Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 22. mars 2001 9 8 Nr. 57 - 22. mars 2001 – Tað er altíð skilagott at hava eitt breitt fundament undir eini slíkari skipan, sum tekur fleiri valskeið. Vit skulu minnast til, at hetta er eitt upp- skot til samtyktar, ið krevur, at tú hevur politiskan stuðul í fleiri valskeið fram fyri at kunna gjøgnumføra tað. Tað ræður tí um at hava so nógvar við sum gjørligt, ið vilja kennast við hetta barnið sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum sær møguleikan fyri einum dialogi við Javnaðarflokkin men onga vón hevur fyri Sambandsflokkinum NýGGI SJÁLVSTýRIS- LEISTURIN Jan Müller Anfinn Kallsberg, løgmað- ur sigur seg vera nøgdan við orðaskiftið á tingi í farnu viku um uppskotið frá landsstýrinum til nýggj- asta sjálvstýrisleistin. Hann heldur talan var um eitt rímuligt orðaskifti, sum ikki varð merkt av so nógv- um brotasjógvum, sum annars hava verið so van- ligir, tá hetta málið hevur verið umrøtt á tingi. – Eg beit merki í, at formaðurin í Javnaðar- flokkinum var ikki so av- vísandi, hóast hann setti spurnartekin við tann fíggj- arliga partin. Hann hevði útgangsstøði í nøkrum út- rokningum hann hevði fingið gjørt, og vit hava so útgangsstøði í nøkrum útrokningum, sum vit hava gjørt. Tað er soleiðis við øllum, tá tú situr við einum rokniarki. Tað veldst alt um, hvørjar forútsetningar tú brúkar. Vit spurdu løgmann, um ikki andin í stýrisskip- anarlógini, at andstøðan eigur at lurta eftir lands- stýrinum og taka tað við sum er skilagott og eisini øvugt? – Tað er greitt. Tá tú fer inn í eina langa prosess sum hetta er, so hevur tann prosessin ein betri møgu- leika við einum breiðari parlamentariskum grundar- lagi. – Men heldur tú at sig- nalini frá eitt nú Javnaðar- flokkinum kunnu vera grundarlag undir eini breiðari semju? – Tað kundi verið okkurt, sum bendi á tað, men um tað eydnast at fáa eina breiða semju um hetta uppskotið loyvi eg mær at ivast í. Men har var undir tingviðgerðini í hvussu er fyri tann partin, sum hevur við yvirtøkur at gera, nakað nýtt at hóma. Eg merkti mær, at Jóannes Eidesgaard segði, at tann partin svav man væl fyri, hvat so enn liggur í tí. Men hann legði so aftrat, at hann hevði fingið andveður av tí fíggjarliga partinum. – Men um so er, at Javn- aðarflokkurin kemur uppá vognin og vil vera við til at yvirtaka, fara tit so í lands- stýrinum at taka til eftir- tektar nøkur av teimum sjónarmiðjum, sum hann førir fram í sambandi við fíggjarliga partin? – Tað er greitt. Man skal altíð vera opin fyri at finna breiðar semjur. So er tað bara hinvegin spurningurin, hvørjir møguleikar eru fyri at finna slíkar semjur í hes- um málinum. Tað er heldur eingin loyna, at eisini sam- gongan hevur verið noydd til at gera kompromiir fyri at fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind. So er tað væl spurningurin, hvussu nógv spenn tað tolir aftrat, til tað heila rivnar. Tað vil so vera ein meting. Breitt fundament – Nú hava tit meiriluta sum er, men er tað veruliga so, at tú framvegis vil hava ein part av andstøðuni við í henda nýggja leistin? Vit vita, at tað er altíð skilagott at hava eitt breitt fundament undir eini slík- ari skipan, sum tekur fleiri valskeið.Vit skulu minnast til, at hetta er eitt uppskot til samtyktar, ið krevur, at tú hevur politiskan stuðul í fleiri valskeið fram fyri at kunna gjøgnumføra tað. Sambandsflokkurin hevur boðað ógvuliga greitt frá, at alt hetta skal takast av borðinum, skulu teir vera við. So tað skal man hava sær fyri eygað. – Men tá tit leggja hetta fram og vita, at henda loys- nin skal gjøgnumførast yvir fleiri valskeið, telva tit tá í verandi samgongu soleiðis, at tit vilja hava Javnað- arflokkin við í eina kom- andi samgongu, og fyri at kunna tað tí eisini vilja fáa hann við í eina semju nú? – Tað ræður um at hava so nógvar við sum gjørligt, ið vilja kennast við hetta barnið, og jú fleiri eru við, tess betri møguleikar eru fyri, at man ikki bara fær eina prosess í gongd, men at man eisini fær gjøg- numført hana. Og tí hevur tað altíð týdning við breið- ari undirtøku, um tað er nakað, ið skal vara í langa tíð. Anfinn Kallsberg sigur, at hevði man serverað hetta fyri Javnaðarflokkinum frá fyrsta degi av, so hevði hann slúkt hesum og kanska verið farin longur enn tað. Tað vísir seg í prosessini, at so hvørt sum man er noyddur at flyta seg, so byrjar alt spektrið at flyta seg. – Hvussu heldur tú henda samgongan kann flyta seg og geva Javnaðarflokkinum nakað, so at hann eisini kann siga, at hetta er hans- ara barn og ikki bara tykkara? – Eg veit ikki rættiliga, hvat tað skal vera. Man hevur tosað í yvirskriftum fyri tað mesta. Men nú er tað vorðið meira ítøkiligt. Teir hava fingið andveður av, at man sker blokkin niður við 300 mill. kr frá 2002. Tað var kanska tað einasta kritikkpunktið teir høvdu undir tingviðgerðini. Og so siga teir, at teir hava eitt uppskot um eina sjálv- stýrislóg. Tað er so ikki við í okkara uppskoti, og hvussu sentralt tað er veit eg heldur ikki. Tilgongdin, sum verður sett í gongd, er innan fyri verandi karmar sigur løgmaður, sum annars vísir á, at endamálið við eini sjálvstýrislóg er jú at yvirtaka málsøki og at niðurlaga blokkin, og tað er í veruleikanum tað sama endamálið sum liggur í hesum uppskotinum. Løgmaður heldur tað tí nú meira vera ein spurning um raðfestingar og tempo. – Merkir hetta, at t.d. Fólkaflokkurin er sinnaður til eftir eitt komandi val at viðgera uppskotið hjá Javn- aðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg? – Um sjálvstýrislógin er ein endalig lóg innan fyri danska ríkið, soleiðis sum Poul Nyrup Rasmussen nú leggur tað upp til, so er tað ikki tað sama, sum vit nú tosa um. Men hinvegin, til- gongdin fram hartil, at tú tekur ta avgerðina, er í veruleikanum tann sama. Tað er so tað síðsta stigið, har vit nokk ikki blíva samdir trúgvi eg. Men tað síðsta stigið er so ein av- gerð hjá Føroya fólki og tað kemur ikki fyrr enn í endanum av tilgongdini. – Men tit eru væl greiðir yvir, at tit fáa ikki Javn- aðarflokkin við, uttan tit eisini geva okkurt ella førka tykkum nakað? – Tað er rætt, men nú veit eg ikki, hvat liggur í vend- ingini at geva okkurt. Tí í veruleikanum er hetta eitt uppskot um at yvirtaka málsøki. Og har hava javn- aðarmenn sagt tað sama. Ætlanin er so eisini at minka um blokkin, og tað siga javnaðarmenn eisini ja til. Tað eru meira raðfest- ingarnar og tempoiið fyri at avvikla blokkin teir kunnu hugsa sær eitt sindur øðr- vísi. Og tá er tað meira ein temperamentsspurningur, ein praktiskur ella kenslu- ligur spurningur, hvussu skjótt tað skal ganga, sum skilur. Men prinsippið er í veruleikanum tað sama. 300 mill. yvir trý ár – Kann tað so hugsast, at tit vilja lækka tempoiið og gera sum Jóannes Eides- gaard nevndi: at skerja blokkin kanska við 100 mill. kr. um árið heldur enn við 300 mill. longu hetta fyrsta árið? – Gongur man út frá okk- ara ætlan, sum varð løgd fram 2. februar, gekk hon út uppá at minka blokkin við umleið 100 mill. um árið, men vit eru í tí støðu, at tað er danska stjórnin, sum avger hetta.Tá tað verður nevnt at blokkurin skal minkast við millum 300 og 400 mill. kemst tað av, at vit hava sett í upp- skotið at yvirtaka skúlamál. Og verður hugt at skúla- málum í verandi skipan - og um tað er útgangsstøðið í samráðingunum við donsku stjórnina vita vit ikki - so merkir tað, at tann dag vit yvirtaka skúlamál, skal blokkurin minkast við 304 mill. Um tað hinvegin er soleiðis sum danska stjórnin sigur, at blokkurin ikki er tengdur at hasum málsøkjunum í lista A, sum vóru inni í refussiónini fyrr, so er tað eisini nakað danir avgera. Løgmaður sigur víðari, at verður blokkurin minkaður niður á 700 mill. kr. frá 1. janaur 2002 og letur hann vera har, til man kemur til tjakið um at yvirtaka tað næsta á hasum økinum, so vil tað í veruleikanum vera tað sama sum at tú yvir eitt trý ára skeið lækkar blokk- in frá tí verandi støðuni í dag og niður á 700 mill. Tvs. at tú lækkar hann við 100 mill. um árið ístaðin fyri. Anfinn Kallsberg leggur aftrat, at hetta er eitt útspæl í eini samráðing við donsku stjórnina. – Vit fáa ikki avgjørt hasi tingini uttan at danska stjórnin gongur við til tað. Men er tað slíkt, sum skal til fyri at fáa eina breiða semju, so síggi eg fyri mær, at vit eru komin inn í ein skilagóðan dialog. – Ber tað til at fáa henda dialog nú og røkka einum úrsliti, sum bæði samgonga og partur av andstøðu kann liva við, sær tú so fyri tær møguleikan fyri eini sterk- ari og breiðari samgongu eftir næsta val, har tríggir stórir flokkar eru við heldur enn sum nú bara tveir? – Nú skal man ongantíð taka alt uppá forskot, men tað er greitt, at um tú fær eina breiða politiska semju nú um eina tilgongd, so letur tað sjálvandi upp fyri teimum møguleikum, og tað vildi so eisini gjørt, at tann politiski stabiliteturin við at gjøgnumføra hetta bleiv tilsvarandi sterkari. Anfinn Kallsberg leggur aftrat, at hvør enn skal leiða eina komandi samgongu, so vil tað vera ein styrki at fáa eitt breitt parlamentar- iskt grundarlag. – Men sær tú ikki eisini, at Javnaðarflokkurin er í eini ringari støðu, tí so skjótt hann flytur seg móti samgongu og hennara leisti, so vilja tað vera velj- arar, sum flýggja til Sam- bandsflokkin – tvs. at um so er, at flokkurin ikki fær sett síni fingramerki á komandi politikkin? – Tann vandi er sjálvandi, og hann er eisini hjá okk- um, tí vit hava nógvar borg- arligar veljarar, sum taka tann borgarliga partin fram um tann tjóðskaparliga partin. Tað er greitt, at um Fólkaflokkurin bara satsar uppá sjálvstýrismálini og fer í eina samgongu við Tjóðveldisflokkin og Javn- aðarflokkin eftir næsta val, so fer tann borgarliga verj- an ikki at vera serliga sterk í eini slíkari samgongu. Men tað veldst so aftur um, hvat verður lagt eftir í einum politiskum samar- beiði. Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur tað átti at verið møguleiki fyri eini breiðari semju um nýggja sjálvstýrisleistin, nú Javnaðarflokkurin er komin við so positivum signalum. Hann hevur tó onga vón um at fáa Sambandsflokkin við í eina semju Týdningarmikið við breiðari semju um sjálvstýrisleist Annar motorurin hjá Dúgvuni fór týsdagin, og nú er Ternan, sum ikki tekur eins nógvar bilar, sett inn í sigl- ingina SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Klaksvík: Samferðslan í landinum fekk eitt skot fyri bógvin, tá Dúgvan fekk maskinskaða týsdagin. Neyðugt var í gjár at taka Dúgvuna úr sigling, og so var Ternan sett inn í sigling- ina um Lorvíksfjørð. Hetta kemur illa við bæði hjá teimum, sum brúka farleið- ina um Vestmannasund og Lorvíksfjørð. Vágafólk og onnur mugu komandi dagarnar líta á Sam og norðoyingar á Tern- una. Í báðum førum er talan um skip, sum ikki er eins væl egnað til siglingina sum tey, sum eru tikin úr sigling. Bilrøðirnar á Stongunum í Klaksvík vóru langar fyrrapartin í gjár. Størri og smærri bilar bíðaðu eftir Dúgvuni, sum sigldi óregl- uliga, og á skrivstovuni hjá Strandferðsluni ringdi tele- fonin nógv, tí fólk vildu frætta um farleiðina. Serkønur til landið Annar motorurin hjá Dúgv- uni fór týsdagin. Stemplið er farið og hevur brotið fyri seg. – Vit vita ikki, hvussu umfatandi skaðin er enn, men tað sær ikki gott úr, segði Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strand- ferðsluni fyrrapartin í gjár. Tá bíðaði Strandferðslan eftir, at ein serkønur maður skuldi koma til landið at kanna motorin. Hesin mað- ur kom seinnapartin í gjár, og síðani var ætlanin bein- anvegin at kanna motorin á Dúgvuni. – Enn ber ikki til at siga, hvussu leingi tað fer at taka at umvæla skaðan, men tað vita eitt sindur um, tá vit hava gjørt eina meting av skaðanum, sigur Magnus Magnussen. Kanska í dokk nú Dúgvan sigldi bæði týdagin og mikudagin, men tað var við einum motori, og tað gjørdi siglingina óreglul- iga. Túrarnir vardu um trý korter afturímóti einum lítl- um hálvum tíma. Seinnapartin í gjár loysti Ternan av, og tá skuldi ferðaætlanin so haldast aftur. Dúgvan skuldi eftir ætlan í dokk í ár, og um tað vísur seg, at skaðin á motorin er umfatandi og verður drúgv- ur at umvæla, fer Dúgvan kanska í dokk beinanvegin. Ein trupulleiki er tó at fáa pláss í eini dokk, tí tær eru allar upptiknar beint nú. Tekniski leiðarin á Strandferðsluni roknaði í gjár við, at Dúgvan var liggjandi í Klaksvík til skaðin var sýnaður. Síðani skuldi støða takast til, hvar skipið skuldi. Um Dúgvan má úr sigl- ing næsta mánaðin, kann tað koma uppá tal at leiga eitt avloysaraskip, men her er pengaspurningurin týð- andi. Maskinskaði kemur illa við Stórir og smáir bilar bíðaðu fyrrapartin í gjár eftir Dúgvuni, sum sigldi óregluliga orsaka av maskinbreki Mynd: Eyðun Klakstein Eini 700 fólk hava tekna seg til ábyrgd- arafundin hjá Norð- oya Sparikassa fríggjakvøldið TILTAK Eyðun Klakstein Klaksvík: Fleiri fólk enn nakrantíð ætla sær til ábyrgdarafundin hjá Norð- oya Sparikassa, sum verður í KÍ-høllini í Klaksvík fríggjakvøldið. Á fundinum er kunning til ábyrgdararnar frá leiðsl- uni í sparikassanum, men í stóran mun er talan um eitt kvøld við undirhaldi. Eini 700 fólk høvdu teknað seg til fundin, tá evstamark var, og haraftur at koma onnur fólk, sum hava tilknýti til fundin. Samanlagt verður roknað við hálvtáttahundrað fólk- um til stóra fundin. Kunning og undirhald Á fundinum fer Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, at greiða frá roknskapinum og øðrum í sambandi við stovnin. Durita Holm fer at hava ein fyrilestur um ferð sína kring bláu gongustjørnuna. Tónleikur er eisini á skránni. Vísumenn, Ad Libitum og 17 sangarar fara at spæla og syngja, og sum vanligt fer Alex Sól- stein at sita við klaverið. Rasmus Magnussen, Óli Nielsen og Robert McBirnie fara at hava onk- ur skemtilig innsløg á fund- inum, og verður tað eins og hini árini, er kanska okkurt lítið yvirraskilsi eisini á fundinum. Fundurin verður til fram móti midnátt, tá eykatúrur verður um Lorvíksfjørð. Føroya Bjór er nú farið at selja súrepla- drykkin Cider í stór- um plastfløskum DRYKKUR Eyðun Klakstein Nú er Føroya Bjór komið á marknaðin við nýggjum súrepladrykki. Talan er um Cider, sum á føroyskum er ein svaladrykkur uttan alkohol. Aðrastaðni verður cider eisini framleitt sum rúsandi løgur, men framleiðslan hjá Føroya Bjór er ein leski- drykkur, sum kann sam- metast við sodavatnið hjá fyritøkuni. Seinnu árini hevur nógv Cider verið flutt inn til Før- oyar, og tað er hesin eftir- spurningurin, sum nú hevur fingið Føroya Bjór at royna seg við sínum egna Cider. Rávørurnar verða keypt- ar í útlandinum, men drykkurin verður blandaður í Føroyum. Cider er eitt vet dýrari enn stóru sodavatnsfløsk- urnar. Stórur áhugi fyri ábyrgdarakvøldi Føroyskt cider Nú fæst eisini ein føroysk útgáva av súrepladrykkinum Cider Mynd: Jens Kristian Vang