Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 98 - 24. mai 2007 Ísland stórt hall Íslendingar høvdu stórt hall á samhandlinum við umheimin í fjør. Tann endaliga uppgerðin fyri samhandilin í 2006 vísir, at hallið á handilsjavnanum var smáar 160 mia. íslendskar krónur. Ein fyribilsuppgerð, sum kom fyrr í ár, vísti annars, at íslendingar útfluttu vørur og tænastur fyri 240 mia. krónur, og at innflutningurin var góðar 430 mia. krónur. Fiskur og fiskavørur áttu góðan helming av íslendska útflutningsvirðinum í fjør. Fáa neyvan tunnil Hóast tey, sum búgva í Hesti, siga ein undirsjóvartunnil vera avgerandi fyri framtíðina hjá bygdini, so er lítið, sum bendir á, at tann ætlaði undirsjóvartunnilin í Sandoynna fær ein arm, sum fer upp í Hesti. Kanningar vísa, at tunnilin undir Skopunarfjørð verður 300 mió. krónur dýrari, um hann skal undir Hestoynna á vegnum, enn um hann verður gjørdur longri suðuri. Tá fer hann niður við Gomlurætt og kemur upp sunnan fyri Skopun. AfturhvArv Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár ljóðaði, at Atlantic Navigator hevði ligið við motorsteðgi úti á fiskifelt­ inum í nakrar tímar, men á skrivstovu felagsins í Klaks­ vík siga tey seg í morgun einki vita um hetta. Fólk, sum tosaðu heim í gjár, søgdu, at skipið lá við sløktum høvuðsmotori. Hetta kann tó ikki hava havt nógv upp á seg, tá skrivstovan einki hevur frætt um hetta. ­ Vit fáa at vita, um trupul­ leikar eru, og slíkt hava vit einki frætt um. Tískil kann talan ikki hava verið um annað enn okkurt »skifti«, sum skipið hevur tikið sær fyri. Brúkilig veiða Hetta er ikki besta tíð til svartkjaft, nú fiskurin stend­ ur meira spjaddur. Skipini hava stundum hampiliga veiði, og síðan verður leitað fyri at finna fiskin aftur. Føroysku svartkjaftaskip­ ini hava tí verið víða um hesa seinastu tíðina. Tey hava roynt bæði sunnanfyri, vestanfyri, og nú eru skipini eisini norðanfyri. Í løtuni roynir Atlantic Navigator á leiðunum norð­ ur úr Kallinum. Túrurin er 14 dagar gam­ al, og higartil hevur mann­ ingin, sum hendan túrin tel­ ir 102 fólk, fingið 400 tons av surimi og eini 150 tons av mjøli í lastina. Tað er brúkilig veiða og framleiðsla hesa tíðina av árinum. Fiskiskapurin er misjavn­ ur, men sum heild er hann smáligur. Nú hásesongin er av, er manningartalið umborð á Atlantic Navigator heldur minni, enn tá ið talið er størst. Manningartalið liggur soleiðis millum 100 og upp í 110, tá ið væntandi er, at veiðan er best og fram­ leiðslan størst. Kvotan minkar Væntandi er, at flaggskip føroyinga, sum nú er á veg út úr aftur flotanum, fer at gera ein ella tveir túrar aftrat. Men hetta veldst bæði um líkindini til veiði og kvotuna, sum eftir er. Skipið fiskar av felags­ kvotu, og hendan er minkað rættiliga skjótt, nú vertíðin hevur verið. Mett verður, at eini 45.000 tons eru eftir at fiska, men nú veiðan ikki er so stór, og fleiri skip væntandi fara á sild eftir hvítusunnu, kunnu hesi tonsini vara til nakað út á summarið ella heystið. Men tað eru ikki bara føroysk skip, sum fiska av hesi kvotu, tí svartkjafturin er eisini býtisfiskur við eitt nú botnfisk úr Barentshav­ inum. Soleiðis eru russisk svart­ kjaftaskip enn í føroyskum sjógvi og fiska av hesi kvotu. Kvotutrupulleiki Hetta er annars fyrsta árið, at feløgini, sum standa aftanfyri Atlantic Navigator, hava staðfest, at tey skjótt kundu rent seg í ein kvotu­ trupulleika. Heildarkvotan av svart­ kjafti millum strandalondini var 2 miljónir tons í fjør, men í ár er hon minkað niður í 1,7 miljónir tons. Útlit eru til, at heildarkvotan fer at minka uppaftur meira, sum árini ganga. Tí kundi Atlantic Navi­ gator, sum helst skal hava eini 50.000­60.000 tons av ráfiski um árið, skjótt rent seg undir kvotuloftið eitt annað ár. Sum skilst, ætlar reiðaríið í Klaksvík, at skipið skal vera í vinnu í føroyskum sjógvi fram til fyrst í august mánaða. Fyri tey, sum hava verið umborð á Nærabergi og seinni Atlantic Navigator og fyri tey, sum hava syrgt fyri dagliga rakstrinum av hesum skipum, hava hesi sjey árini, verkætlanin hev­ ur verið í gongd, verið ein fantastisk tíð. Rættiligt frambrot Hetta hevur verið ein verk­ ætlan, ið ikki hevur bygt á almennan stuðul, sum nógvar verkætlanir undan hesari í síni tíð gjørdu. Verkætlanin við surimi­ framleiðslu úr svartkjafti var rættiligt nýbrot – ikki bara í Føroyum, men um allan heim. Tey eru mong, sum harm­ ast um, at henda verkætlan nú líður móti endanum, samstundis sum eingi útlit eru til, at nakar hættar sær at bera førningin víðari. Ringvirkningarnir kring um í Føroyum av Næra­ bergi og seinni Atlantic Navigator eru stórir, og mong eru tey foreldur, sum lótu hálvvaksnu børn síni fara umborð á hesi skip. Hetta var ein møguleiki, ið beyðst, og høvdu hesi fólk – og ikki minst gent­ urnar – ikki havt hetta høvi, høvdu tær ongantíð komið á eitt skipsdekk. Í seinastuni hava vit sæð, at nakrar av gentunum, sum í síni tíð mynstraðu umborð á hesum báðum skipum, nú eru umborð á einstøkum línubátum. Hagar vóru tær neyvan komnar, um tær ikki høvdu fingið sína sigl­ ingstíð umborð á Nærabergi ella Atlantic Navigator. Øll, sum hava havt til­ knýti til hesa verkætlan og mong onnur við, eru sera hørm um, at tíðin nú nærk­ ast endanum. Í mesta lagi tveir túrar aftrat: Manningin gjørdi sítt besta – m Fyri tey, sum hava verið umborð á Nærabergi og seinni Atlantic Navigator og fyri tey, sum hava syrgt fyri dagliga rakstrinum av hesum skipum, hava hesi sjey árini, verkætlanin hevur verið í gongd, verið ein fantastisk tíð. Hetta var ein verkætlan, ið ikki bygdi á almennan stuðul, sum nógvar verkætlanir í síni tíð gjørdu. Verkætlanin við surimiframleiðslu úr svartkjafti var nýbrot – ikki bara í Føroyum, men um allan heim