hósdagur 22. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Suðuroyingar, sum
herfyri settu løg-
manni og varaløg-
manni nakrar spurn-
ingar um loysing til
suðuroynna, hava
ikki enn fingið svar.
Tað vilja teir nú hava
LOYSING
Áki Bertholdsen
Fyri stuttum sendu nakrir
suðuroyingar bæði Anfinni
Kallsberg, Løgmanni, og
Høgna Hoydal, Varaløg-
manni, ein forvitnisligan
fyrispurning.
Teir vildu hava at vita frá
hesum báðum fremstu po-
litikarum okkara, um ein
fólkaatkvøðu í Suðuroynni
hevði verðið vird, um ein
meiriluti atkvøddi fyri, at
Suðuroyggin skuldi taka
loysing
frá
restini
av
Føroyum.
Enn hava suðuroyngarnir
ikki fingið svar.
Men svar vilja teir hava
og tí spyrja teir nú einaferð
afturat.
Teir vísa á, at í Sosial-
inum hevur varaløgmaður
lovað at svara, men kortini
hendi onki.
– Og tá ið vit nú hoyra í
fjølmiðlunum, at Føroya
Landsstýrið heldur ikki er
sinnað at útvega suðuroy-
ingum tað skip, sum ein
samdur arbeiðsbólkur var
samdur um, var tað rætta til
endamálið, so er tað í dag
enn meiri neyðugt enn
nakrantíð at fáa spurningin
svaraðan, siga suðuroying-
arnir.
Teir siga at enda, at tá ið
teir settu fyrispurningin
alment fram í bløðunum,
vilja reir eisini, at svarað
verður í bløðunum
Tey, sum hava skrivað
undir hesa nýggju áheitan-
ina á Løgmann og Vara-
løgmann, eru seks lærarar á
Tvøroyri, teir eru: Alvi
Mortensen, Finn Thomsen,
Súsanna Bertholdsen, Jón-
svein
Hovgaard,
Sofus
Strøm og Jens Johannesen.
Spurningurin um
nýggja Smyril er nú
sendur út aftur í
Fíggjarmálastýrið,
sum skal gera ymsar
útrokningar av
nýggjum. Bjarni
Djurholm sigur, at
málið er búgvið at
taka støðu til
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Málið um, hvussu nýggja
suðuroyarskipið skal síggja
út, er enn einaferð útsett.
Týsdagin hevði Lands-
stýrið málið til viðgerðar
fyri fjórðu ferð, men heldur
ikki hesiferð eydnaðist tað
at koma til eina niðurstøðu.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sigur, at málið var til við-
gerðar bæði væl og leingi á
fundinum týsdagin. Men
kortini var niðurstøðan, at
Landsstýrið vil hava fleiri
upplýsingar í málinum ,
áðrenn endalig støða verður
tikin.
Tað, sum Landsstýrið
hugsar um, er at fáa fleiri
útrokningar um fíggjarligu
viðurskiftini í sambandi við
byggingina.
Bjarni Djurholm sigur, at
á langtíðarfíggjarætlanini
eru 240 milliónir settar av
til nýtt suðuroyarskip.
– Tað, sum Landsstýrið
nú vil hava at vita frá
Fíggjarmálastýrinum, er,
hvussu tað skal handfarast
tekniskt, eitt nú í sambandi
við fíggjaræatlanina , um
meiri peningur skal brúkast
til ætlanina.
– Annars er allar fíggjar-
ligar metingar longu gjørd-
ar, so málið er búgvið at
taka støðu til. Men niður-
støðan er so, at Landsstýrið
vil hava fleiri fíggjarligar
útrokningar og lýsingar av
málinum, og tað fari eg ikki
at seta meg ímóti , sigur
Bjarni Djurholm.
Sjálvur heldur hann tískil
ikki, at tað er nøkur orsøk
til at senda málið útaftur í
Fíggjarmálastýrið , tí allar
útrokningarnar eru gjørdar.
– Tað mest einfalda hevði
stutt og greitt verið at lagt
eitt uppskot fyri tingið um
at byggja eitt ávíst skip,
sigur hann.
Annars heldur hann, at
landsstýrið eigur at av-
greiða málið nú.
– Tað er ikki Vinnumála-
stýrið sum ger, at málið
dregur út, tí nú eru tað
skjótt tveir mánaðir síðani,
at vit avgreiddu málið til
Landsstýrið at taka støðu
til.
Sigur onki enn
Enn vil Bjarni Djurholm
ikki siga nakað um, hvat
skip, hann hevur mælt
landsstýrinum til at byggja.
Hann sigur tó so mikið,
at ávísir upplýsingar í
greinini í Sosialinum leyg-
ardagin, vóru ikki eftirfar-
andi.
Men hann vil heldur ikki
siga, hvørjir upplýsingar
vóru misvísandi.
Tað, sum fleiri keldur
hava upplýst, er,annars, at
Bjarni Djurholm hevur
mælt Landsstýrinum til at
byggja eitt skip, sum siglur
19 míl.
Hetta er ikki tað skipið,
sum nevndin, ið hevur fyri-
reikað byggingina, hevur
mælt til, tí hon mælir til eitt
skip, sum siglur 21 míl. Í
hesi nevndini hava sitið
leiðslan á Strandferðsluni,
umboð fyri manningina á
Smyrli, umframt umboð
fyri tey, sum skulu brúka
skipið, nevniliga umboð
fyri kommunurnar í Suður-
oynni og vinnulívið í Suð-
uroynni.
Hendan nevndin hevur
síðani samstarvað við við-
gitna danska projekterings-
felagið, Knud E. Hansen og
sípani eru tey komin fram
til hetta ávísa skipið, sum
siglur 21 míl.
Fyrr í vikuni sendu borg-
arstjórarnir í Suðuroynni
og vinnulívsfólk greið boð
norður í Landsstýrið um, at
einasta loysn, sum verður
góðtikin, er tað skipið, sum
tann sakkøna bygginevndin
hevur mælt til.
Bjarni Djurholm hevur
ikki stórvegis viðmerkingar
til tað. Men hann sigur, at
hann kennir sjónarmiðini
og hevur lagt sær tey í
geyma.
Karsten Hansen má rokna
einaferð afturat um Smyril
Smyril sleppur atr sigla til 2005, men enn er ikki semja um, hvussu nýggja suðuroyarskipið skal
síggja út
Vilja nú hava
svar um loysing
til Suðuroynna
Nr. 57 - 22. mars 2001
7
6
Nr. 57 - 22. mars 2001
Langur leygardagur
Leygardagin 24. mars
er opið til kl. 17.00
frátikin vøra verður seld við avsláttri
7 ltr. máling 299,-
Voksdúkar frá 15,- /mtr.
Allir aðrir voksdúkar -10%
10,- 30,- 50,- Marknaður
Støkk inn á gólvið og geri kvettið
Stanley
Tlf. 42 22 70
Norðskála
Árliga floksting
Tjóðveldisfloksins
verður sett á Toft-
um fríggjakvøldið
FLOKSTING
John Johannessen
Tjóðveldisflokkurin fer
um vikuskiftið at halda
floksting í B68-húsinum
á Svangaskarði á Toft-
um.
Lagt
verður
fyri
fríggjakvøldið við for-
mansfrágreiðingini hjá
Høgna
Hoydal,
for-
manni floksins, og síð-
ani verður orðaskifti um
formansfrágreiðingina
og um fullveldismálið.
Leygardagin verður
orðaskifti um ymisk
politisk mál hjá Tjóð-
veldisflokkinum og um
aktuell politisk mál.
Eisini verður orða-
skifti um at dagføra
stevnumið floksin, sum
eru frá 1948. Í dagførdu
stevnumiðunum skulu
vera boð uppá aktuellar
samfelagsspurningar.
Flokstingið hjá Tjóð-
veldisflokkinum verður
opið fyri fjølmiðlunum.
Hetta er fyrstu ferð, at
fjølmiðlarnir sleppa við
á floksting hjá Tjóð-
veldisflokkinum.
LANDSFUNDUR
John Johannessen
Landsfundurin hjá Mið-
flokkinum
verður
á
Hotel Tórshavn í Havn
leygardagin 7. apríl.
Á fundinum fer Regin
Jacobsen,
stjóri,
at
viðgera politisku karm-
arnar um vinnulívið og
serliga alivinnuna. Eitt
umboð frá Føroya Pro
Vitae fer at greiða frá
virksemi felagsins, og
Jenis av Rana, ting-
maður Miðfloksins, fer
at greiða frá politisku
støðuni.
Tvey valevni eru til
formanssessin og
tvey til næstfor-
manssessin í Sam-
bandsflokkinum,
sum heldur lands-
fund á Læraraskúl-
anum um viku-
skiftið
LANDSFUNDUR
John Johannessen
Landsfundur Sambands-
floksins
byrjar
við
kampvali.
Formans- og næstfor-
mansval er nevniliga
fyrst á skránni fyri
landsfundin, sum verður
hildin á Læraraskúlan-
um í Havn um viku-
skiftið. Og tvey valevni
eru til báðar sessirnar.
Lisbeth L. Petersen
stillar upp ímóti Ed-
mundi Joensen til for-
manssessin, og Heðin
Mortensen og Alfred
Olsen hava gjørt av at
dystast
um
næstfor-
manssessin, nú Trygvi
Guttesen leggur frá sær.
L e y g a r m o r g u n i n
klokkan tíggju verður
farið
undir
politikst
orðaskifti, og klokkan
15 skal Lars Løkke Ras-
mussen, næstformaður í
danska Vinstraflokkin-
um, halda røðu.
Peningur er játtaður
til víðari kanningar
leiklutinum hjá
Danmark og USA í
hernaðarmálinum í
Føroyum undir kalda
krígnum. Heðin
Mortensen úr
Sambandsflokkinum
undrast á, hví eingin
orka verður løgd í at
kanna sambandið
millum Føroyar og
kommunistisku
londini eystanfyri
SKJALAGRANSKAN
John Johannessen
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum skal í næstum
greiða tinginum frá, hví
hann hevur játtað fleiri
pengar
til
at
kanna
vesturlendsk skjøl frá kalda
krígnum, samstundis sum
einki verður gjørt við skjøl-
ini eystanfyri.
Tað er Heðin Mortensen
úr
Sambandsflokkinum,
sum hevur sett Tórbjørn
Jacobsen fyrispurningin,
eftir at tað er komið fram í
bløðunum, at landsstýris-
maðurin í mentamálum,
Tórbjørn Jacobsen, hevur
latið pening burtur av játtan
síni til at kanna skjølini.
– Eg kundi hugsað mær,
at
landsstýrismaðurin
greiðir tinginum frá, hvørj-
ar ætlanir eru á økinum, og
av hvørji játtan peningurin
er komin frá, sigur Heðin
Mortensen í fyrispurning-
inum.
Gera einki eystanfyri
Heðin Mortensen staðfest-
ir, at tann orkan, sum løgd
er í at finna skjøl í skjala-
goymslunum vestanfyri, er
ikki til staðar, tá ræður um
goymslurnar eystanfyri.
Hetta heldur Heðin Mort-
ensen vera at undrast á, tí
lítil ivi er um, at goymsl-
urnar eystanfyri eru nógv
verri skipaðar og í vána-
ligari standi enn vetsanfyri.
– Vit mugu ikki gloyma,
at til fyri tíggju árum síðani
var Warszawa-samgongan
til reiðar at leypa á vest-
urheimin til tess at fremja
kollvelting við valdi. Her
vestanfyri vóru ikki so fá,
sum trúðu upp á harðskap,
kollvelting og einaræði
fæloysinganna. Tað vóru
ikki so fá, sum áttu parti-
santurriklæði, Maosa Lítlu
Reyðu og høvdu blóðdálk-
aðar antidemokratar, sum
Lenin og Che Guevara á
vegginum,
vísir
Heðin
Mortensen á.
Heðin Mortensen stað-
festir, at í Bretlandi, í Dan-
mark og øðrum av okkara
sameindu londum eru fleiri
fólk avdúkað eftir kann-
ingar í eysturevropeiskum
skjalasøvnum. Og eisini
eru álopsætlanir, avlurting-
ar og ráðagerðir komnar
fram í ljósmála.
Samstundis
staðfestir
Heðin Mortensen, at lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um, sum hevur so stóran
áhuga fyri skjalasøvnum,
bókasøvnum og gransking,
tó ikki er áhugaður í at gera
neyðugu grundgransking-
ina eystanfyri.
Tveita runubløk
Heðin Mortensen vísir á, at
vit longu hava eina frá-
greiðing frá kalda krígnum,
sum vísir okkum, at vestan-
veldini djarvt og trúliga
vildu verja lítla land okk-
ara. Í hesum sambandi
sipar Heðin Mortensen til
Svørtubók.
– Vit kunnu helst semjast
um, at løgmenn okkara
kundu gjørt meira við at
kunna og sannføra fólk um
verjutiltøk, men eingin
kann ivast í, at teir gjørdu
tað, sum rættast var innan
fyri teir møguleikar, teir
høvdu, sigur Heðin Mort-
ensen.
Men hann heldur, at or-
søkin til víðari kanningar-
nar vestanfyri er, at nú skal
trampast meir í hesum, ser-
liga í teimum gløggu eyg-
leiðingum, sum amerikan-
arar og danir gjørdu við-
víkjandi verjufatanini hjá
loysingarsinnaður
og
vinstravendum í Føroyum.
–
Runubløk
skulu
kleiggjast saman at tveita
eftir okkara stóru monnum,
serliga Peturi Mohr Dam og
Christiani Djurhuus. Men
hvørjar
ráðagerðir
og
hvørjir samstarvshugaðir
vinstravendir vóru, tað skal
fúna, gulna og hvørva á
stongdum KGB-stovnum,
staðfestir Heðin Morten-
sen.
Heðin krevur svar um
skjøl eystanfyri
Ein meiriluti í uttan-
landsnevndini er
vorðin samdur um at
mæla løgtinginum til
at atkvøða fyri at seta
Schengen-avtaluna í
gildi fyri Føroyar
SCHENGEN
John Johannessen
Eftir drúgva viðgerð í
uttanlandsnevndini er bara
Miðflokkurin
ímóti
at
mæla tinginum til at seta í
gildi fyri Føroyar Scheng-
en-avtaluna.
Viðgerðin í uttanlands-
nevndini av Schengen-
avtaluni hevur verið drúgv
og trupul. Nógvir stórir
ivaspurningar hava verið at
sett seg inn í, men loksins
er meirilutin í nevndini
vorðin samdur um, at tað er
frægast at fara upp í
samstarvið, fyri ikki at seta
seg uttan fyri tað, sum
onnur lond hava tikið seg
saman um.
Schengen avtalan var til
aðru viðgerðar í tinginum í
gjár. Men tá Sosialurin fór
til prentingar bar ikki til at
siga, hvussu fór at verða
við atkvøðugreiðsluni.
Nógvir føroyingar stuðlaðu
londunum eystanfyri í kalda
krígnum. Tí undrast Heðin
Mortensen úr Sambands-
flokkinum á, at eingi stig
vera tikin til at kanna
leiklutin hjá føroyingum í
kollveltingarætlanunum hjá
millum annað Warszawa-
samgonguni
Seta floksting
fríggjakvøldið
Miðflokkurin
landsfund í apríl
Sambandsflokkurin
skal velja formann
Siga ja til Schengen