin frá 1985 næstan vorðin 40 ár, og so er spurningurin bara, um hann man fara at gevast tá? Keldur: en.wikipedia.org/wiki/ Paolo_Maldini www.uefa.com www.acmilan.com Hann er eitt eindømi innan fótbólt í dag. 23 kappingarár hevur hann spælt á hægsta støði í einum av bestu felløgunum í Europa. Og eitt ár afturat verður tað í øllum førum til Mynd: Polfoto/AP