mikudagur 23. mai 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2007
MIÐvIkaN
36
sólin myrknaði, tá torvan stoytti
undan bakkatromini.
Roktúr til Aberdeen
Nei, sjómaður bleiv eg ongantíð,
men álíkavæl hevur nokk eingin,
hvørki pápi ella brøður, tá fingið
ta úrtøku av sjónum eftir so stutta
tíð, sum júst eg.
4. juli 1943 fóru vit sjey ella
átta menn við Liljuni til Aberdeen
við ísfiski. Vit seldu so vítt eg
veit nógv fyri tað mesta, nakað
skip inntil tá hevði selt. Eg haldi,
at sølan var væl yvir 12 000
pund. Í hvussu er fekk eg 5.200
krónur hesar dagar. Tá var eg
eisini við at taka fiskin inn av
Stangarbrúnni og Norðdepli.
Hetta var ein framúr inntøka tá í
tíðini.
Tað, at eg slapp henda túrin,
komst nokk av tí, at eg hevði
bygt tvey ár undan og skyldaði
hjá Kjølbro, og her munaði ein
slík avrokning sera væl. Um hesa
tíðina var nakað ófriðarligt og
vandafult at sigla, og tað var
kanska ikki so nógvur gravgangur
at sleppa við.
Vit komu væl aftur og fram,
og sóu ikki tað stóra til, at kríggj
var. Nakrir spreingiknøttar flutu
á sjónum, men flúgvarar vóru
nógvir at síggja. Vit kendu teir
ikki, og teir munnu vist hava verið
enskir, ella hava teir verið týskir,
og hava ikki havt meira lóður. Tað
veit man ikki.
Sum eg havi sagt frá var mítt
sjólív millum Nesjarnar og á reyð
fiskaleið á Borðoyðavík.
Beiggjarnir
fara burtur
Sum sagt var pápi sjómaður
burturav til eg mundi vera 1314
ár og var hetta í 192930.
Pápi var á fyrsta motorpassara
skeiðinum her í Føroyum, tað eg
veit. Haldi tað var í 1912.
Aðrir høvdu nokk fingið prógv
áður, men hetta mundu vera
einstaklingar her og har, sum
hava lært á onkrum donskum
marinuskipi.
Millum hesar sjógarparnar
beyð eg mær lítið, tá til prátið
á hesum økinum kom. Serliga
tá tað viðvíkti trolarum. At tosa
um sluppinar stóð betur til. Eg
var við, tá tað kom til vantið,
krosstræ, spryt, mesan, toppsegl,
bidewind, skylett og annað.
Men til trolarnar og hvat var
keysing, breidlar stroppir, veingir,
millumstykki, kvartarroppar,
gylsar, sperlar, sperlastjórar, nei
tá var eg hvassur.
Tey 4 árini eg var niðri, var sum
sagt stór broyting farin fram í
heimi okkara. Jákup og Absalon
vóru blivnir skipsmenn og vóru
farnir at »fortjena«. John, Erland,
Benni, Karla og Villiam gingu
í skúla. Solborg, sum nú var
vaksin og trúlovað, hevði aftur
at mammu alt hitt hangandi á
herðum sínum. Okkurt skifti vóru
tó arbeiðskonur.
Tá ið eg sigi fortjena, so
mugu vit ikki hugsa, at vit ikki
høvdu verið við at forvunnið
nakrar krónu her og har, so
skjótt høvi gavst. Sum fyrr sagt,
tað var bæði í fiskaarbeiði, at
bera sand úr fjøruni og okkurt
annað, tá vit vóru so frægir, at
menn kundu lata okkum halda
á einum spaka, kvísl ella haka.
Bisquit keksablikkassarnir vóru
nógv nýttir til smádreingir tá á
døgum. Tað vóru stórar nøgdir
bornar av smádreingjum við
keksakassunum. Serliga vóru teir
nýttir til sand.
Onnur systur mín, Solborg,
var gift við John á Geilagarði
í Leirvík. Eisini hann man hava
verið av røsku sjógørpum Føroya.
Han sigldi víðan knøttin og
Solborg saman við honum. Var
hon ung í dag, hevði hon óivað
verið skipsførari. Hon hevði í
hvussu er egnað seg til tað!
Tað blivu so Karla systir og
eg, sum so at siga, einki høvdu
við sjógvin at gera, uttan hetta,
at slongst aftur og fram millum
sjógarparnar.
Onkrir av okkum hava nú drigið
bátin, drigið sláirnar fyri og læst
neystahurðarnar, og sagt farvæl.
Aðrir hava lagt árarnar, eru
komnir í taran og stríðast við at
draga.
Bert ein baksast einsamallur
har úti víðan kring oyggjarnar,
inn at Íðini, úti millum Nesjana.
Tað er Benni. Hevur hann heils
una, verður hann 80 í ár.
Onkrir av okkum eru farnir inn
um »Grynnuna«, inn á Vánna,
komnir í »havn«. Aðrir liggja á
Pollinum og rigga av.
Vit takka Jógvan fyri hesa
áhugaverdu frásøgnina. Kanska
fara vit at frætta frá honum aftur!
Ættin
Foreldrini hjá pápanum:
Joen Joensen (Gardar), var føddur í 1867. Hann giftist í 1891 við Sybillu Malenu
Hendriksen av Sandi. Hann var vanliga kallaður Gardar, og fekk sær hetta til eftirnavn.
Tey fingu børnini: Jacob, Richard, Amanda, Agnes, Anna Malena, Hugo, Sofía Petrina
og Hilma.
Foreldur:
Jacob Joensen, f. 1892, eisini kallaður Jakku á Geilini, giftist í 1915 við Malvinu
Simonu M. A. Steffensen úr Árnafirði.
Børn:
Jógvan Gerðalíð f. 1916, giftist í 1941 við Astrid Kathrinu Simonsen av Gørðum. Børn
teirra: Jákup, Jens Christian, Øssur og Henny.
Jacob Edvard, f. 1919, giftur í 1944 við Steinvør Heinesen úr Kunoy. Børn teirra:
Leivur, Heini, doyði ársgamal, Ingun og Anna Maria.
Solborg f. 1920, gift í 1941 við John Joensen úr Lorvík, har tey búsettust. Børn teirra:
Sofus, Jákup, Marjun, Jósleiv, Anna, Ingvar, Sólbjørg og Jónvør.
Absalon f. 1922. Giftur í 1947 við Adeilheid Eliassen úr Fuglafirði. Børn teirra: Hanus,
Malan, Anfinn, Petur Jónsvein og Jan.
John, f. 1923, giftur í 1953 við Daisy Niclassen úr Hvalba
Børn teirra: Joan, Viggo og Maj.
Erland, f. 1926, giftist í 1947 við Margrethu Solmunde úr Gøtu. Hon var dóttir Miu og
Sofus Solmunde. Sofus fórst við Immanuel í 1932, og Mia livdi til hon gjørdist 100 ár.
Børn teirra: Sofus, Jákup, Andrass og Eva. Erland átti eisini Einar.
Benjamin, f. 1927, giftur í 1954 við Hansu Danielsen úr Fuglafirði. Børn teirra: Rúna,
Gudny, Viktoria og Jákup.
Karla f. 1930, gift í 1952 við Dánjal Dánjalsson úr Fuglafirði. Børn teirra: Victor,
Malvina, Henrikka, Jórun, Elsba og Eydna.
William, f. 1931, giftur í 1953 við Huldu Gaasedal úr Gásadali. Børn teirra: Jens
Edmund, Jacob og Johanna Paulina.
Erland og Absalon eru deyðir.
F.v. aftanfyri Hugo, Jákup, framman Gardar og Richard
John, bróðir, við sekstantinum