Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 98 - 24. mai 2007 Sosialurin Miðlafyritøka í menning SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Seinastu tíðina hava røddir verið frammi, ið siga, at rasisma blómar á føroysk­ um fótbóltsvøllum. Hetta skal steðgast og ongantíð ov skjótt. Eg sat við áhuga og lurt­ aði eftir Alex dos Santos í Dag og Viku týsdagin 22. mai. Evnið hetta kvøld var rasisma á fótbóltsvøllinum. Líkt er til, at rasisma mill­ um fótbóltsspælarar og millum fótbóltsfjepparar, er blivin ein trupulleiki. Seinasta dømi vit hava, er frá dystinum millum LÍF og ÍF í 1. deild. Har er venj­ arin hjá LÍF lagdur undir at rópa ókvæmisorð eftir ein­ um myrkum spælarar hjá ÍF. Hesi ókvæmisorð vórðu søgd at verða beinleiðis rasistisk, tí tey vórðu tengd at uppruna og húðarliti spælarans. Hetta er tíverri ikki fyrsta og einasta dømi, ið vit hava um rasismu á fótbóltsvøllinum. Alex dos Santos var sjálvur frammi í fjølmiðlunum í fjør, har hann vísti á, at hann hevði upplivað at verða háðaður vegna sín húðarlit, í dysti millum EB/Streym og B36. Sum áskoðari havi eg eis­ ini sjálvur upplivað summi hava útrópt rasistisk og háðandi vendingar. Hetta hoyrir ongastaðni heima, tí samstundis sum hetta er ótrúliga niðurgerandi fyri offurini av rasismu, er tað eisini at tillátursgera seg sjálvan. Vit skriva 2007 og álvaratos! Eru vit ikki komin longur fram leið enn sum so viðvíkjandi rasismu? Trupulleikin er so ikki “bert” rasistisku rópini og tað, sum tað er í sær sjálvum. Ein líka stórur trupulleiki, ið stendst av hesum býttleikum er, at umdømið kring fótbólts­ spælið lækkar samstudis sum rasismusakirnar hækka. Spurningur er so, um ikki tað var frægari at umdømið hækkaði og rasisman lækkaði?! Ein kann seta seg niður eina løtu og hugsa um, hvat fótbóltur í veruleikanum er. Ella rættari sagt, eigur at verða. Fótbóltur er eitt spæl, ið verður spælt av liðum. Legg til merkis orið lið og ikki einstaklingar. Eitt lið verður sjálvandi sam­ ansett av einstakling­ um, ið nýta sínar einstakar førleikar til at berjast saman sum eitt lið. Teir einstøku førleikarnir eru fínir í sjálvum sær, men bera ongan veg einsamallir. Hvør einstakur á einum liði krevur at verða virdur. Eingin undan­ tikin. Allir vilja verða virdir fyri tað, ið teir duga og kunnu. Hetta skal eisini verða so, men hví so vanvirða orsaka av húðarlitið? Hvør og ein krevur at verða virdur, men hví so vanvirða onnur, tá tú krevur at verða virdur sjálvur? Summi ting eru ring at skilja og hetta er eitt afturat. UEFA og FIFA hava leingi ført átøk móti rasismu. Ført hevur verið fram, at fótbóltur er eitt spæl, ið so nógv fólk elska og tí krevst at virðingin rundanum fótbóltsspælarar og viðhaldsfólk eru í topp, tí alt annað oyðileggur fót­ bóltin. Og tað er eisini sannleiki í hesum. Fótbólt­ ur hevur gjøgnum árini ment seg til at verða tað spælið í heiminum, ið flest fólk fylgja við. Summi leggja sín gerandisdag eftir fótbóltinum. Summi leggja lív sítt eftir fótbóltinum. Havandi hetta í huga, so eigur ein at hugsa seg um. Tá so nógv fólk kring heimin eru fjepparar, er tað eingin loyna, at fótbóltsspælarar verða dyrkaðir á ymsar hættir. Teir eru idol hjá milliónum. Tey flestu vilja verða sum teir. Tá burdi tað sagt seg sjálvt, at fótbóltsspælarar royna at verða góð dømir fyri, hvussu ein skal uppføra seg. Bæði á vøllinum og uttanfyri. Spælarar sum Samuel Eto´o og Lillian Thuram, báðir Barcelona, hava verið nógv frammi í stríðnum móti rasismu og tað er sovorið, ið skal til. At menn traðka fram og seta fótin fyri hesum. Eg haldi, at spælarar her heima skuldu gera tað sama. Um trupulleikin er so stórur, sum Alex dos Santos sigur, so má okkurt gerast. Tað skal steðgast og ongantíð ov skjótt! Í nógv ár hava ítróttar­ sambond stríðst við dop­ ing, tí hetta oyðileggur spælið. Ikki skal verða loyvt at skumpa sítt ídni og orku ólóligan hátt. Nógvir dómar eru feldir og ofta er dómurin harður. Onkur skal halda seg burt frá síni ítrtóttargrein í fleiri mánaðir og onkur hevur fingið upp í ársdómar. Tá rasistiskar støður kunnu prógvast, haldi eg ikki at dómurin skal verða linari enn hann fyri m. a. doping. Tá tú straffast somikið hart fyri at dopa teg sjálvan, hví kann ein so ikki dømast hart fyri at niðurgera onnur, sum ikki hava biði um tað? Burtur við rasismu í fótbólti! Sólvit NolSø Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í dag eru 80 ár liðin, síðani Sosialurin fyrstu ferð sá dagsins ljós. Nógvar og stórar broytingar eru farnar fram í føroyska blaðheiminum hesi mongu árini. Eftir meira ella minni at hava verið politiskt málgagn broyttist blaðið so við og við til eisini at gerast eitt blað við tíðindum og upplýsandi tilfari. Tað var tó ikki bara sum at siga tað at geva bløð út í Føroyum við undantaki av Dimmalætting, sum var blaðið hjá flest øllum føroyingum. Tíðirnar broyttust og bert teimum bløðum, sum tóku til sín broytingarnar og nýggju avbjóðingarnar, var lív lagað. Tíðin fór so við og við frá teimum politisku bløðunum, og her royndu skiftandi blaðstjórar seinnu helvt av 1900 talinum at gera Sosialin til meira eitt tíðindablað fyri allar føroyingar. Hetta var eingin løtt uppgáva, tá hugsað varð um, hvussu fast inngrógvin Dimman var sum ávísin hjá føroyingum. Men við góðum kreftum, eldhuga og einum stálvilja varð kappingin tikin upp, og í dag síggja vit so úrslitið. Tað eydnaðist at gera Sosialin til landsins størsta blað. Ein tann størsta broytingin hendi í fjør, tá gomlu eigararnir, Føroya Javnaðarflokkur seldi blaðið til starvsfólk og onnur áhugað. Í dag telist fyritøkan millum fremstu miðlarnar í landinum, og frá upprunaliga bara at vera eitt blað hevur fyritøkan nú ment seg til at vera ein fjølmiðlafyritøka, sum virkar á fleiri pallum. Síðani flutt varð í Vágsbotn er virksemið so eisini víðkað til at fevna um mentanarlig og upplýsandi tiltøk í Miðlahúsinum. Arbeitt verður framhaldandi við at menna fyritøkuna og verður føðingardagsárið merkt av hesum. Nýggjar tænastur fara at at síggja dagsins ljós sum frálíður. Og vit fara sjálvandi eisini at virka fyri at gera tað betri, sum er. Starvsfólkini á blaðnum vilja við hesum takka øllum okkara viðskiftafólki fyri gott samstarv, og vit bjóða øllum Føroya fólki at gera brúk av okkara tænastum, sum vit vóna kunnu vera við til menna fólkaræðið og Føroyar. At vit eru flutt í Miðlahúsið og miðvíst brúka hetta heiti í okkara tiltøkum er eisini ein ábending um, at fyritøkan í størri og størri mun ynskir at fevna um fleiri miðlapallar. Dømi um hetta er sera virkni leikluturin á internetinum. Hetta árið fer so at avdúka, hvørjum øðrum pallum vit halda okkum til at virka á. Eitt stendur rimmarfast: frá at vera vorðin sera sjónlig í høvuðsstaðnum hava vit sum fremsta mál at styrkja tíðindaflutningin kring alt landið. Tað skal okkara útbygda rullandi miðlabilaredakatión tryggja. Á 70 ára degnum høvdu vit ynski um at fáa fleiri skúlað tíðindafólk. Hetta er framvegis okkara ynski. Og vit heita á myndugleikarnar um at vera við til at skapa grundarlag undir tørvandi eftirútbúgving, soleiðis at eisini okkara fólk verða enn betri før fyri at útinna gott journalistiskt handverk og her m.a. at betra um málsligu førleikarnar og at menna krittiska og djúpduborandi journalistikkin. Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í Miðlahúsinum og Miðlagarðinum í Vágsbotni fríggja- dagin millum klokkn 15 og 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330