Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Tann 90 ára gamli Jógvan Gerðalíð er kendur sum ein fram­ úr skilamaður og góð­ ur frásøgumaður. Tað var ofta, at hann dugnaði FF­blaðnum, og eina ferð gjørdu vit eina avtalu um, at hann skuldi greiða frá, hvussu tað var at vera landkrabbi millum sjógarpar. Henda frásøgnin kemur nú Eingin av systkjum mínum høvdu nakra serstøðu, tá ið tey vóru borin í heim. Men tað hevði eg longu áðrenn, eg var gitin í móður lívi, um so var, at ein drongur kom burtur úr. Eg var borin til ein sjey marka garð, og so skuldi tað fíggjarliga hava verið tryggjað. Soleiðis hugsaðu fólk tá á døgum. At vinna ein sjey marka garðs lutaseðil var fongur, ið dugdi. Hjá onkrum er hetta í dag kanska ein kleppur, ið tey ikki rættiliga vita, hvat tey skulu gera við. Ikki vilja tey hava hann, og ikki vilja tey av við hann Vit blivu 10 systkin. Átta dreing­ ir og tvær systrar. Tann yngsti beiggin bleiv bert fáar dagar gamal, so doyði hann. Eg var ikki heima og kom bert at síggja hann á mynd í kistu. Pápi var fiskimaður og motor­ passari. Hann festi ikki, fyrr enn hann var yvir 40 ár, og tá var eg farin av landinum. Av tí, at hann var motorpassari, fekk hann nakrar krónur eyka, tá hann var til skips. Vit veltu epli, høvdu kúgv, skóru torv, áttu leypar av øllum sløgum, fýramannafar, línutrog, tráðu, skrubbustingara, øðudregg, øðuklógv, jarnbrot, eyrhøggara, spakar, hakar, kvísl, gróthamrar og grótbor, sum sjálvandi var til sleggju. Vit áttu eisini ross, hestavogn, klyvjaleypar og ikki at forgloyma trillubøruna, har hon kundi brúkast. Við trillibørini sluppu vit frá leypinum, og spardi hetta nógv upp á lendarnar, ið mangan marvaðu skinnið á hol. Jú, vit vóru bara væl fyri, og høvdu øll nýmótans tátíðar amboð. Var okkurt at forvinna í aðrar mátar, so sum fiskaarbeiði ella annað, lógu vit altíð framvið, børn sum vaksin. So vit vóru ómetaliga væl fyri. Halgistaðurin Pengar vistu vit sum børn einki um. Uppi í ovasta eystara horni­ num á spísikamarshillini vistu vit, at mamma goymdi... Um so var, at hon átti nøkur oyru, so lógu tey har. Vit kendu ikki orðið »tabu« tá. Men hetta var templið, halgi­ staðurin, hvat tí fíggjarliga viðvíkti. Eg veit ikki, hvat hini systkin míni komu sær, men eg kom aldri, ikki eina ta einastu ferð, inn á henda krók. Eg veit eisini orsøkina. Eg óttaðist at fara hagar. Eg visti, hvussu álvarsamt mamma handfór henda krókin, og eg visti, hvat hetta hevði at týða fyri okkara húsarhald. Eg haldi tað mest var av tí, at eg var bangin fyri, at har var kanska einki í krókinum at heinta…. Kontrabókin Vit høvdu kontrabók, sum keyp­ maðurin skrivaði í, og um eg minnist rætt, so lærdu vit her hesi løgnu orðini debet, kredit, saldo og balance. Men hvat var hvat, tað hevði eg onga hóming av. Men tey ørkymlaðu meg. Kann vera, at hesi gandaorðini ikki vóru øll í kontrabókini, men í uppgerðini pápi fekk frá reiðaranum, mundu tey nokk øll standa. Mamma mundi saman við øllum øðrum sjómanskonum tá í tíðini hava tað sera svárt, bæði so og so. Eg minnist mangan um várar­ nar, tá illveður var, hvussu væl tað sást á henni, og hvussu friðarliga hon gekk um hurðarnar. Ikki tað, hon klamsaði ikki við hurðunum til tað dagliga. Hon var ein sera stillfør kvinna. Hvirlurnar skryktu í húsarhorn­ ini, bæði tímiliga og andaliga. Men hon hevði eitt trygt fast akker, grivið djúpt í góðan hald­ botn. Álit hennara var á Klettin, hin alvaldandi Gud. Í teirri vón hevði hon eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið, har Jesus sum fyrirennari okkara fór inn. Hebrerabrævið, 6. 19­20. So hetta, tá landsynningsódnin á nátt leikaði í uppá tað harðasta, og so ta løtuna, tá hann stakk vesturá. Tær hvirlurnar kundu skaka í merg og bein. Har var einki elektrisk ljós at troysta seg við, og náttlampu var ikki nakað, vit brúktu. Men tað var ikki bert óhugni í øllum hesum, men eisini hugni og stórbærleiki. Aftan á, at hann var stokkin, vindurin blíðkaður, og hvirlurnar tagnaðar og bert buldrið av briminum og malargrótinum hoyrdist, tá fall meira friður á sinnið hóast alt myrkrið. Tú sá fyri tær aldukambarnar, nú hann var stokkin og vindurin lá út av, koma skúmandi inn móti mølina, sprænin av teimum, meðan tær brutu himmalhøgt og tjúkt, til tær fánaðu upp í loftið, og hvirlan legði seg. Og so malargrótið, sum trummaði aldurnar við sínum taktføstu sløgum út og inn eftir mølina við óteljandi malargrótsteinum, sum hvør hevði sítt ljóð. Har vóru meira enn teir sjey tónarnir: do re mi fa sol la bi, sum kundu nokk gera øllum, bæði mollum og durum fyri skommum, tí har eru tónar, ið eingi enn uppfunnin ljóðfør finnast, ella tónasmiðir kunnu tekna. So aftur til gerandisdagin. Eisini illveðrið ávirkaði meg, men vit tosaðu ikki um tað. Jógvan Gerðalíð: Landkrabbin millum sjógarparnar Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hetta er mynd av øllum húskinum í Gerðum. Aftara rað f.v. Absalon, Jákup og John. Fremra rað: Karla, Erland, Jógvan, Malvina, Jákup, Solborg, Benni og Villi. Myndin er tikin umleið 1940 Villi sum trolaramaður