hósdagur 24. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 98 - 24. mai 2007
Heðin Mortensen:
– Áttu at
boða frá
– Ein og hvør má
hava loyvi at umvæla
síni hús og tann
dagin, tá handils
kjarnin skal gera
umvælingar, so
fáa teir sjálvandi
loyvi til tað, sigur
Heðin Mortensen,
nú ein krani forðar
ferðsluni gjøgnum
miðbýin. – Men
sjálvandi áttu vit at
boða frá, sigur hann
HANDILSLÍV
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hans Waag, eigari og
stjóri í Handilskjarnanum,
gevur
aðrastaðni
á
síðunum ilt av sær, nú ein
krani, sum hjálpir Føroya
Banka at skifta vindeygu,
forðar ferðsluni gjøgnum
býin. Hann finst at býráðn
um, sum hevur givið loyvi
til hetta, uttan at tikið
handlarnar við upp á ráð.
– Sjálvandi eiga vit at
boða frá, og spyrja handl
arnar eftir, sigur Heðin
Mortensen, sum soleiðis
tekur í egnan barm.
– Men ein og hvør má
sleppa at umvæla síni hús,
og skal Føroya Banki skifta
vindeygu, so mugu teir
sleppa tað. Vit vilja gera tað
so trivaligt í býnum sum
gjørligt fyri øll, eisini hand
ilslívið, sigur Heðin Mort
ensen, borgarstjóri í Havn.
Hann er á ongan hátt
samdur við eigaran av
handilskjarnanum, um at
handilslívið í býnum ongan
góðan eigur í býráðnum.
– Nei, tað passar ikki
sum Hans Waag sigur har,
og hann er eisini vælkomin
oman til mín at tosa við
meg um hetta, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Hann kann eisini upp
lýsa, at drúgva arbeiði í
gongugøtuni verður liðugt
í seinasta lagi um tvær
vikur.
Ein stórur krani
forðar fyri, at bil
ar kunnu koyra
gjøgnum miðbýin,
og tað gongur út yvir
handilslívið. Býráðið
hevur givið loyvið
til hetta, men hevur
ikki tikið handlarnar
við upp á ráð. – Hetta
er enn eitt dømi um,
at handilslívið í mið
býnum eigur ongan
góðan í býráðnum,
Hans Waag, eigari
og stjóri í Handils
kjarnanum
HANDILSLÍV
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Føroya Banki skiftir vind
eygu í deild síni í miðbýnum
í Havn. Til at gera hetta
arbeiði hava teir fingið ein
krana at hjálpa sær. Men
hesin stóð í gjár fyri inn
koyringina til Steinagøtu,
sum er einasti vegurin, ið
førir framvið eitt nú Tele
búðini og Handilskjarn
anum.
Býráðið hevur givið loyvi
til hetta arbeiði, men hevur
ikki tikið handlarnar við
upp á ráð, og tað ilskast eig
arin og stjórin í Handils
kjarnanum, Hans Waag,
um.
– Tað stendur ein maskina
og blokerar soleiðis, at eing
in ferðsla sleppur gjøgnum
býin, og tað merkist sanni
liga aftur, sigur Hans Waag,
sum ikki bert er argur um
hetta, men eisini tað, at
handlarnir ikki eru tiknir
við upp á ráð.
– Eingin er kunnaður um
hetta, men býráðið hevur
bara givið loyvi til hetta, og
tað er enn eitt dømi um, at
handilslívið í miðbýnum
ongan góðan eigur í býráðn
um, sigur Hans Waag. Hann
heldur, at tað hevði verið
upp á sítt pláss, um handlar
nir vórðu hoyrdir um hetta.
– Ella at vit fingu at vita,
at tann og tann dagin verður
tað soleiðis, sigur Hans
Waag, sum harmast um, at
hetta arbeiði, sum forðar
ferðslu gjøgnum miðbýin,
verður gjørt í dagtímunum.
Eingin ferðsla
gjøgnum miðbýin
Ein stórur krani uttan fyri Føroya Banki forar ferðsluni
gjøgnum miðbýin
Ferja sum sjúkrahús
Tey, sum plagdu at ferðast tvørtur um Stótabelti í Danmark,
áðrenn tað fasta sambandið kom, vóru kanska onkran túrin
við ferjuni „Dronning Ingrid“. Men hana sleppa tey neyvan
at síggja aftur. Í gjár kom ferjan til Monrovia í afrikanska
landinum Liberia, har hon skal virka sum sjúkrahússkip.
Kristni hjálparfelagsskapurin Mercy Ships eigur nú skipið,
sum er umbygd til sjúkrahússkip við 80 seingjarplássum
og skurðstovum.
Dýrir óvanar
Ósunnur matur og vantandi rørsla kosta tí danska
samfelagnum ovurhonds nógvar pengar. Sambært einari
nýggjari frágreiðing kostaði ovurfiti samfelagnum 14,4
mia. krónur í 2004. Umleið 750.000 verða roknaðir sum
ovurfeitir, og teir kosta samfelagnum nógv, tí teir eru oftari
sjúkir enn onnur. Heilsumálaráðið, sum hevur skrivað
frágreiðingina, ger vart við, at útreiðslur til heilivág og
læknavitjanir eru ikki taldar við.
Reynsgøta 7, Argir
Stødd á húsum: Kj.: 100 m² , miðh.: 100 m² + hjall
Stødd á grundøki:...........525 m²
Byggiár: ...........................1983
Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist
www.husamekling.fo
Torkilsgøta 8, Hoyvík
Stødd á húsum: ..............104 m² + loft á uml. 80 m²
Stødd á grundøki:...........248 m²
Byggiár: ...........................2001
Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist
Eiriksgøta 12, Tórshavn
Stødd á húsum:...............100 m² + hjall
Stødd á grundøki:...........240 m²
Byggiár: ...........................Uml. 1952
Prísuppskot:....................1.800.000,-
Keyp og søla av fastari ogn
tel 31 93 21
Vesturgøta 1, Tórshavn
Stødd á húsum: ..............142 m² + úthús
Stødd á grundøki:...........110 m²
Byggiár: ..........................1985
Prísuppskot:....................Kr 1.800.000,-
Bjarnoyarvegur 12, Tórshavn
Stødd á húsum:................86 m² + loft
Stødd á grundøki:...........320 m²
Byggiár: ...........................1971
Kostnaður:.......................Hóskandi boð ynskist
Hvarvið 3, Tórshavn
Stødd á húsum:...............109 m² x 2 + Hjall
Stødd á grundøki:...........448 m²
Byggiár: ...........................1967
Kostnaður: ......................Hóskandi boð ynskist
Í viðtøkunum hjá
YFF stendur, at
limafeløgini skulu
góðkenna sáttmálar
innan 48 tímar eftir,
at semja er gjørd.
SFS hevur ikki boðað
frá, at tað ikki kann
góðtaka semjuna
SEMJA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit,
at
semjan
millum
Arbeiðsgevarafelagið
hjá
Fíggjarstovnum í Føroyum
(AFF) og Yrkisfelagið fyri
Fíggjarstovnar í Føroyum
(YFF) ikki er endalig, tí lim
irnir í Starvsfólkafelag Spar
ikassanna í Føroyum (SFS),
sum er limur í YFF, ikki
hava góðtikið sáttmálan.
Men hetta undrast Vinnu
húsið um, at ivi verður sádd
ur um gildið av sáttmálunum
millum AFF við YFF.
SFS hevur á aðalfundi
samtykt at lata YFF rættin
at samráðast vegna seg. Í
viðtøkunum hjá YFF stend
ur, at sáttmálar skulu góð
kennast av limafeløgunum
innan 48 tímar eftir, at
semja er undirskrivað. SFS
hevur ikki boðað frá, at tað
ikki kann góðtaka semjuna,
sigur Vinnuhúsið.
Tað, at SFS ikki hevur
boðað frá, at tað ikki góð
tekur semjuna verður tískil
tulkað sum, at tað tekur und
ir við henni.
Nevndin í SFS hevur
tískil góðkent semjuna mót
vegis YFF, sum aftur hevur
góðkent
hana
mótvegis
AFF. Løgfrøðiliga er tí ong
in ivi um, at semjan hevur
rættarligt gildi, verður sagt
úr Vinnuhúsinum.
Vinnuhúsið staðfestir:
Semjan millum YFF
og AFF endalig