mikudagur 23. mai 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2007
MIÐvIkaN
35
➙
komin í gongd. »Alt dugir til
redningsbát«, var mangan havt
á lofti tá á døgum, og lýsir hetta
hugburðin tá.
Eg var ikki errin, tá ið vit fóru
úr Haraldsundi suður fyri bjørg og
til Havnar við sandi á lágætt. Tað
ráddi um at hava so nógv í, sum
báturin kundi føra, tí hvør króna
taldi. Roknskapurin hjá okkum
var tá hond í hond, og eg minnist
aldri nakra rokning í samband við
henda sandfiskiskap. Í mín lumma
kom so einki oyra, men vit fingu
føði og klæði, og so vóru vit nøgd.
Havnarmenn roknaðu sandin
í tunnum, meðan vit her norðuri
roknaðu í tonsum.
Ofta var tvassut í sjónum suður
eftir. Mær dámdi hetta einki, at
dekkið lá væl undir í sjógvi, tá vit
loystu úr Haraldssundi. Tað setti
tó skjótt úr tí váta sandinum, so
báturin lætnaði væl suður eftir.
Men, men!
Í góðveðri varð lúkan ikki løgd
á, men í staðin var roki fyltur upp
um lúkukarmarnar. Karmarnir vóru
so høgir, at teir rukku nærum at
lúnningina. Til Havnar mundu
vit hava um 25 tons í bátinum,
meðan vit annars vanliga høvdu
30 tons.
Polaris var tiltikin at rulla illa.
Eg var so ringur av sjóverki, at
tá pápi purraði út onkun morgun,
og eg hoyrdi á takvindeyganum,
at hann kyldi lágt, og vit skuldu
til Havnar, so vendist alt innan í
mær.
Nei, hetta var ikki eg. Og onkun
tíð minnist eg, at eg græt, men
har var einki at gera. Men hetta
lat eg sjálvandi ongantíð nakran
vita.
Men eg visti eisini, at hetta var
tað, ið kravdist fyri at lívbjarga
sær, um tú ikki skuldi til skips.
Og Suðurlandið! Nei, tað helt eg
hevði verið tann vissi deyði.
Tað, eg veit, var eingin sandbát
ur í Føroyum tá. Onkur danskur
kanska var, men teir arbeiddu
við at gera havnir. Og so var tað
onkur, sum førdi sand við motori,
men tað var bert til sín sjálvs ella
so.
Teir góðu dagarnir
Men so hitt, tað góða. Teir góðu
dagarnir. Eina heila viku í Sunda
lagnum sunnanvert Breiðá, har
Sandoyra, (kanska teir kallaðu tað
Breiðasand) var so stórt, at byrsu
mál rakk ikki av bakkanum og út
á sandkantin á sjóarmálanum.
Nú sigst eingin pirra at vera
eftir……
Tað gekk bert ein tími ella so at
fylla bátin. Hetta var áarsandur,
sum mest sum rann av sær sjálv
um upp í tunnuna, sum varð nýtt
at hiva sandin umborð. Her var
stórur munur á við sjóarsandinum
í Haraldsundi, sum kundi vera
harður sum eyrur. Á sama hátt, tá
vit komu til Havnar. Hetta var sum
kavi at lempa úr lastini aftur ímóti
sandinum úr Haraldssundi.
Kona Karl á Lag var abbasystur
okkara, og har skortaði ikki gesta
blídni.
Karl á Lag kom oman við hvørt
at leska okkum, og ofta deildi
hann pápa, so illa helt hann, at
pápi fór við okkum, tá vit skump
aðu úr lastini. Men hetta kendust
vit einki við. Vit vóru ikki vanir við
annað enn hetta lívið. Kvísl, haka
og spaka mundu vit nokk duga at
brúka, áðrenn vit dugdu at siga,
hvussu tað æt. Serliga kvísl,
minnist eg onkur av okkum høvdu
trupulleikar av at siga.
Eingin grabbi
Eingin grabbi var uppfunnin tá.
Ikki her í hvussu er. So kundi Karl
á Lag senda Diaba ella Jákup,
son sín, at hjálpa okkum. Teir
vóru í bestu árum og sera raskir.
Mest var tað Jákup, ið hjálpti til.
Eg haldi Diaba var burtur nógvu
tíðina.
Vit førdu allan sandin til tað,
tey kallaðu »Stóra húsið« hjá
Karl á Lag úti við Strond. Frits í
Króki koyrdi. Hann hevði ein Ford
1½ tons. Haldi ikki hann hevði
gearstong, bert pedalir. Jú, har
var lív og góðir dagar. Veit ikki
hvat entreprenørarnir høvdu sagt
í dag til bert at havt ein bil at
tøma lastina við. Eisini mátti Frits
skumpa sandin av aftur lastini við
spaka. Við hvørt fóru vit við, og
kundu so eisini hjálpa til at tøma
bilin, eisini fyri skjótari at koma
aftur í Sundalagið, ella, fyri ikki
at tala um, um vit skuldu heim
til Klaksvíkar aftur. Um næturnar
lógu vit á Kollafirði.
Eg tosaði við Kaj, son Frits, fyri
at vita, um hetta ikki mundi vera
á leið, tað eg havi skrivað um
pápa sín. Jú, tað helt hann.
Eg meini, at bilur var kvennkyn
tá í Havn, men havi ikki fingið
hetta prógvað og heldur ikki
mintist Kaj nakað um tað. So tað
fer at standa ósvarað enn.
Við Geytabrúnna
Pápi gjørdi nógv burtur úr, at vit
skuldu hava tað gott til matna.
Tað var ikki smávegis hann
vartaði upp við í lugarinum,
tá ið hann kom oman aftur úr
handlinum hjá Geytakristian.
Har kom eisini Martinius úr
Kollafirði í lugarið at vitja. Hann
var tiltikin frásøgumaður frá uttan
landssigling við hesum risastóru
skonnartum, sum kundu vera í
sjónum í fleiri mánaðir. Alt tað
har hendi, og tað hann upplivdi,
var ein onnur verð fyri meg, bæði
uppá ilt og gott.
Hesar dagarnar vit lógu í Sunda
lagnum kom nógv í kassan. Hetta
var rokfiskiskapur.
Eg minnist eisini dagarnar til
útoyggjarnar við góðsi og ferða
fólki. Hetta er frá 1930 til 1933.
Veit ikki, um nakar uttan teir
føstu ferðabátarnir hjá tí almenna
og so mjókabáturin sigldi tá. Í
hvussu er ikki til útoyggjarnar,
tað eg veit.
Her vóru vit onkrar túrar hjá Fyr
og Vagervæsenet út til vitarnar.
Eg minnist ein dýrdardag úti
við Hólmin í Mikinesi við koli,
gassfløskum, olju og øðrum
vørum. Hetta varð hivað upp við
krana. Lógu har meginpartin av
degnum og lossaðu. Tá liðugt
var, róptu teir okkum um at koma
inn á Gjónna. Har fingu vit fyltar
lundar. Eg gloymi aldri henda
dýrdardag. Minnist, tá vit sigldu
fram við landinum, at ein maður
gekk oman brekkuna. Haldi teir
kalla tað »í Lamba«. Tað var sum
Tá tey vóru fimm systkin. Aftast f.v.: Jógvan og og Jákup. Framman fyri f.v.:
John, Absalon og Solborg
Astrid og Jógvan við børnum. Aftast f.v.: Jákup, Øssur og Jens Christian. Fremst f.v.: Astrid, Henny og Jógvan
Við trolaranum Jóannes Paturson. Á brúnni Benni (v.m.) og Jákup Oluf á
Lakjuni