mikudagur 23. mai 2007síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 - 23. mai 2007
summarkapping
55
Sp/F Mykines
1. mai 2005 tóku Ellef Ellefsen og Tummas Henriksen yvir siglingina til
Mykines, og síðani tá hava teir havt siglingina um hendi. Hetta gjørdist
eisini byrjanin hjá Sp/F Mykines.
Á hvørjum ári byrja teir arbeiði tann 1. mai, tí hetta er dagurin, tá
siglingin til Mykines byrjar. Fyrstu tíðina sigla teir mest við fólki út til
Mykines, men tá juni mánaðurin byrjar at líða, kemur rættilig gongd á
ferðafólkasiglingina. Tá skipar Sp/F Mykines fyri fleiri leigutúrum til m.a.
Mykines, Tindhólm, Slættanes og eisini onkran túrin suður í Koltur.
Ellef Ellefsen sigur, at teir flestu leigutúrarnir vera gjørdir til Mykines
ella Tindhólm.
- Ja, vit gera nógvar túrar til Mykines og til Tindhólm. Tindhólmur er
helst serligur fyri okkum, tí tey allarflestu hava bæði sæð og tikið myndir av
hólminum, men bert tey fæstu hava verið úti á hólminum, og tí er hann
rættiliga serligur.
Ellef leggur afturat, at teir báðir byrjaðu so at siga frá ongum og hava
síðani arbeitt seg upp til har, teir eru nú. Teir hava alla tíðina havt trúnna á
ferðavinnuna, og sum heild eru teir væl nøgdir við gongdina hjá felagnum.
Siglingin til Mykines er bert á skránni um summarið, men hetta merkir tó
ikki, at Sp/F Mykines liggur stilt um veturin. Teir eru nevniliga umboð fyri
Polaris í Føroyum. So um veturin selja teir bóndasúkklurnar, sum eru
blivnar kendar kring landið.
Sp/F Mykines hevur summarsiglingina út til
Mykines. Teir skipa tó eisini fyri leigutúrum
til m.a. Mykines, Tindhólm, Slættanes og
onkran túrin til Kolturs
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Vælkomin á Hotel Norð
Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68
Stórt úrval av baðirúmsmøblum
Alt innan
VVS
www.husamekling.fo
V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n
T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1
Leitar tú eftir húsum
ella vilt tú selja hús tíni,
so er Húsamekling rætta staðið.
Hygg inn á www.husamekling.fo
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina