hósdagur 22. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 22. mars 2001
13
gult cyan magenta svart
12
Nr. 57 - 22. mars 2001
ÚT AT KOYRA
Orsøkin til óhappið
var hálka, verður ofta
sagt eftir at eitt
ferðsluóhapp er hent,
har vegurin var hálur.
Spurningurin er um
orsøkin var hálka, ella
manglandi førleiki
hjá bilføraranum til
at handfara eina
hættisliga støðu. Øll,
sum koyra bil í hálku,
áttu at ásanna, at tað
koma løtur, tá tey
høvdu ynskt at havt
meiri vitan um hálku-
koyring
BILAR
Magnus Gunnarsson
Ásannandi hendan veru-
leika hava grannnalond
okkara lógarfesta koyrifrá-
læru
á
koyritekniskum
breytum, sum m.a. hava
hálkuvenjingar sum part av
hesi frálæru. Raksturin av
hesum
breytum
verður
skipaður á ymiskan hátt, tó
ikki sum almenn ogn.
Her hjá okkum eru ikki
góðar umstøður til frálæra
um koyring í hálku, men
fleiri ferðir verður skipað
fyri túrum við ferðaløgum
til Noregs og Danmarkar á
hálkuskeið. Seinnu árini
hevur Strandfaraskip Land-
sins skipað fyri hesum
ferðum. Fleiri av teimum,
sum hava hildið seg vera
dugnalig í ferðsluni, hava
fingið annað at síggja, tá
tey læra hvussu tingini
veruliga hanga saman. Fe-
lags fyri tey flestu, sum
hava verið til hesi hálku-
skeið er, at tað eru fólk sum
hava koyring sum sítt ar-
beiði, so sum koyrilærarar,
lastbila- og bussførarar, og
frá ymiskum flutnings-
fyritøkum.
Góð frálæra
Tað, sum ein lærir á slíkum
skeiðum er til dømis, at tað
ber ikki til at bremsa og
stýra samstundis. Eisini
hevur ferðin stóran týdn-
ing, tí um vit koyra millum
keylurnar á hálkubreytini
við t.d. 40 km/t, klára vit
væl at koyra uttan at raka
keylurnar, men seta við
ferðina upp við bert 5 km/t,
til 45 km/t, kann hetta føra
til at allar keylurnar verða
koyrdar niður. Eisini verð-
ur lært, hvussu vit sleppa
avstað í mótbrekku í hálku,
eins og hvussu man skal
fyrihalda seg í undan-
brekku. Umframt hetta
verður eisini lært nógv
tekniskt um bilar og øko-
nomikoyring, har tað eru
pengar at spara, um koyrt
verður við umhugsni.
Koyriteknisk breyt í
Havnardali
Sjálvandi er alt hetta sera
gott, men vanligi bileigarin
hevur ikki nógvar møgu-
leikar at ogna sær hendan
kunnleika. Tað er sera spell,
tí hetta kundi forðað fyri
nógvum óneyðugum sam-
anstoytum og ferðsluvan-
lukkum. Ikki tí, fyri nøkr-
um árum síðan var alt klárt
til at gera eina koyritekn-
iska breyt í Føroyum. Ein
arbeiðsbólkur
við
um-
boðum frá Bileftirlitinum,
Landsarkitektinum, Lands-
verkfrøðinginum, Lands-
byggifelagnum, Trygging-
arsambandinum og koyri-
lærarunum skrivaðu eitt álit
um breytina sum ein sjálvs-
ognarstovn,
og
hvussu
raksturin skuldi skipast.
Pengar vóru játtaðir og
grundstykkið var klárt úti í
Havnardali. Landsbyggi-
felagið gjørdi eitt modell,
sum varð alment sýnt fram.
Eisini vóru umboð frá
N.A.F. í Noreg her sum
ráðgevar, og søgdu frá
teirra royndum við hálku-
breytum.
Vónandi ikki slept
Men av einari ella aðrari
orsøk bleiv hendan ætlan
ongantíð sett í verk. Ein
orsøk skuldi vera, at larmur
frá hálkubreytini kundi ør-
kymla hestarnar hjá Ríð-
ingarfelagnum, sum helt til
í grannalagnum í Havnar-
dali.
Ætlanin var at koyritekn-
iska breytin skuldi vera ein
sjálvsognarstovnur, har øll,
sum gingu til koyrifrálæru,
skuldu læra at koyra í
hálku, áðrenn tey fingu
koyrikortið. Eisini kundi
verið skipað fyri kapping-
um, har kappast varð mill-
um stovnar, fyritøkur og
einstaklingar,
um
hvør
bleiv »ársins úrvalsbilfør-
ari«.
Vónandi er hendan verk-
ætlan ikki slept, tí ein
koyriteknisk breyt hevði
havt ómetaliga stóran týdn-
ing fyri ferðslutrygdina í tí
alsamt vaksandi ferðsluni í
landi okkara.
Koyriteknisk breyt hevur stóran
týdning fyri ferðslutrygdina
Landsbyggifelagið gjørdi hetta modellið av koyriteknisku breytini, sum skuldi byggjast í Havnardali
Bert ferðin veksur við 5 km/t kann verða trupult at koyra millum keylurnar
Bussur á veg oman eftir hálkubreytini
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3138
Navn: Sp/f Christiansen
Adressa: 530
Fuglafjørður
Kommuna: Fuglafjarðar
Kommuna
Stovningardato:
03.03.2001
Viðtøkudato: 03.03.2001
Kapitalur: Kr.
110.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 110.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Jón Leif
Christiansen, 530
Fuglafjørður.
Stjórn: Jón Leif
Christiansen, 530
Fuglafjørður.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av
stjóranum.
Grannskoðari: : P/F
Grannskoðaravirkið
Inpact, R. C.
Effersøesgøta 26, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
03.03.2001 - 31.12.2001
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
fiskivinnu, keyp, søla og
annað virksemi í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann
20. marts 2001
Kristin Balle
_____________________
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Honda Civic 1.4 IS - 5 gear, 4 hurðar
Árg.: 1996
KM: 61.254
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú, og
kann síggjast á Tryggingini á Smyrilsvegi í Tórs-
havn.
Fróði Müller, sýnsmaður
tlf. 345727
e-mail: fm@trygging.fo
fax nr. 345607
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 0800–1000
og fríggjadag kl. 0800–1600
Um Gud vil verður bíbliugransking
í Zarepta á páskum
Evnir:
Móses
Rómbrævið 9–16
Tessalonikabrævið
Líðingarvika Jesusar
Tíð:
Skeiðið byrjar mikukvøldið 11.4.2001
og endar mánadagin 16.04.2001
Aldursmark 17 ár og eldri
Tilmelding:
Áhugað verða biðin um at tekna seg
í góðari tíð á tlf. 315062
Bilur við stórum
frontskaða til sølu
Merki: Toyota Corolla 2.0 XL STW. Diesel
Árg.: 1995
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og
kann síggjast hjá Tryggingini á Smyrilsvegi í Tórs-
havn.
Beinleiðis tlf. 345727
fax nr. 345607
Fróði Müller
e-mail: fm@trygging.fo
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 0800–1000
og fríggjadag kl. 0800–1600
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Starvið:
Uppgávurnar hjá málsviðgeranum
eru í høvuðsheitum:
• málsviðgerð/samrøður í sam-
bandi við førleikagevandi tiltøk
• málsviðgerð í sambandi við
arbeiðsávísing og farloyvis-
skipanina
• samskifti millum ALS og
arbeiðsgevarar
• at vera við til at tillaga og
menna arbeiðið innan arbeiðs-
ávísing og førleikagevandi tiltøk
Málsviðgerin verður settur á
Tryggingar- & ávísingardeildini,
har 12 fólk starvast.
Umframt arbeiðsávísing, far-
loyvisskipan og førleikagevandi
tiltøk umsitur Tryggingar- &
ávísingardeildin eisini NordJobb,
vanligan arbeiðsloysisstuðul,
fiskavirkisskipanina, flyting
millum A-kassar og arbeiðsloys-
istrygging fyri sjálvstøðug vinnu-
rekandi.
Førleiki:
Talan er um eitt avbjóðandi starv,
har tú mást:
• hava hóskandi útbúgving
• kunna arbeiða sjálvstøðugt
• hava góð samstarvsevni
• kunna arbeiða í bólki, har lykla-
orðini eru fleksibilitetur og
dynamikkur
• kunna arbeiða við EDV á brúk-
arastøði
Fyrimunur er, um tú hevur arbeiðs-
royndir innan fyrisiting og innlit í
føroyska arbeiðsmarknaðin.
Vit bjóða:
Eitt starv við nógvum ymiskum
uppgávum, har tú bæði arbeiðir
sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi
við onnur.
Góðir møguleikar eru fyri skeið-
luttøku og eftirútbúgving.
Løn sambært avtalu. Miðað verð-
ur eftir, at starvið verður sett sum
skjótast.
Umsókn:
Umsóknir, við avriti av prógvum
og møguligum viðmælum, skulu
vera ALS í hendi í seinasta lagi
mánadagin 26. mars 2001 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
ALS
Postsmoga 3022
110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til deildarleiðaran,
Anne á Dalbø, á teldupost-
adressu anne@als.fo ella á
tel. 349550.
Málsvi›geri til ALS
ALS l‡sir vi› hesum eftir málsvi›gera til Tryggingar- & ávísingardeildina
ALS
Arbeiðsloysisskipanin
P.O.Box 3022 • FO-110 Tórshavn
Tel 349550 • Fax 349551
teldupostur: als@als.fo
ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri
bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita
arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 21 fólk.
Virksemið hjá ALS er í høvuðsheitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur
stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á
arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri.