Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 98 - 24. mai 2007 Fólkafundur Valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Sandoyar sýslu skipar fyri fólkafundi í Samljóð í Skopun á hvítusunnu. Á fundinum, sum verður 2. hvítusunnudag klokkan 15, verður høvi at hoyra Jákup Reinter Hansen, sóknarprest, Jacob Vestergaard, landsstýrismann, Óla Breckmann, løgtingsmann og Jákup Veyhe. Umframt røður verður sungið úr Songbók Føroya Fólks. Er veðrið til vildar, verður fólkafundurin á heygnum við Samljóð. Rimmar íløga Amerikanska fyritøkan Alcoa og grønlendska heimastýrið samdust í gjár um eina avtalu, sum ber í sær, at Alcoa er til reiðar at gera íløgur fyri 15 mia. krónur í Grønlandi fram til 2014. Amerikanska fyritøkan er til reiðar at brúka 8,5 mia. krónur til at byggja eitt aluminiumsvirki í Grønlandi. Eitt tílíkt virki krevur ovurhonds nógva elorku, og Alcoa er sinnað at byggja vatnorkuverk, sum eru mett ar kosta 6,5 mia. krónur. en missir skipið Royndu sítt besta Eingin kann lastast fyri nak­ að. Øll hava roynt sítt besta, heilt úr maskinrúminum, upp á dekkið, víðari upp á brúnna og heim á skrivstov­ una í Klaksvík. Og tó, so eru í løtuni eingi útlit til, at annað skip kemur í staðin fyri Atlantic Navigator og fer undir líkn­ andi framleiðslu. Øll eru kedd, men eingin er mentur at gera nakað, ei heldur felagið í Klaksvík, sum var føroyski parturin í hesum. Atlantic Navigator verður í næstum umbygdur til veiði eftir krill í Suðurís­ havinum. Felagið, sum stendur aftanfyri norska partin, hev­ ur royndarfiskað eftir krill á hesum leiðum við einum øðrum skipi. Endi Nú norska fiskivinnuumsit­ ingin skal skriva út fýra permanent loyvi við endan av hesum mánaðinum, sam­ stundis sum royndarloyvini verða tikin aftur, væntar norska felagið at fáa í minsta lagi eitt av hesum loyvum og kanska bæði tvey. Um einar 2­3 vikur kemur Atlantic Navigator væntandi aftur av túri, og tá ið skipið loysir næstu ferð í Ánunum, verður tað bara ein spurningur, um hetta verður seinastu ella næstseinastu ferð. Ringvirkningarnir av Nærabergi og seinni Atlantic Navigator hava verið stórir. Øll hava roynt sítt besta - í maskinrúminum, lastini, dekkinum, brúnni og heima á skrivstovuna í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Øll eru kedd, men eingin er mentur at gera nakað, ei heldur felagið í Klaksvík, sum var føroyski parturin í hesum Mynd: Vilmund Jacobsen Seinastu tveir túrarnar hava partrolararnir, Bakur og Stelkur, rættiliga havt rokfiskiskap. Royndin hevur verið fýra samdøgur hvønn túrin, og nú teir landaðu mánadagin, vóru teir meira enn fullir undir lúkurnar. Teir høvdu eisini stóra dekslast Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 240 tons – ella sløk 500.000 pund av upsa eftir roynd í fýra samdøgur. Tað má sigast at vera rættiligur rokfiskiskapur. Skipini landaðu mánadag­ in eftir at hava verið úti í fýra samdøgur. Á Beta í Saltangará siga tey, at skipini umframt fulla last, eisini høvdu nógv kør av fiski á dekkinum. Túrin undan hesum, høvdu skipini eisini nógvan fisk – og stutta roynd. Tey royndu í sløk fýra samdøgur og landaðu stívliga 340.000 pund í Saltangará. Hetta eru soleiðis tveir rættiliga góðir túrar. Góður fiskiskapur Upsafiskiskapurin hevur tikið seg uppaftur, eftir at veiðan hevur verið sløk í mars og apríl. Vanligt er, at veiðan mink­ ar eftir gýting fyrr um várið, men tað eru menn, sum halda, at slaki fiskiskapurin helt sær longri í vár, enn vanligt er. Men nú bendir so alt á, at rættilig gongd er komin á aftur, og at nógvur upsi er at fáa. Hesa vikuna hava eisini onnur skip landað á land­ ingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará. Tveir trolarar, Brestir og Grímur Kamban, hava land­ að, og tað hava garnaskipini, Oknin og Vesturland, eis­ ini. Á Beta høvdu tey ikki neyvu tølini, tá ið vit frættu í morgun. Gulllaksur Leygardagin og leygar­ kvøldið landaðu tey trý skip í Saltangará, sum eru á gulllaksaveiði. Eysturbúgvin landaði leygardagin 260.000 pund, og leygarkvøldið landaðu Polarhav og Stjørnan heili 460.000 pund av gulllaksi. Hetta er gulllaksavertíð, og á Tavuni í Leirvík hava tey úr at gera, tá ið skipini eru inni. Bakur og Stelkur hava rokfiskiskap Mánadagin landaðu Bakur og Stelkur sløk 500.000 pund í Saltangará. Skipini høvdu verið úti í fýra samdøgur, so hetta var rættiligur rokfiskiskapur Mynd: Vilmund Jacobsen