hósdagur 22. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 22. mars 2001
11
10
Nr. 57 - 22. mars 2001
StreymoyÍ Býin
Mat-
seðilin
Hósdagin 22. mars:
Lambafrikassé
Fríggjadagin 23. mars:
Kotelettir
Leygardagin 24. mars:
Roastbeef
Mánadagin 26. mars:
Roykt medistarpylsa
Týsdagin 27. mars:
Fiskur í fati
Mikudagin 28. mars:
Karbonatir
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Kaggin
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Dansur
verður í
vikuskiftinum
Sosialurin - 311820
Allir fótbóltsdystir
vera vístir
á stórskýggja
Tinghsvegur ¥ Trshavn ¥ Tlf. 31 56 28
HESA VIKUNA
Frggjakv¿ldiÝ
Leygarkv¿ldiÝ
14,95 pr. eind fr 22.00 til 00.30
14,95 pr. eind fr 22.00 til 00.30
Caf'in hevur opiÝ mn.-fr. 17.00-24.00 og leyg.-sun. 14.00-24.00
FîTBîLTUR ç STîRSK GGJA
Club 20 Caf
Piparbffur bert
v/salat, chips & piparss
69,-
TANN BESTI ê LANDINUM
Sunnukv¿ldiÝ
ÈKARAOKEÇ
ladies night
Hskv¿ldiÝ
14,95 pr. eind fr 21.00 til 22.00
Ottar Funnings.
Kri Annand
Ottar Funnings.
Kri Annand
Tlf. 31 26 25
SANDWICH BAGUETTE
45,-
kylling & bacon: karrydressing, salat & tomat
ost & skinka: miracel whip, tomat & bacon
ost & kalkun: miracel whip, tomat og bacon
PANNIKØKUR
v/ ísi ella róma
25,-
ÍSUR
lítil, 2 kúlur
19,-
stórur, 3 kúlur
29,-
Á matarseðlinum
livandi tónleikur
FRÁ 23. TIL 24. MARS
spæla Hans Petur í Brekkunum,
Bjarki Meitel ogHerluf Sørensen.
Livandi tónleikur
Norðoyggjar
Eysturoy
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Carvery
Fyri einans
kr.175,
Fríggjakvøldið 23.
og
leygarkvøldið 24.
mars.
BorÝblegging tlf. 31 75 00
Til matna verður:
Kjøt,fiskur,eplir og sósir
Í Býin
AUTO
311234
AUTO
-Dag sum ntt-
-skjtt og gott-
Skal t bil hàra
-so er taÝ 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-ALT D¯GNIÜ-
AUTO
311234
Harmonikutreff
verður í Skopun
leygarkvøldið 24.mars
Í hesum sambandi
verður góður
HARMONIKU
DANSUR
í Samljóð
í Skopun
Øll eru vælkomin!
Sosialurin 311820
Sum matstað hevur
Hotel Vágar rættiliga
lyft seg upp á altjóða
støði seinnu tíðina.
Skilligt er, at hotellið
verður rikið av fak-
fólki
HOTEL VÁGAR
Edvard Joensen
Ein døgurði á Hotel Vágum
er avgjørt nakað, ein kann
mæla øðrum til. Maturin er
frálíkur, og tænastan tað
sama. Einki er at taka seg
aftur í, at støðið er hækkað
rættiliga nógv í mun til tað,
tað onkuntíð hevur verið.
Tað er stórt dansitiltak í
Sørvági, so stuttligt kundi
verið at lagt støðið á hotell-
inum, áðrenn farið verður í
dans. Leygarkvøld er, og
fleiri eru, sum hava fingið
sama hugskotið. Hotellið
hevur góða matskrá, og
royndirnar frá seinastu
ferðunum hava verið so
mikið góðar, at einki er at
ivast í at biða um borð.
Tað var tí eitt sindur hug-
stoytt at koma inn og
merkja, at alt ov nógvur
roykur var í matstovuni.
Tað plagar ikki at vera so,
og so nógv fólk var heldur
ikki inni. Tað líkasum hevði
hug at leggja ein lítlan
doyvara á væntaðu uppliv-
ingina, mestsum áðrenn
byrjað varð.
Vit verða móttikin av
einum
sera
fryntligum
kvinnuligum tænara og víst
til borð, sum lagt er av.
Sita í einum horni við
útsýni oman á flogvøllin og
út móti Sørvági. Myrkt er,
so bert ljósini eru at síggja,
men
hugnaligt
kortini.
Eisini hóast sjálv matsovan
sum so ikki er nakað intimt
stað, har tú kanst vera fyri
teg sjálvan. Tí verður tó
tikið við, tí vit vita, at vit
eru á einum hotelli.
Tað sita fólk við nøkur av
borðunum. Ikki so nógv,
sum kanska væntandi var,
men vit frætta, at har eru
smærri veitslur aðrastaðni á
hotellinum í leigaðum høl-
um.
Vit fáa matskránna. Ein
vanlig skrá, sum tú sært á
slíkum støðum aðrastaðni
eisini. Dagsins rættur fyri
vikuna er at finna, umframt
at eitt serlig tilboð er gjørt
til júst hetta kvøldið.
Eg biði um 60’ara tilboð-
ið, sum gjørt er til hetta
dansikvøldið. Tveir rættir
til ein prís, sum er væl yvir-
komiligur.
Forrættur er Atlantsbland
við dressing og flutes,
stendur á skránni. Og At-
lantsbland er, sum væntað,
sjómatur. Rækjur, skeljar
og kræklingur, lagt á salat-
blað við dressingi. Heilt
vanligur forrættur við fín-
um breyði, flute, afturvið.
Yvir av verður borðreitt
við rómatilgjørdari skelja-
djórasúpan, sum smakkað
er til við konjakki. Eisini
sjómatur, skilst.
Hildið verður, at ílatið er
ríkiliga stórt til ein forrætt,
so fryktandi er fyri, at mett-
an kemur ov tíðliga. Men
óføra væl verður latið at
samanseting og smakki.
Piparbúffur við SMS
Tað ringir ein fartelefon
einastaðni vitð okkurt av
borðunum.
Fyrstu
ferð
hetta kvøldið, men ikki
seinastu ferð. Soleiðis einar
23 ferðir mundu tær ringja
hjá einum flokki av ung-
fólki, sum sat við eitt
grannaborð. Vanlig ringing
og SMS boð hvørt um ann-
að. Og so stuttleika tey sær
at vita, hvør nú sendir boð,
og hvørjum tey so skulu
svara aftur.
Alt gott um tað, og tað
kemur sjálvandi ikki øðrum
døgurðagestum við, hvat
ein sjálvur tekst við. Men
tað er ein sannroynd, at tað
órógvar onnur, tá soleiðis
verður ringt og floyta út í
eitt at kalla.
Dugi ikki rættiliga at
skilja, at tað skal vera so
neyðugt við hesi fartelefon-
ini eina tílíka løtu. Havi
hana sjálvur, og hon ringir
eisini viðhvørt, tá eg ikki
ynski tað, men havi gloymt
at sløkt. Og tá ein fer so-
leiðis á eina matstovu at fáa
sær ein bita eitt leygar-
kvøld, skuldi tað verið til at
hugna sær og sleppa eitt
sindur burtur frá dagliga
hurlivasanum. Men ymiskt
er sjálvandi, hvussu fólk
hugna sær.
Og høvuðsrætturin kem-
ur á borðið. Piparbúffur,
sum eg havi biðið um at fáa
mediumstoktan. Tað merkti
í hesum førinum, at hann
var væl stoktur uttan og
næstan
ígjøgnum.
Eitt
sindur bleytur innan og
smakkaði sera væl. Júst,
sum mær dámar hann, so
tað kundi ikki verið betri.
Hann var ikki so sterkt
kryddaður, sum møguliga
væntandi var, eftir navnin-
um at døma. Men tað var
sósin ístaðin. Góðan sterk-
an smakk, sum bara gjørdi
upplivilsið betri.
Afturvið varð borreitt við
snerktum
piparfruktum,
grilltomat og bakaðum epli.
Ymiskt grønmeti er lagt
afturvið sum pynt, og tað
vísir, at tey duga at velja
litir eisini.
At fáa ein búff góðan er
ikki bara at duga at steikja
hann, sum kundin ynskir.
Tað er helst meira umráð-
andi at duga at velja tað
rætta stykkið. Og tað duga
tey.
Fimm kokkahúgvur her.
Reinsdjór og soppar
Hin
høvuðsrætturin
er
djóramedaljong, sum er av
reinsdjórakjøti. Aftur sera
væl valt og ikki minni væl
tilgjørt.
Borðreitt
verður
við
soppasós, ið smakkað er til
við Madeira saman við
dagsins grønmeti, sum van-
liga sæst á matlepanum.
Ymiskt grønmeti sum broc-
coli, blomkál, gularøtur.
o.t.
Í grønmetinum eru inn-
bakaðir soppar. Eitt frálikt
frábrigdi í vanligari, før-
oyskari matgerð. Slíkt ein
ikki sær so ofta. Tóktust –
uttan tó at kenna uppskrift-
ina – at vera lagdir í deiggj
og friturustoktir. Smakkaði
óføra væl, varð látið at.
Kjøtið var moyrt og rætti-
liga gott. Tvey stykki, sum
hildið varð, kanska var í so
nógv. Stykkini vóru ikki so
stór sum piparbúffurin,
men kortini ríkiligt til ein
persón, sum kanska ikki
leggur so nógv í fylluna
sum í upplivilsi av at fáa
ein góðan, vælsmakandi
døgurða, sum njótast kann
fyri upplivilsið.
Afturvið verður notið
franskt húsvín, sum er gott.
Eisini skal okkurt njótast
omaná. Kaffi verður bein-
anveg boðið, tá høvuðs-
rætturin er liðugur. Og valt
veðrur ísur. Belle Helene.
Av øðrum var at velja
millum annað Vágapannu-
køkur við ísi, sum tó tóktist
eitt sindur tungt at fara
undir.
Sagt verður, at ísurin,
sum fæst á Hotel Vágum er
heimagjørdur. Gloymdi at
spyrja, men kundi bara
ásanna, at hann er góður.
Aftur fimm kokkahúgvur
her.
Tænastan
Kokkurin er óførur, og tað
sama er at siga um tænast-
una á sjálvari matstovuni.
Kanska er føroyigurin
ikki heilt sloppin burtur frá
tí, at hann vil hava nøgd og
mettu. Tí hóast maturin á
Hotel Vágum er óføra góð-
ur og professionelt saman-
settur, eru verðarnir stórir,
og tað kann í ávísum førum
eisini bera eitt sindur brá av
føroyskari mongdarment-
an.
Vit vórðu vinarliga mót-
tiki, og fylgt varð alla tíðina
við, at alt var, sum tað
skuldi, og sum gesturin
ynskti.
Professionelt varð farið
fram. Fyrsta gestirnir reistu
seg frá borðinum og fóru,
varð borðið ruddað og gjørt
klárt til tey næstu, sum
møguliga stukku inn á
gólvið.
Tó undraði tað, at tað á
einum borði í einum fjarum
króki, kortini stoðu tvær
tómar ølfløskur við gløsum
meginpartin av kvøldinum.
Tað var líkasum eitt sindur í
andsøgn til annars professi-
onellu tænastuna, Hotel
Vágar hevur upparbeitt í
seinastuni.
Joan Jørgensen, kokkur, ger ein borðisk kláran til ein nýggjan
gest í matstovuni
Mynd: Edvard Joensen
Kokkurin Joan og tænarin Anna Maria í køkinum
Mynd: Edvard Joensen
EYDNAN
EYDNAN
Oyrar-
bakka
Sosialurin - 311820
Leygarkv¿ldiÝ 24/3
sp¾lir
til dans
Fr Eydnuni
Bj¿rn Djurhuus
Band
KostnaÝur 100,-
FelagiÝ
Trsh¿ll
Hetta
vikuskiftiÝ
sp¾lir
Hv¿rt frggjakv¿ld,
leygarkv¿ld og
sunnukv¿ld
er livandi
tnleikur
fleiri dyrar
eindir
allar dagar
allar dagar
FelagiÝ Trsh¿ll
Sverrisg¿ta 22
Tlf. 31 15 65
N
Intro
Intro
Sandoy
Við Sosialinum
Í BÝIN
Sosialurin fer í býin
hvørja viku
og tú sleppur at
fylgja við hvussu
hetta spælir av
Les í býin
næsta hósdag !
Les í býin
hvønn hósdag !
veitst tú ikki tað?
Við Sosialinum
Í BÝIN
Sosialurin fer í býin
hvørja viku
og tú sleppur at
fylgja við hvussu
hetta spælir av
Les í býin
næsta hósdag !
Les í býin
hvønn hósdag !
Støðið er hækkað