mikudagur 23. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Eitt várkvøld í Keypamannahavn
hittu vit Guðrið Hansdóttir,
og tosaðu um lágt sjálvsálit,
80’ara image, at bestemma, at
gevast í einum bólki og rotin
ummæli. Millum annað.
Samrøða
Petur W. Háberg
- Góði ikki spyrja meg, hvussu tað er at vera
kvinnuligur tónleikari í Føroyum! Tað er veruli-
gani tann keðiligasti spurningurin, eg kann
fáa, sigur Guðrið og flennir, í tí hon setur seg
hinumegin borðið.
- Eg havi fingið handan spurningin so oftani
og dugi framvegis ikki at geva eitt ordiligt svar.
Hon hevur fyri løtu síðani spælt á
Norðuratlantsbryggjuni, har singer/songwriter-
festivalurin, 'Ljóðmandi Kuldabrúgv', verður
hildin.
Vit hava sett okkum eitt sindur burtur frá
salinum og fjøldini, sum prátar, flennir og
hugnar sær eftir eina væleydnaða konsert.
Ein øl og ein kaffikoppur eru á borðinum, so
fyritreytirnar fyri einari hugnaligari samrøðu eru
í lagi. Diktafonin, sum eisini liggur á borðinum
(tó uttan at spjaða stórvegis av hugna) verður
tendrað, og blokkurin við spurningum verður
tikin fram.
Loksins
Guðrið Hansdóttir (Hansen inntil fyri stuttum)
hevur altíð spælt tónleik, og frá tí hon var 14 ár,
hevur hon gjørt løg. Men tað er ikki fyrr enn nú,
tey seinastu tvey árini, at Guðrið veruliga hevur
gjørt vart við seg:
- Frá tí eg var heilt lítil, havi eg spælt klarinett.
Og inntil eg var eini 14-15 ár spældi eg bara
klassiskt. Men tá tímdi eg ikki meir og fór í holt
við gittaran. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn eg
byrjaði at smíða løg.
- At byrja við vóru tað mest vinfólk, sum
skrivaðu fyri meg, og tey flestu løgini høvdu
bara melodi og ongan tekst. Men seinni byrjaði
eg so at skriva sjálv.
- Tað er heilt einfalt vegna ov lítið sjálvsálit, at
tað ikki er komið fram fyrr enn nú. Eg tordi snøgt
sagt ikki. Helt meg ikki vera nóg góða. Men
longsulin var har alla tíð og eg vildi ræðuliga
gjarna. Og eg havi sikkurt heldur ikki verið klár
til tað tá.
PH 5,5
Men í 2005 kendi Guðrið seg nóg búnaða og tók
tað neyðuga stigið:
- Mann gerst eldri og meira tilvitaður. Sum
tannáringur er man ofta eitt sindur undarligur.
Einki sjálvsálit, og man hugsar ræðuliga nógv
um, hvat onnur halda um teg. Tá man so gerst
eitt sindur eldri, leggur mann knappliga ikki so
nógv í, hvat onnur siga og halda. Mann vil bara
gera tað, sum mann hevur hug til.
- Eg tók meg saman og stovnaði bólkin PH
5,5 saman við Rannvá Jacobsen í sambandi við
Prix Føroyar. Og tá fekk eg veruliga blóð uppá
tonnina og samstundis eisini mót upp á tað.
Isadora and the Rebels
Saman við Jógvan Andriasi, Bartali og beig-
gjanum, Fróða, stovnaði hon Isadora and the
Rebels, sum veruliga gjørdu um seg tað skeiðið,
tey spældu saman, frá ’05 til ’07.
- Aftan á PH 5,5 fekk eg tað dirvið, sum skuldi
til, fyri at eg kundi gera mítt egna, og tá bað eg
teir koma at spæla. Og tað var eisini ordiliga
feitt.
Isadora and the Rebels gjørdust beinanvegin
eitt sera heitt navn í Føroyum, kanska serliga
í Havn. Samantvinningin av hørðum rokki og
kláru røddini hjá Guðrið riggaði væl, og bólkurin
varð av fleiri skírdur at vera eitt tað mest lovandi
navnið á føroyska tónleikapallinum. Men fyri
umleið hálvum árið síðani kunngjørdi bólkurin,
at tey fóru hvør til sítt:
- Isadora and the Rebels vóru fýra fólk, sum
ikki vildu tað sama. Tónleikaliga vóru vit alt ov
ymisk, og tá er tað torført at skapa nakað saman.
Dreingirnir vóru allir rættiliga heavy, og tað
riggaði ikki til mín tónleik.
Spurd, um hon saknar at vera í einum bólki,
svarar hon:
- Eg sakni samanhaldið, sum ein bert fær í
einum bólki. Men samstundis skalt tú liva upp til
ein ávísan leiklut sum frontkvinna. Tú skalt vera
kul, tú skalt vera sexy o.s.fr. Eg føli, at tað, sum
eg geri nú, er nógv meiri natúrligt.
- Í Isadora and the Rebels goymdi eg meg eitt
sindur aftan fyri hinar limirnar í bólkinum, og tá
dámdi mær ikki at spæla einsamøll. Og tað er jú
ikki gott. Men nú dámar mær satt at siga betur
og betur at framføra einsamøll. Nú eri tað bara
eg, og eg havi ongan at goyma meg aftanfyri.
Ljósareyðir stivlar og glitrandi
kjólar
Guðrið er í ljósareyðum stivlum, svørtum kjóla
við glitrandi speglpuntum og einum stuttum
gulljakka, sum somuleiðis glitrar. Hevur tú sæð
hana framført fyrr, so veist tú, at klæðini eru ein
partur av hennara image. Tey eru altíð nakað
serligt og sjálvdan tey somu. Eg gevi henni eina
viðmerking hesum viðvíkjandi, og hon svarar:
- Eg haldi tað vera ótrúliga umráðandi at hava
eitt image, sum er gjøgnumført. Og ikki bara eitt
sindur. Mann skal taka tað allan vegin.
- Íblástur fái eg frá Blondie, Kate Bush og
øðrum artistum úr 80’unum. Alt verður keypt
uttanlands, og alt er second hand. Mær dámar
væl at ganga í klæðum, sum eingin annar eigur
sama slag av. So tá ið eg eri uttanlands, so
verður keypt inn í stórum stíli!
Enskt er tónleikamálið
Tá ið Norðurlandahúsið herfyri skipaði fyri einari
sangskrivarakapping, var eitt lag hjá Guðrið
við. Sjálvt um hon ikki vann, vóru tað fleiri,
ið hildu 'Love is Dead' vera millum tey bestu
løgini. Lagið við tí bersøgna heitinum avspeglar
eisini ein sangskrivara, sum skrivar beint úr
hjartanum:
- Alt er sera persónligt, sum eg skrivi um. Tað,
sum hendir beint her og nú. Og kanska er tað
í so persónligt ofta. Ræðuliga nógvar kenslur.
Man kennir seg kanska eitt sindur illa, og tað
kennist, sum man avdúkar eitt sindur ov nógv til
tíðir. Men eg geri tað kortini.
Eg spyrji hana, um alt er á enskum, ella um
móðurmálið eisini sleppur upp í part:
- Har er okkurt føroyskt, men tað er ræðuliga
lítið. Dugi heilt einfalt ikki, sigur ein erlig Guðrið.
- Samstundis haldi eg, at enskt er
tónleikamálið, um mann kann kalla tað tað.
Tú kanst siga eitt á enskum, sum á føroyskum
ljóðar undarligt og enntá platt! Fólk spyrja, hví
eg ikki syngi á føroyskum, og nøkur hava hug
til at gera tað til eina 'big deal'. Tað er nógv
natúrligast fyri meg at skriva á enskum, og tí
dámar mær ikki at verða tvingað at skriva á
føroyskum.
- Eg elski melankoli
The Cardigans, Kate Bush og Jethro Tull eru
bara nøkur fá av nøvnunum, sum Guðrið fær
íblástur frá. Men sum heild er tað melankolskur
tónleikur, ið henni dámar:
- Næstan allir sangirnir hjá mær ganga í mol.
Tað er hetta melankolska, sum eg dyrki. Og eg
elski eisini melankoli í tónleikinum hjá øðrum.
Melankoli í tónleiki er fantastiskt, haldi eg.
Sorgblídni. Og tað merkir tó ikki, at tú absolutt
nýtist at vera deprimerað fyri tað.
Kritiskur kritikkur
Tá ið vit koma inn á ummæli í Føroyum, letur
Guðrið ikki so væl at:
- Tað heila tykist eitt sindur pátikið.
Konsertummælini eru ofta rættiliga rotin: hon
spældi tað og tað og tað, og tað ljóðaði væl.
- Ókey, tað er eitt lítið land, so tað er kanska
ikki so lætt. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi
fingið veruligan kritikk frá nøkrum. Ella jú... Tá
ið vit í Isadora And The Rebels vóru við í GBOB
í heyst, vóru vit veruliga sett upp á pláss. Av tí
at øll eru líka fitt og ikki siga sínan meining, so
verður man eitt sindur høgur í hattinum. Men
eftir okkara framførslu á GBOB tosaði eg við
allar dómararnar og fekk at vita, hvat var gott,
og hvat var minni gott. Og tá byrjaði tað at
ganga upp fyri mær, at vit kanska ikki vóru so
feit, sum vit høvdu hildið okkum verið.
Framtíðin
Ølin er tømd og kaffið drukkið, men áðrenn vit
skiljast, spyrji eg um hennara framtíðarætlanir:
- Eg eri júst farin í studio við mínum nýggju
tónleikarum. Sangirnir eru allir teir somu, sum
vit spældu í Isadora and the Rebels, men latnir
í ein heilt nýggjan ham. Eg kalli tað fólka-
/popptónleik. Alt er vorðið nógv bleytari, og
soleiðis vóru sangirnir eisini upprunaliga ætlaðir
at vera.
Síðani spyrji eg hana hvørjar ætlanir hon
hevur við hesi fløguni:
- Fyrst og fremst vil eg hava tónleikin út av
verðini, tí at eg komi ikki víðari, sum nú er. Eg
komi ikki víðari, fyrr enn eg havi givið tað út.
Soleiðis kennist tað í øllum førum. Og tá ið tað
er gjørt, kann eg fara víðari.
- Ætlanin er síðani at flyta niður til Danmarkar.
Føroyar eru so lítlar, og tað skulu bara nakrar
fáar konsertir til, so hevur tú spælt fyri øllum.
Dreymar?
- Mín dreymur er at liva av tónleiki. Liva væl av
tónleiki.
Hvussu er at framføra?
- Eg dyrki tað. Eg elski at syngja. Men eg haldi,
at eg havi nervar hvørja ferð. Tað fer ikki vekk,
men tað er kanska eisini líka gott. Meiri royndir
man fær, nemmari blívir tað. Men nervar havi
eg altíð, sigur Guðrið og hugsar eina løtu, tá eg
spyrji hana, um hesin hugurin er nýggjur ella
altíð hevur verið har:
- Eg veit ikki... drívmegin hevur allatíð ligið í
mær, men hevur bara verið goymd so leingi. Nú
kann einki steðga mær. Nú koyrir tað bara.