Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-23, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2007síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 23. mai 2007 48 summarkapping Navn: Marjun Bæk Bústaður: Kirkjuvegur 24, 340 Kvívík Aldur: 57 Starv: prestur Frítíðarítriv: ymiskt handarbeiði, syngja í kóri og lesa bøkur Nær fært tú summarfrí í ár? Eg fari í summarfrí seint í juli, og eg fari aftur til arbeiðis á leið 20. august. Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Í húsum okkara í Havn saman við familjuni og møguligum summargestum. Harafturat skal eg til Uppsala í Svøríki við kórsangi, og møguliga verði eg eisini nakrar dagar í Keypmannahavn. Hví hevur tú valt at gera júst hetta? Mær dámar best at vera í Føroyum um summarið - hvørt ár í optismistiskari vón um, at vit fara at fáa eitt sindur av summari! Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Nei. Men eg lovi hvørja einastu ferð, summarið hjá okkum hevur verið vánaligt, at næsta ár fari eg... Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Alt ov lítið. Tað er oftast tá vit hava onkrar gestir at ferðast við, sum vit kunnu vísa runt. Ferðast tú hinar árstíðirnar? Mest í lestrarørindi ella til skeið í Danmark. Men eg havi leingi ætlað at flyta meg onkustaðni til sól og hita t.d. í november mánaði. Kanska verður tað í ár? Hvat er títt dreymaferðamál? Eg vil fegin síggja eina pyramidu, áðrenn eg fari hiðani. Við kórsangi til Uppsala Marjun Bæk, prestur, ferðast ikki so nógv í øðrum londum, men hon sigur seg fegna vilja síggja eina pyramidu, áðrenn hon fer hiðani            Halt frí tá tú hevur frí 7 9 6 H ú s a r Te l 2 2 2 0 6 0 w w w. v i l j i n . c o m V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv • Bátur til 12 fólk • Skipaðir túrar • Leigutúrar • Fiskitúrar Viljin Tours Ferðaskrivstovan vinnulívið setur sítt álit á Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo