Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Tað kemst heldur ikki uttanum, at hetta er ein poppkend rokkfløga, heldur enn ein poppfløga við rokkdámi, sum tær fyrru fløgurnar vóru. Tí var tað kanska upplagt hjá Hewitt at leggja seg á tann bógvin. Tað hevði sjálvandi verið áhugavert, at hoyrt ljóðblandini hjá Hewitt og samanborið tey við ljóðblandini hjá Óla Poulsen, men hetta havi eg ikki havt møguleika fyri, og tað hevur í veruleikanum ikki nakran veruligan týdning, tí Lena og Niclas hava valt Óla Pouslen, og sum ummælari og lurtari er hetta tað, ið vit mugu halda okkum til. Tað kann bara stað­ festast, at Óli Poulsen á hesi fløguni hevur gjørt eitt veruliga gott arbeiði. Prógvar sína góðsku Óli Poulsen hevur á eitt nú fløgunum hjá 200 og Peturi Pólsyni víst, hvussu høga góðsku hann kann lata úr hondum, meðan fløgur sum tann hjá Marius, Morning Dew hjá Høgna Lisberg, Chase fløgurnar og báðar Lenu fløgurnar, hava vigað tungt ímóti at velja Óla Poulsen til at ljóðblanda popprokk. Men á hesi fløguni próg­ var hann eisini sína góðsku innan poppkenda rokkin. Ljóðið hevur tann neyðuga kantin til, at Lena heldur í 2007. Hetta er galdandi bæði fyri viðgerðina av røddini í ljóðblandinum og í samlaðu ljóðmyndini, har ljóðið virkar autentiskt og viðkomandi. Niclas Johannesen hevur framleitt fløguna, og eigur stórt rós fyri hetta arbeiðið, ið er ein av høvuðsorsøkunum til, at fløgan er so góð og ljóðar so væl. Nýtslan av ymiskum ljóðførum, ið ikki teljast millum tey mest vanligu, og strúkarakvartettin, ið er tikin upp í Abbey Road geva ljóðmyndini dýpd. Sterkar frásagnir Fløgan er á tremur við góðum løgum og inni­ ligum tekstum, framførdum av framúrskarandi tónleikarum. Fyri meg er stutt millum perlurnar. Let Your Scars Dance er eitt av sterkastu og inniligastu løgunum. Hetta lagið vísur frásøgu­ konuna Lenu og tekstur lag og framførsla ganga hond í hond. Eg havi havt tí gleði at uppliva Lenu á nógvum konsertum seinastu árini, og tað er júst hetta at siga søgur, og gera upplivingina intima, ið er hennara størsta styrki. Á konsertum er Lena vanliga einsamøll við Niclasi á palli, men á hesi útgávuni er ein stórur bólkur við umframt strúkarar og hesi geva søgunum uppaf­ tur størri styrki. Tað er eingin loyna, at lagið Stones In My Pocket í mínari metan, kanska er sterkasta og mest inniliga lag, ið eg havi hoyrt frá Lenusa hond. Men á fløguni er lagið bert ein skuggi av sær sjálvum. Eg havi mangan hoyrt Lenu framført hetta lagið við so nógvari sál, at hvørt hár á kroppi mínum reisti seg. Men hetta er als ikki galdandi á fløguni. Hetta er bæði synd og skomm, tí lagið er á tremur við hjartablóði. Løgin avgerð Lagið Put Away Tomorrow For Tonight roynir seg í løtuni á 15 teimum bestu, men hví, júst hetta lag er valt at royna seg á almenna føroys­ ka listanum, er hinumegin tað, sum eg fati. Her er talan um nógv tað minst spennandi lagið á fløguni. Jú, gamaní hetta er eitt fínt lívligt popp­ rokklag, men als ikki av somu góðsku sum hini níggju løgini á fløguni. So eru nógv meira at gleðast um í The Carpenters kenda lagnum Catching The Sun, ið við sínum dudududu niðurlagið er so sera fangandi á ein ótrúlig sjarmerandi hátt, ella í tí vakra og eitt sindur óseka og fitta The Things I’ve Never Learned, tí rokkandi Who Am I, ella Tell Me All About It, ið er eitt sera dramatiskt lag á ein afturlenaðan undirspældan hátt. Nevnast kunnu eisini inniliga The Budding Rose, ið eg áður havi sagt um, at tað fær meg at hugsa um Suzanna Vega við ein Tom Petty tvisti, hesa lýsing standi eg við. Eisini Something’s gotta Give, ið á onkran hátt gevur mær Dolly Parton assosiatiónir, mestur tí, at tann undiliggjandi kontrikenslan á fløguni í hesum lagnum er týðiligari. Lært at brúka røddina Samanumtikið er trupult at draga nøkur løg framum onnur, heildarupplivingin er sera góð. Røddin hjá Lenu er so framúrskarandi, at hon enn einaferð hevur prógvað fyri mær, at hon er tann besta songkvinnan, ið vit hava í løtuni. Hon hevur í størri mun enn nøkur onnur føroysk songkvinna lært seg at brúka sítt ljóðføri á mest áhugaverdan hátt. Tað ger heldur einki, at Lena við tíðini er vorðin somikið dugnaligur yrkjari, at røddin hevur inniligan boðskap at bera. Tað er Høgni Egholm Magnussen, ið hevur gjørt fløguhúsan, hetta er hann komin væl frá. Ikki minst orsakað av frálíku myndunum hjá Bárður Eklund, er húsin sera snøggur. Tá hugsað verður um, hvussu nógvur áhugi hevur verið fyri Can’t Erase It, so kann hendan fløga, ið er somikið nógv betur gerast ein verulig lopfjøl upp á tónleikatindin fyri Lenu. FAKTA Let Your Scars Dance, 38 minuttir og 15 sekund. Framleiðari: Niclas Johannesen Ljóðbland: Óli Poulsen og Ryan Hewitt á lagnum Who Am I 10 løg: Let Your Scars Dance, Stones In My Pocket, Put Away Tomorrow For Tonight, Catching The Sun, Things I’ve Never Learned, Who Am I, Tell Me All About It, The Budding Rose, Something’s Gotta Give og And Life Carries On. Heitið, Let Your Scars Dance, kom til Lenu í einum dreymi, tá hon vaknaði, royndi hon at googla tað, og á Google fanst ongin setnin­ gur, ið ljóðaði júst so. Hetta tók hon sum eitt tekin um, at fløgan skuldi hava hetta heitið. Fløguhúsi: Høgni Egholm Magnussen Myndir: Bárður Eklund 6 AV 8 PLANETUM Ti dunum Let Your Scars Dance verður fyrsta fløgan, ið fær planetir fyri góðskuna. Hægsta talið av planetum verður bert givið, um fløgan kann metast millum tær bestu av sínum slag í heiminum, og ein tílík fær eina heila sólskipan: Tað er allar tær átta planetirnar í okkara sólskipan: Merkur, Venus, Jørðina, Mars, Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun. Er fløgan út av lagið vánalig og átti hon ikki at verið givin út, fær hon onga planet, og alt himmalhválvið verður goymt í stjørnumjørka. Fløgur, ið liggja millum hesar báðar mótpolar, fáa so planetir eftir góðsku. Fløgan hjá Lenu er t.d. sera góð og fær tí seks planetir, hetta merkir, at stjørnumjørkin goymir tvær av planetunum. Sólskipan til fløgur