mikudagur 23. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Tað hoyrist á fløguni Let Your
Scars Dance, at Lena og Niclas
eru ment á nærum øllum økjum
síðan síðstu útgávuna Can’t
Erase It. Nógvu konsertirnar
og miðvísa arbeiða hjá fremstu
føroysku tónleikahjúnunum
hoyrist aftur á hesari frálíku
útgávu, ið er nógv tað besta,
ið nakar av teimum hevur latið
úr hondum.
Ummælið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fløgan Let Your Scars Dance hjá Lenu Andersen
rakti meg beint í hjart, longu fyrstu ferð eg hoyr
di fyrstu tónarnar av fyrsta lagnum á fløguni,
Lenu, ið uttan fylgispæl syngur orðini:
Lay down all your worries
Lay them down at your feet
Soon you will be dancing
To rhytm of your own heartbeat
Alt meðan ljóðið av hjartaslátti spakuliga
byrjaði at buka í oyrum mínum. Eg var seldur
beinanvegin. Hóast eg ikki dansaði, so dansaði
hjarta í bringuni. Hetta var so øgiliga nógv
betur enn nakað, ið Lena ella Niclas høvdu latið
úr hondum áður. Menningin, ið tey bæði eru
farin í gjøgnum, sum tónleikarar, sangskrivarar,
tekstskrivarar og kanska eisini sum menniskju,
hoyrdist aftur í hesum 10 løgunum.
Svartskygni gjørt til skammar
Fløgan hevur ligið í fløguspælaranum leingi nú,
og mær dámar hana akkurát líka væl, ella um
rætt skal vera rætt uppaftur betur. Hetta er ein
gjøgnumførd tónleikaframleiðsla: væl skrivaði
løg, fínir tekstir, væl sungið, væl spælt og oman
á alt, so er tað eisini væl framleitt og ljóðblan
dað. Samstarvið millum Lenu, Niclas og Óla
Poulsen hevur á báðum fyrru fløgunum hjá Lenu
verið dømi um, hvussu galið tað kann ganga, tá
fremsti føroyski ljóðblandarin fær fríar teymar
við popprokki. Úrslitið; tvær alt ov poleraðar
fløgur, ið als ikki gjørdu Lenu ella hennara san
gum nakra tænastu. Tí var eg sera svartskygdur,
tá eg frætti, at Lena og Niclas høvdu avbrotið
samstarvið við Red Hot Chili Peppers blandaran
Ryan Hewitt og vóru farin aftur til Óla Poulsen.
Men eg skal viðganga, at tey hava gjørt mínum
svartskygni til skammar.
Kínt fyri staklutunum
Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga
sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og
røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta
á fløgu. Ikki tí, fløgan ljóðar ikki, sum Lena live.
Her er kínt fyri staklutunum og arbeitt nógv
við at fáa teir at fella inn í ljóðmyndina uttan
at hvørva, og tað er kanska júst hetta, sum
ger munin á hesi útgávuni og teimum fyrru:
Hesaferð er kínt fyri staklutunum, teir eru ikki
bara pussaðir við sandpappíri niður til okkurt
blankt og slætt.
Poppkendur rokkur
Tað ljóðaði, at orsøkin, at samstarvið við Ryan
Hewitt varð slept, var, at hann og hjúnini ikki
høvdu somu tilgongd til løgini, og at hansara
ljóðbland kanska var meira rokkkent enn tað,
sum tey ynsktu. Hetta verður í ein ávísan mun
váttað á lagnum Who Am I, ið er einasta ljóð
blandið hjá Hewitt, ið er komið við á fløguna.
Hetta ljóðbland brýtur nógv frá hinum løgunum.
Tað rokkar og er í mínari metan sera væleydnað.
Ein lopfjøl mót
popptin