Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2007 MIÐvIkaN 22 ➙ Fagnaðarboð tá skipini komu Tað hoyrdist einki frá skipunum tá á døgum. Eg havi hugsað hetta, hvussu tungt tað mundi kennast. Einki vistu vit, fyrr enn skipini komu aftur undan Íslandi, og gleðirópið “skip ohøj”, “skip ohøj”, rungaði millum fjalla, og vit struku til beins at vita, um tað mundi vera pápi, sum nú kom. Her í Gerðum sóu vit ikki skipini koma undan Klakkinum, so tað vóru Uppsaladreingir, ið bóru boðini fyrst. Jú “skip ohøj” vóru fagnaðarboð við lít. Og tó, aftanfyri lá henda ófrættakensla í barminum. Mundi flaggið vera í topp. Ella kanska….? Kanska hesar dagar mamma gekk stúrin. Hava teir á Suður­ landinum staðið í sólskini og fíla. Og umvent: Tá vit hava gingið hvítklæddir, hava teir ligið undir brotasjógvum? Einki frættist. Um sumrarnar var pápi til skips, til eg var um 14 ára gamal. Tá fór hann til annað arbeiði, fekk sær bil og bátin Polaris. Førdi sand, gróv av grundum, stoypti grundir og annað sum grót­ og grovarbeiði. Hann var raskur arbeiðsmaður, hegnigur og fyri okkum yngri nógv for tolin, treystur og treiskur. Vit høvdu ikki altíð tol við hann. Men vit vistu eisini, hvat tað galt, hetta at hava eitt stórt hús at forsyrgja. Vit sigldu eisini við olju fyri Shell, sum Christian Holm Jacob­ sen stóð fyri, og fyri D.D.P.A., Det Danske Petroleums Aktieselskab, seinni Esso og Statoil, sum Valdemar Lützen umboðaði. Vit sigldu í Norðoyggjum og oljan var í tunnum. Tær tunnur, sum ikki gingu í lastina, vóru skoraðar millum lúnningarnar á dekkinum. Av og á, aftan á at pápi var uppilagstur, fór hann onkran túrin til skips, men hetta varð ikki tað stóra. Sjómanslívið byrjar hjá beiggjunum Eg fór so av landinum knapt 17 ára gamal at læra landbúna. Alt hetta vegna serstøðuna, eg var í sum tilstundandi bóndi. Nú var eg so komin aftur og blivin 21 ár. Komin heim aftur var stór broyt­ ing hend hesi árini. Ikki minst fyri fiskimannin og beiggjarnar. Nú byrjaði av álvara langa, áhaldandi sjómanslív teirra, sum kom at ávirka heim og húsarhald okkara. Beiggjarnir fóru, so hvørt teir komu til, til skips. Hvørt oyra kom at gera mun, og teir hjálptu allir til at lætta um húsarhaldið. So kom kríggið og aftur tók ein heilt onnur støða seg upp. Eg minnist, at Absalon, sum sigldi niður við fiski og vann væl av peningi, keypti sær bil. Hesin var kanska meir at spæla sær við enn, at tað var brúk fyri honum. Feilurin var bara tann, at hann var so lítið heima sjálvur og gjørdi lítið brúk av bilinum. Heldur ikki var hetta nakað kupp, tí bilurin royndist illa. Hetta bert fyri at vísa á munin á tí, ið var alneyðugt og so marg­ lætistilveruna. At fara á tað, tey kallaðu »upp á skúla« fyri at fáa varandi arbeiði á landi, vóru hvørki ráð ella hugur til. Onkur av beiggju­ num byrjaði, men tá, ella stutt eftir at loyvt var at fara úr skúlanum, stungu teir av. Tað var sjógvurin, ið dró teir allar sum ein. Mamma stríddist av øllum alvi við at fáa onkran av teimum at fara at lesa víðari, men tað var sum at sletta vatn á gás. Einir tveir byrjaðu, góvust og fóru so til skips. Pappírini komu ikki fyrr enn seinni, og í dag munnu tey flestu ikki halda hetta vera tað stóra at breggja sær av. Jákup og Erland tóku motor­ passaraprógv. Jákup, John, Benni og Villiam tóku navigatiónina. Hvussu prógvini eru, minnist eg ikki, men allir hava so baksast alla sina tíð úti á havinum. Erland var kanska eitt undantak. Hann fór at fáa sær bil seinna partin av ævi síni. So vóru tað eg og Absalon, vit vóru hvassir. Hóast Absalon ikki hevði motor­ passaraprógv, so hevði hann tað, at hann fekst við motorar eina tíð. Undir krígnum var hann annar meistari, ella kanska teir kallaðu tað smyrjari, á Polar­ farinum og mundi nokk fást við motorar, til hann fór við trolara. Sigldi inn í havnar­ skrivstovuna Jákup var motorpassari undir krígnum við Haraldi. Óla Jákup á Eiðinum var smyrjari. Hans Pauli hjá Mortani førdi skipið. Teir høvdu verið í Aberdeen og selt og komu á Klaksvík. Her løgdu teir okkurt upp á Stengar­ brúnni. Okkurt høvdu teir eisini við, sum skuldi út á Skála, og tíðliga á morgni loystu teir. Teir lógu norðan fyri sunnaru brúgv á Stongunum. Skipið hevði spryt og lá einar tveir favnar frá kontórinum hjá Havna Palla. Hans Pauli ringir bakk á telegrafin og Jákup koplar í, men hvussu er og ikki, skipið fer spakulig fram, inn móti skrivstovuni. Stutt er skotbráið, og Hans Pauli ringir »full speed« bakk og vónar, at tað eydnast at bakka áðrenn tað stoytir. Jákup koyrir regulatorin í botn og bang. Hans Pauli ringdi STOP. Tíbetur var ferðin ikki komin á skipið, og kanska stóð hon eisini, tí grunt var har inni við skrivstovuna, men sprytið fór so væl inn í kontórið. Hans Pauli rópti: »Jákup kom her! Hygg hvat tú hevur gjørt!« Jákup sigur mær, at Óla Jákup hevði startað motorin henda morg­ unin og hevði ikki lagt til merkis, at hann gekk øvugt og hevði tí ikki kastað motorin um, sum teir kallaðu tað. Hans Pauli, sum mangan var skemtingarsamur, ringdi av Skála til Havna Palla, at um hann saknaði eitt vindeyga, so var tað her hjá sær, og hann skuldi koma aftur við tí, tað hongur á sprydi­ num á Haraldi! Palli mundi nokk hava frætt standin. Fingu kortini koyrikort Aftur til pappírini. Tað vil siga vit báðir, Absalon og eg, fingu eingi maritim pappír, men vit fingu báðir koyrikort. Onkur í dag vil nokk ikki halda tað vera nakað at reypa av, men tað var tað tá. Tað mundu ikki vera tey mongu, ið kundu reypa av einum koyrikorti. Reglurnar í dag munnu vera hópin strangari. Líka mikið, okkurt skuldu vit duga. Minnist, at tað stóð í reglunum at, »Trafikken skal gå i vejbanens højre side.« Fyri tað fyrsta var bilurin mangar staðir breiðari enn vegurin, og fyri tað annað var eingin trafikkur. Har kundi akkurát tað sama staðið, at »trafikken skal gå i vejbanens begge sider«. Gjørdi hann ikki tað, ja, so fór hann út av, antin til vinstru ella høgru. Bæði landkrabbi og ikki Tá eg sigi, at eg eri landkrabbi, so er tað satt, men kanska ikki allur sannleikin. Eg havi ikki verið tað tey kalla »til skips«. Men nakað havi eg fiskað, og tá tað kemur til tonsatalið, fer kanska at standa á hjá onkrum av beiggjunum. Frá tí, eg fór úr skúlanum, til eg var út við 17 ár var eg við einum 30 tonsara. Tað vil siga, at hann tók 30 tons av sandi, og tá var hann søkklaðin. Hetta var ein partur bæði av bestu og ringasta tíð av lívi mínum. Eg slapp glaður úr skúlanum. Tað var enntá fýra vikur áðrenn eg var 14 ár, av tí at frítíðin byrjaði 1. august og eg fylti 26. august. Alt ger mun, segði Snopprikkur. Tað var ein fagnaðardagur. Mín ringastu tíð hevði óivað ikki verið so ring, um trygdarskeið høvdu verið hildin, og um eftirlit av skipum og amboðum vóru Krúndiamantbrúðarparið Astrid og Jógvan Gerðalíð Polaris við lendingina í Mikladali