hósdagur 22. mars 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 22. mars 2001
17
16
Nr. 57 - 22. mars 2001
gult cyan magenta svart
Almenna søgan um
luksusbilin Lexus er
tann, at fyri 17 árum
síðan savnaðust
nakrir Toyota stjórar
til ein loyniligan
fund, har teir samd-
ust um at gera ein
luksusbil sum skuldi
kappast við heimsins
bestu bilar
Bilar
Magnus Gunnarsson
Á Detroit Auto Show í
1989 varð fyrsti Lexus
LS400 sýndur fram. Fyrsta
árið vórðu seldir meira enn
40.000 Lexus bilar í USA.
Fólk, sum vóru blivin troytt
av Cadillac og Lincoln,
fingu her ein bil, sum ikki
einans var sera haldgóður,
men ein bil har tænastu-
støðið var so høgt sum tey
ikki áður høvdu sæð makan
til. Um bilurin skuldi á
verkstað, bleiv hann skjótt
og væl umvældur, vaskað-
ur, bunkraður og settur í
túnið ella inn í bilskúrin.
Hetta var ein av grundun-
um til ta sera stóru fram-
gongdina hjá Lexus.
Ljóðleysur luksusbilur
Eftir stuttari tíð var Lexus
ein tann mest seldi luk-
susbilurin í USA. Bilurin
var eisini nakað heilt fyri
seg, rúmligur og sera væl-
gjørdur við einum næstan
ljóðleysum V8 motori. Lítil
og eingin munur var á
ljóðinum, um bilurin koyrdi
við 50 km/t inni í býnum
ella við 210 km/t á motor-
vegnum, har Lexus veru-
liga kom til sín rætt.
Innan er LS430 líka rúm-
ligur sum Mercedes S-
klassin í tí longru útgávuni,
uttan at bilurin er vorðin
størri. Eisini er alt, ein kann
ynskja sær, við panelum úr
kaliforniskum valnøtutræ,
og fínasta slag av leður-
setrum, umframt næstan
alla elektronisku tøkni, sum
man kann vænta í hesum
klassanum.
Prísurin
á
LS430 er ikki ásettur enn,
men tá tann nakað minni
Lexus GS 430 kostar eina
millión í Danmark, kostar
hesin ikki minni.
Kelda: Bilen Motor & Spor
ÚT AT KOYRA
C5
stationcar
Citroën C5, ið er
avloysari hjá Xantia
og tí størra XM,
verður seinni at fáa
sum ein rúmligur sta-
tioncar.
Kelda: Motor Magasinet
Aventime
Coupé
Renault
Aventime
Coupé, ið er ein luk-
susbilur við nógvari
trygdarútgerð, verður
framleiddur í sep-
tember, bilurin hevur
ein 2,9 litur V6 motor
við 210 hk.
Kelda: Motor Magasinet
Rover
sum MG
Á bilaframsýningini í
Geneve, var ein full-
fíggjað røð av Rover
bilum við MG bú-
merkjum. Rover 75
stationcar kemur at
eita MG ZT-T.
Kelda: Motor Magasinet
BILAR
Magnus Gunnarsson
Epsilon-plattformurin hjá
General Motors skal eftir
ætlan brúkast til tann
nýggja Opel Vectra og
Omega,
eins
og
Saab bilarnar. Hes-
in plattformur er
gjørdur til at brúka
á bilum við trekk á
framhjólunum,
bakhjólunum ella á
øllum fýra. Teir
størru bilarnir sum
til
dømis
Opel
Omega, trekkja van-
liga við bakhjólunum.
Teknarin DeLusi avdúkar
her, hvussu ein komandi
stórur Opel møguliga kem-
ur at síggja út. Teir stóru
Opel bilarnir hava fyrr
verið nevndir Admiral,
Senator og Diplomat, so
kanska kemur hesin, ið sær
sera spennandi út, at eita
Opel President.
Nær bilurin kemur á
marknaðin, ella hvørjum
prísklassa hann verður í,
vita vit onki um enn.
Kelda: FDM / Motor
Lexus LS430 - kappast við
heimsins bestu bilar
Lexus LS 430 aut.
Motorurin
4,3 litur V8 305 hk
0-100 km/t
6,7 sek
Toppferð
250 km/t
Bensinnýtsla
8,2 km/l
Dekkstødd
225/55-17
Stødd og vekt
longd
501,0 cm
breidd
183,0 cm
hædd
147,0 cm
eginvekt
1775 kg
Viðførisrúm
468 litrar
Bilteknari avdúkar komandi Opel luksusbil
FISKIVINNUTÍÐINDI
Føroya Banki heldur,
at førdi fiskivinnu-
politikkurin førir við
sær, at útlendskur
kapitalur í størri og
størri mun fer at fáa
rættindini til føroyskt
tilfeingi av fiski
FISKIVINNA
Áki Bertholdsen
– Tað er blivið ómøguligt
hjá ungum fiskimonnum at
útvega sær skip, uttan so, at
teir hava rættiliga munandi
eginfígging.
Tað staðfestur Føroya
Banki í ársfrágreiðing síni
til aðalfundin, sum verður í
næstum.
Í ársfrágreiðingini fær
eisini tann førdi fiskivinnu-
politikkurin hjá landsstýr-
inum eisini nøkur orð við á
vegnum .
Føroya Banki vísur á, at
teir høgu fiskaprísirnir
seinnu árini, hava ført við
sær, at virðið á fiskirættind-
um er økt munandi.
– Hesi viðurskifti eru
orsøkin til, at nýggir lut-
takarar hava sera trupla
atgongd til vinnuna , tí
hesir mugu gjalda seljarum
fyri rættindi, sum myndug-
leikarni r áður ókeypis hava
sett í umfar.
– Afturat hesum kemur,
at eftir lógini um vinnu-
ligan fiskiskap, hava tey,
sum keypa skip, ikki loyvi
til at veita trygd fyri fígging
í tí partinum av skipsvirðin-
um, sum er tengdur at
nevndu fiskirættindum. Og
hetta er ofta størsti parturin,
sigur Føroya Banki.
Bankin sigur, at á henda
hátt hava lóggevararnir ikki
einans gjørt tað sera trupult
hjá nýggum luttakarum at
fáa atgongd til hesa vinnu.
– Í veruleikanum er tað
vorðið ómøguligt hjá ung-
um fiskimonnum at útvega
sær skip, uttan so at teir
hava rættiliga munandi
eginfígging.
Trupult at skilja
Føroya Banki heldur, at tað
er sera trupult at skilja, hví
myndugleikarnir vilja av-
marka rættindini hjá reið-
arum at veðseta fiskirætt-
indi, tí í veruleikanum
kunnu teir frítt selja hesi
rættindi.
Hetta kunnu teir, hóast
søla er eitt munandi størri
tiltak enn ein veðseting
– Ein av avleiðingunum
av, at fiskirætindi eru so
dýr og at tey ikki kunnu
veðsetast, og at tað tískil er
so trupult hjá ungum før-
oyingum at koma upp í
vinnuna, er óivað, at út-
lendsk kapitaláhugamál í
størri og størri mun yvir-
taka rættin til at gagnnýta
føroyskt tilfeingi av fiski,
sigur Føroya Banki
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Fyrstu tekini um ILA
smittu eru nú funnin í USA,
í Maine, staturin í land-
nyrðingshorninum á USA
við markið til Kanada.
Hetta veit norska vevsíðan
Intrafish at siga.
Smittan er funnin á
einum alibrúki á Cobscook
Bay norðarlaga á Maine
strondini. eigararnir av
alibrúkinum Atlantiv Sal-
mons of Maine, hava tikið
allan fiskin og beint hann
av vegnum. Teir mistu 2,1
millión krónur.
Alibrúkið liggur tætt við
New Brnswick í Kanada og
har er staðfest ILA.
At ILA fór at koma til
USA hevur verið vantandi,
tí at í 1996 og 1997 vóru
fleiri kanandisk alibrúk
rakt stutt norðanfyri.
ILA varð fyrstu ferð stað-
fest í Noreg í 1974, í
Kanada 1996, í Skotlandi
1998 og í Føroyum 1999.
ILA
sjúkan
er
eisini
staðfest í Kili, hóast vinnan
har avsannar hetta. Roknað
verður við, at smittan hevur
verið á eysturstrondini í
Kanasa
í
minsta
lagi
seinastu 100 árini og tað vil
siga, langt áðrenn nøkur
aling var á leiðini.
Norskir granskarar, sum
hava granskað í hesi sjúku í
mong ár eru av tí sann-
føring at ein strangur eftir-
litspolitikkur, sum ES stílar
fyri ikki er av tí rætta. ILA
virusið finnst allastaðni í
náttúruni. Einasta ið hjálpir
er, um alararnir broyta
hugburð við alingini. Tað
vísur seg, at er fiskurin
nógv strongdur, so er hann
veikari mótvegis smittuni.
Toskaprísurin
á
Fiska-
marknaðí Føroya er lækk-
aður nakað í seinastuni og
tað er nú ikki so løgið. Vit
eru stødd mitt í fagrasta
várróðri og nógvur toskur
verður landaður. Tað er
størri útboð enn eftirspurn-
ingur og tí lækkar prísurin.
Fiskavirkini
hava
nóg
mikið við at arbeiða undan.
Meðalprísurin á toski á
telefon uppboðssøluni lá í
gjár á 13,85 kr. fyri kiloið.
60 tons av toski vóru seld í
gjár. Men hýsan heldur
prísin, har var miðalprísur-
in kr. 14,50. Níggju skip
bjóðaðu fisk á telefon-
uppboðssøluni í gjár .
Miðalprísurin var kr. 16,29
0g selt var fyri 2,4 millión.
Línu-
bátarnir
vestanfyri
Útróðrarbátarnir,
sum royna við línu,
serliga av Skálafjørð-
inum og úr Klaksvík,
royna vestanfyri í
Vágahavinum í hes-
um døgum. Hann
hevur verið høgur í
ættini nú í fleiri dag-
ar, ligið av landnyrð-
ingi og tá lívir í
Vágahavinum. Bátar-
nir hava fingið væl.
Kallanes hevði týs-
dagin góð 8000 pund
og Havsrún hevði tað
sama. Hesir báðir eru
úr Klaksvík.
Klaksvíksbátarnir
fara ikki til hús. Teir
avreiða á uppbooðs-
søluni á Toftum og
siðan verður engda
línan flutt úr Klaks-
vík út á Toftir. Á
hendan hátt spara teir
tíð og sigling.
Sera trupult
hjá ungum
fiskimonnum
at fáa skip
Við tí fiskivinnupolitikki,
sum nú verður førdur, er tað
sera trupult hjá ungum
fiskimonnum at útvega sær
skip, sigur Føroya Banki í
ársfrágreiðing síni. Her
standa tey og veittra, tá Gøtu
Tróndur kemur
Føroyingar
dugnaligir
Ein kanning sum Fa-
rek hevur gjørt, ið
samanber
rakstrar-
úrslitið hjá fiskivinn-
uni í Noregi, Føroy-
um og Íslandi vísir, at
føroyingar fáa meira
burtur úr nógv minni
tilfeingið enn brøðra-
tjóðir okkara.
Í
áhugaverdari
sending í útvarpinum
týskvøldið
greiddi
Helgi Jacobsen frá
hesi kanning, sum
Óli Samró frá Farek
hevur staðið fyri. Ein
av høvuðsørsøkunum
til góða úrslitið í dag
er, at nú er vatntætt
skott millum skip,
virkið, og tænastu-
vinnuna hjá fiski-
vinnuni. Eitt annað
sum spælir inn er, at
føroysk skip eru ikki
skuldarbundin,
tí
fleiri vóru saneraði
eftir kreppuna fyrst í
nítiárunum.
ILA nú eisini staðfest í USA
Lágur toskaprísur