mikudagur 23. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
SoleiðiS
verður
tú Sædd
í CanneS
Í hesum døgum er filmvika í Cannes, her verður
avgjørt hvat er hot og hvat er not innan filmíd
naðin. Tað er eingin ivi, at hottasta parið í løtuni
eru Angelina Jolie og Brad Pitt, allastaðni, ið tey
fara renna myndamenn í hølunum á teimum. Men
Cannes er á tremur við øðrum stjørnum, og hóast
myndamenn taka nógvar myndir, so er altíð vandi
fyri at hvørva burtur í mongdini, um tú bert ert
ein vónríkur sjónleikari, ið ynskir at gera vart við
seg. Tí verða nógvar royndir gjørdar við at lata seg
í serligar kjólar og klædningar fyri at onkur skal
leggja til merkis til tín. Í ár stendur Sara Forestier
fyri tí kanska mest kreativu og samstundis mest
sympatisku royndini. Til frumsýningina av Chacun
Son Cinema møtti franska sjónleikarkvinnan upp í
einum Amnesty International Control Arms kjóla,
ið hevði pistólar og patrónir seymaðar á seg.
Um tú eitur Angelina Jolie ella Brad
Pitt, tørvar tær ikki annað enn at
møta upp fyri at koma í allar miðlar
mynd: polfoto
Unga franska sjónleikar
kvinnan Sara Forestier
fekk gjørt bæði vart
við eina góða søk og
seg sjálva í hesum Con
trol Arms kjólanum
mynd: polfoto
PoSh Skelkar
enSkar fjøl
miðlar
Victoria Beckham ella Posh Spice er í hesi
vikuni í USA, har hon fyrireikar seg til, at hon
og maðurin David flyta til USA. Á einum túri
til handils á Sunset Boulevard í Holywood,
skelkaði hon paparazzi myndamennirnar, ið
annars eru vanir við eitt sindur av hvørjum.
Posh, ið sambært enska blaðnum The Sun
ikki hevur somikið sum smílst, síðan hon
í 1999 kunngjørdi, at hon var trúlovað við
David Beckham, sá veruliga út til at hugna
sær, og mitt í øllum flenti hon inniliga.
Paparazzi myndamenn vóru skjótir at taka
myndir av hesi skelkandi hending, og ensku
bløðini keyptu glaðbeint hesar heilt serligu
myndir, og skriva nú søguna.
Okkara myndaveitarar høvdu ongar myndir av
Victoriu, ið smílist, so her er ein meira
vanlig mynd av henni.
Mynd: SaN
Um nakar skuldi verið
í iva, so syngur Britney
Spears ikki, tá hon í
hesum døgum er á síni
comeback konsetferð
kring USA. Á konser
tini í vikuskiftinum í
The House Of Blues í
Orlando, Florida fekk
Britney knappiliga tøk
niligar trupulleikar, og
ljóðsporið við røddini
hjá henni, ið var banda
frammanundan, fór at
hakka, skrivar tv2..dk.
Tann áður so vælum
tókta popprinsessan
varð somikið illa við
av hendingini, at hon
mátti venda sær burt.
Hóast tøkniligi trupul
leikin varð loystur
beinanvegin, fór
Britney skjótt eftir av
pallinum, og konsertin
varðaði sostatt einans
14 minuttir og ikki 20,
sum ætlanin var, veit
danska heimasíðan at
siga frá.
ComebaCk ella
PlaybaCk?
baywatCh á GøtuSandi
Á hvørjum ári fylkist
nógv fólk á Gøtusandi
tá G!festivalurin verður
hildin, men hetta er
ikki einasta mentanar
hendingin, sum vakra
sandstrondin hevur verið
partur av. Á Youtube liggja
nógv føroysk filmsklipp
og eitt av hesum er ein
føroysk parodi upp á
Baywatch, nevnd Faroese
Babewatch. Ein flokkur av
ungum monnum spælir
intropartin til Baywatch í
teirra egnu útgávu á júst
Gøtusandi. Tað er LavaLa
va productions, ið hava
staðið fyri framleiðsluni og
hetta er annar filmur hjá
teimum, frammanundna
hevur LavaLava gjørt ræðu
filmin Eyðun Returns, ið
eisini liggur á Youtube.
Faroese Babewatch: youtube.com/watch?v=BfRPjVN5sso • Eyðun Returns: youtube.com/watch?v=qMCjfgsSn9s
Niels Uni Dam