mikudagur 23. mai 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 23. mai 2007
33
tíðindi
Seinastu vikurnar eru
fimm íbúðir í Turka
landi seldar føroying
um. Prísurin liggur
um milliónina, men
sambært Jákup
Jacobsen, sum um
boðar Concept House
í Føroyum, fært tú
veruliga góðsku fyri
pengarnar. – Hetta er
ikki sum at eiga summ
arhús í Saksun, sigur
hann
SUMMARHÚS
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyri einum lítlum mánaði
síðani fóru Jákup Jacobsen
og Kári Hentze undir at
greiða føroyingum frá møgu
leikunum, um at keypa
summarhús í Turkalandi.
Møguleikanum at keypa
eina íbúð í Kemer – eitt øki,
har miðalhitin um veturin er
tjúgu stig, og um summarið
liggur omanfyri 30 stig – eina
íbúð við hava og svimjihyli.
Við útsýni yvir risastór fjøll
við kavakløddum toppum, og
bara nakrar hundrað metrar
frá strondini.
Kostnaðurin fyri eina slíka
íbúð, sum er millum 80 og
100 fermetrar til støddar, ligg
ur frá 800.000 krónum og upp
eftir. Hetta ljóðar av nógvum,
men sambært Jákup Jacobsen
er tað ikki nakað, sum heldur
føroyingum aftur.
– Tríggjar íbúðir eru
seldar, og teir báðir næstu
handlarnir eru so gott sum í
hús, sigur hann, sum saman
við Kára Hentze umboðar
Concept House í Føroyum.
Keyp og leiga út
Sambært Jákup Jacobsen
er áhugin fyri íbúðunum í
Kemer stórur millum føroy
ingar. Eisini sjálvt um prísurin
liggur um milliónina.
– Áhugin er stórur, og
føroyingar hava ráð til tað.
Vit eru spakuliga við at
flyta okkum frá tankanum
um, at man skal partú einki
skal skylda, tá man fer í
grøvina. Men tað sigur seg
sjálvt, at tað ikki er tað unga
parið við tveimum børnum
og nýggjum húsi, sum ger
eina íløgu sum hesa, sigur
Jákup Jacobsen, og nevnir so
eisini onkrar møguleikar fyri
at gera eina íbúð “bíliga”.
– Eingin sigur, at man skal
vera einsamallur um íbúðina.
Tað kann til dømis vera tvey
pør, sum keypa hana saman.
Eisini kanst tú leiga íbúðina
út sjálvur, og harvið rinda
ein part aftur tann vegin.
Summarhús í Saksun
og Turkalandi
Consept House er ein donsk
fyritøka við turkiskum sam
starvsfeløgum. Teir hava
verið virknir í hálvttriðja ár,
og hava selt 54 íbúðir til danir.
Nú flyta teir seg spakuliga
inn á føroyska marknaðin,
og Jákup Jacobsen greiðir
soleiðis frá teirra vøru:
– Konseptið hjá Concept
House er, at hava eina pakka
loysn til sínar kundar. Tú
keypir eina íbúð, sum tú
kanst ferðast í, tá tær lystir.
Tað er tín íbúð, sum verður
hildin viðlíka meðan tú ikki
ert har: húsið verður vaskað
og svimjihylurin verður
hildin reinur, til tú kemur
aftur. Hugskotið er, at tað
skal vera stuttligt eitt eiga
eini hús í Turkalandi, greiðir
Jákup Jacobsen frá og leggur
so aftrat:
– Hetta er ikki sum at eiga
summarhús í Saksun, sum tú
mást hyggja til í tíð og úrtíð,
tí her hyggja fólk eftir tínum
húsi fyri teg.
Norðurlendskt støði
Men hóast hetta er ikki er
sum summarhúsið í Saksun,
so vissar Concept House
um, at góðskan og støði í
byggjarínum er í lagi.
– Concept House selur
einki, vit ikki sjálvi hava
bygt. Vit geva eisini fólkin
um møguleikan at fylgja
byggigongdini, soleiðis at
tey kunnu koma til Kemer
og hyggja meðan teirra íbúð
verður bygd.
– Fólk skulu kunna síggja
vøruna, áðrenn tey keypa
hana. Tí skipa vit eisini fyri
túrum til Kemer, so fólk
kunnu koma og hyggja hvat
tað er, vit bjóða teimum.
Keypa tey so eini hús, verð
ur ferðin endurgoldin av
okkum, sigur Jákup Jacob
sen.
Føroyingar keypa summarhús
í Turkalandi
Fólk koma ikki í rasshaft
Vit hava øll hoyrt søgurnar um fólk, sum hava keypt hús í fjarskotnum og fremmandum
landi, sum longu var selt til fleiri onnur frammanundan. Eisini kenna vit sonevndu
“timeshare” íbúðirnar, sum fleiri hava brent seg av. Tí er nærliggjandi at halda, at
Concept House er enn eitt dømi um smásvikarar, sum lumpa pening úr bláoygdum
norðurlendingum. Men tað er als ikki, vissar Jákup Jacobsen.
– Hetta er yvirhøvur ikki í familju við timeshare ella nakað, sum minnir um tað, slær
Jákup Jacobsen fast. Tað samsvarar eisini væl við tað, sum ein av eigarunum av Concept
House, Henrik Borup, hevur sagt við danskar fjølmiðlar.
– Okkara kundar kunnu ikki koma í rasshaft. Allar okkara grundir verða goldnar
kontant, og vit hava onga dulda dagsskrá, segði Henrik Borup við við JyllandsPosten
12. mai í fjør.
Dansk Ejendomsmæglerforening ávarar eisini ímóti svikarum og falsarum, sum
handla við ognum uttan loyvi ella fortreytir av nøkrum slag. Av somu orsøk eru tvey av
lyklaorðunum í arbeiðinum hjá Concept House álit og trygd.
– Keypir tú frá okkum, fært tú skeyti uppá, at hetta er títt hús, upplýsir Jákup
Jacobsen.
– Tríggjar íbúðir eru seldar, og teir báðir næstu
handlarnir eru so gott sum í hús, sigur Jákup
Jacobsen, sum er maðurin í hvítu skjúrtuni. Hann
var herfyri í Turkalandi við nøkrum føroyingum,
sum hugdu at íbúðum har