Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 98 - 24. mai 2007 Sonevnda Nólsoyarætlanin fer nú inn í eitt nýtt skeið. Eftir samráðingar við útlendskar fyritøkur er skipaður ein bólkur við bæði útlendskum og lokalum kreftum, sum skal arbeiða víðari við ætlanunum ORKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri góðum ári síðani var so smátt farið undir tað, sum vanliga verður nevnt Nólsoyarverk­ætlanin. Hen­ da ætlan snýr seg í stuttum um, at gera eina royndar­ verk­ætlan, har Nólsoy verð­ ur sjálvforsýnandi við var­ andi ork­u. Hetta sk­al gerast við at seta vindmyllur upp í oynni, sum síðani sk­ulu framleiða streym og hita til húsarhald­ ini. Avlopið sk­al gerast um til vetni, sum sk­al vera til at tak­a, tá ov lítil vindur er at framleiða streym. Vindmátingar hava verið gjørdar í eitt gott ár, men hesar k­anningar sk­ulu halda fram í eina tíð enn. Higartil hevur tað fyrst og fremst verið Jarðfeingi, sum saman við áhugafelagnum Nólsoy­ ar Ork­ufelag, hava verið tengt at verk­ætlanini, men meiningin hevur alla tíðina verið at fingið vinnuligar ak­tørar við í myndina, ik­k­i minst fíggjarliga. Og nú er hetta málið nátt. Útlendsk feløg Jarðfeingi hevur havt sam­ ráðingar við útlendsk­ feløg, og nú er so ein verk­ætlanar­ bólk­ur settur á stovn. Umframt lok­alar k­reftir umfatar bólk­urin Norsk­ Hydro, Statoil og týsk­u vindmyllufyritøk­una Ener­ con. Hesin bólk­urin sk­al stan­ da fyri víðari k­anningum við tí endamáli, at lýsa tøk­­ niligu­ og vinnuligu møgu­ leik­arnar umframt umhvør­ við í sambandi við royndar­ verk­i í Nólsoy. Landsstýrismaðurin í Vin­ numálum er sjálvur ógvuli­ ga áhugaður í verk­ætlanini um Nólsoy sum grøna oyggj, og hann vil á ongan hátt undirmeta tann týdning, hendan verk­ætlanin k­ann fáa. Týdningurin av Nólsoyar­ verk­ætlanini k­ann ik­k­i yvir­ metast. Eydnast ætlanin væl, k­ann hon gerast ein fyrimynd fyri bæði ok­k­um her heima í Føroyum, og fyri alheimssamfelagið sum heild, tí talan er um varandi ork­u, ið fer sera væl við umhvørvinum, sigur Bjarni Djurholm. Vindorka í Nólsoy: Verkætlanarbólkur stovnaður Bjarni Djurholm hevur nú sett á stovn ein verkætlanarbólk, ið skal arbeiða víðari við sonevndu Nólsoyarverkætlanini. Bersøgin prestur Søren Krarup, fólk­atingsmaður hjá Dansk­a Fólk­aflok­k­inum, er eisini prestur, men tað hoyrist sjáldan á orðalagnum, tá hann tek­ur orðið í Fólk­atinginum. So var heldur ik­k­i í dag, tá hann samanbar halgubók­ hjá muslimunum, Koranina, við bøk­urnar "Mein Kampf" hjá Adolf Hitler og "Das Kapital" hjá Karl Marx. Søren Krarup segði, at Koranin k­ann samanberast við hinar báðar, tí eins og tær byggir hon á ein sannleik­a. Tollarar á floti Teir seinastu dagarnar hevur norsk­a tollverk­ið lagt seg eftir at k­anna stuttleik­abátar, sum k­oma aftur eftir at hava verið svensk­u megin mark­ið og k­eypt sterk­t. Soleiðis var t. d. seinasta sunnudag, tá tollbátar steðgaðu 28 stuttleik­abátum í Oslofjørðinum. Tólv teirra vórðu k­annaðir út k­jølinum upp í mastrina, men bara tríggir vvístu seg at hava k­eypt meiri, enn loyvt er. Tað loysti seg heldur ik­k­i, tí teir fingu næstan 9.000 k­rónur í bót. Eitt notat, sum løg­ tingsskrivstovan hevur gjørt til Men­ tanarnevndina í sambandi við upp­ skot um lóg um fólkakirkjuna sigur, at tað stríðir ímóti Stýrisskipanarlógini at krevja, at landsstýr­ ismaðurin í kirkju­ málum ella løgmaður eru limur í fólkakirk­ juni FÓLKAKIRKJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú lógin um yvirtøk­u av fólk­ak­irk­juni er fyri á løg­ tingi, er ein ógvuliga við­ k­omandi og nógv umrøddur spurningur, um landsstýris­ maðurin í k­irk­jumálum sk­al vera limur í fólk­ak­irk­juni. Fyri nógv er tað helst heilt náttúrligt, at so er, men sambært einum notati, sum løgtingssk­rivstovan hevur gjørt til Mentanar­ nevndina, ber ik­k­i til at k­revja, at landsstýrismaður­ in í k­irk­jumálum er limur í fólk­ak­irk­juni. Hetta er nevn­ iliga í stríð við Stýrissk­ipan­ arlógina. Tað man k­ortini ik­k­i k­oma óvart á tey flestu, tí, sum vit vita, eru vit í dag júst í terri støðu, at sitandi landsstýrismaður í k­irk­ju­ málum, Jógvan á Lak­juni, er limur í Brøðrasamk­omuni, og ik­k­i í fólk­ak­irk­juni. Eitt annað mál í hesum sambandi, sum hevur verið nógv umrøtt, er, hvør sk­al hava hægstu yvirvøld fólk­a­ k­irk­junnar, tá hon er k­omin á føroysk­ar hendur. Sum støðan er, er drotningin hægsta yvirvøld fólk­ak­irk­­ junnar, men tá k­irk­jan er yvirtik­in, verður hetta ik­k­i longur ein møguleik­i. So tað áhugaverda er, hvør tek­ur yvir leik­lutin hjá drotningini, tá k­irk­jan k­em­ ur á føroysk­ar hendur. Kann vera ateist Og svarið til hendan spurn­ ingin er púra greitt. Tað verður løgmaður. Hetta verður eisini staðfest í við­ merk­ingunum til uppsk­otið um føroysk­a fólk­ak­irk­ju. Tá ein yvirtøk­a verður framd, so verða tær fylgjur og tær ábyrgdir, sum liggja á dansk­a ráðharranum av sær sjálvum fluttar á tilsvar­ andi føroysk­a landsstýris­ mannin. Sama er galdandi við teimum fylgjum og ábyrgdum, sum áliggja drot­ ningini, tær verða av sær sjálvum fluttar yvir á løg­ mann. Og tað er ógvuliga áhuga­ vert, tí einasti persónur í dansk­a rík­inum, sum ik­k­i hevur trúarfrælsi, er drotn­ ingin. Tað merk­ir samstund­ is, at eingin k­ann k­revja, at løgmaður er limur í fólk­a­ k­irk­juni. Teoretisk­t k­ann løgmaður enntá vera ateist, og framvegis vera hægsta yvirvøld fólk­ak­irk­junnar. Í lógaruppsk­otinum um føroysk­a fólk­ak­irk­ju verður tó mælt til, at um løgmaður ik­k­i er limur í fólk­ak­irk­juni, verða ásetingarnar um hægs­ tu yvirvøld fólk­ak­irk­junnar latnar varaløgmanni. Eink­i er at ivast í, at hetta mál fær drúgva umrøðu í sambandi við yvirtøk­una av fólk­ak­irk­juni. Lógin um yvirtøku av fólkakirkjuni: Limaskapur í fólkakirkjuni ikki kravdur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fær hægstu yvirvøld fólkakirkjunnar, tá hon verður yvirtikin. Teoretiskt kann løgmaður vera ateist, og framvegis vera hægsta yvirvøld fólkakirkjunnar