hósdagur 24. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2007
13
Stórtíðindini um dagarnar
vóru, at:
“... Tað er ein mýta, at
gjógvin millum tær hægru
lønirnar og lægru lønirnar
er vaksin,
,..munurin millum eina
arbeiðaraløn og aðrar lønar
bólkar er minkaður sein
astu árini.”
Tað er beinleiðis vill
leiðandi at leggja dent á, at
Vinnuhúsið vísir aftur, at
lønarmunurin er vaksin
seinastu árini.
Vinnuhúsið sigur jú
eisini, at:
“...lønarmunurin millum
ein arbeiðara og ein starvs
mann seinastu 20 árini er
minkaður úr 26 niður í 21
prosent.”
Tað er sanniliga munur á
20 árum og “seinastu
árini.”
Harafturat verða hesar
týðningarmiklu niðurstøð
urnar tagdar burtur:
“... keypiorkan hjá ófak
lærdum tímaløntum stend
ur at kalla í stað, meðan
tað hjá øðrum lønarbólkum
hevur verið stór framgongd
seinastu árini,
... tey sum vóru lutfals
liga væl fyri í 2003 eru
vorðin nógv frægari fyri í
2006 meðan tey, sum hava
nakað lægri keypiorku í
2003 ikki eru ríkari í 2006,
... keypiorkan hjá einum
arbeiðsfólki, sum
arbeiðir niðursetta tíð verri
í 2006 í mun til 2003,
... arbeiðarar hava havt
ein minni vøkstur í keypi
orkuni enn flestu aðrir
løntakarabólkar í tíðar
skeiðinum 20032006,
... fyri arbeiðarar við
niðursettari arbeiðstíð
hevur verið talan um fall í
keypiorkuni.”
Tað er ein pínligur veru
leiki, at seinastu fýra árini
eru 372 mió.kr. brúktar til
at skeikla keypiorkuna av
lagi á skammiligast hátt.
Tey, sum vóru frægast
fyri, fingu enn betri ráð at
ferðast og at keypa fyri, og
hetta unna vit teimum væl.
Hinvegin er tað minni
gott, at tey ið vóru ringast
fyri, ikki sluppa av feta
num og fingu enn tyngri
byrðar at dragast við.
Heilar 372 mió.kr. vóru
settar upp á kant til hetta
ósosiala endamálið.
Vit eru fleiri, ið fara at
veita okkara fulla og heila
stuðul til nýggja
landsstýrismannin, sum
legði navn til omanfyri
nevndu niðurstøður um
keypiorkuna á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Vit halda, at eisini tey
minni mentu eiga lut í
vælferðini, og vit rokna
við, at landsstýrismaðurin
fer at tryggja teimum hesar
sømdir.
viðmerkingar
Ein broytingartilgongd er sett í
verk í SEV, og tey, sum dagliga
vara av hesi fólksins ogn, hava
fingið høvi at hugsa um, hvussu
virksemið í Elfelagnum verður
skipað á skilabesta hátt fram
eftir. Eg skrivi hesar reglur í eini
rættleiðing til handilsskúlastjór
an og ein fyrrverandi umboðs
nevndarformann, sum seinastu
dagarnar eru komnir sum ketta
burtur úr høvdatrogi í fjølmiðlu
num, har teir hava eftirlýst broyt
ingum í SEV, sum longu eru
settar í gongd
SEV er farið inn í ein nýggja
tíð, har broytingar, sum fáa
felagsskapin til at vera meira
nútíðarhóskandi, eru settar í
gongd. SEV er ein lívæðr í
okkara samfelag, og tí skulu
broytingar fremjast við skili og
ikki í skundi og óðum verkum.
Tað eru eftir øllum at døma
nøkur, sum ikki hava fatað, at
broytingar eru á veg, ella tey
vilja ikki fata tað, tí broytingar
nar verða ikki framdar eftir
teirra høvdi. Reidar Nónfjall,
handilsskúlastjóri, og Hans
Tausen Olsen, fyrrverandi
umboðsnevndarformaður í SEV,
hava alment kallað SEV ein
senilan felagsskap, teir eftirlýsa
broytingum, og teir vísa á, at
leiðslutrupulleikar eru rótin til,
at SEV ikki flytir seg inn í
nýggju tíðina. Fyrr nevndi hevur
helst ikki fylgt við, hvat er farið
fram seinnu árini, tí megin
parturin av tí, sum hann reksar
upp í sínum “snøgga” lesara
brævi í Dimmalætting 11. mai
2007, er antin sett í verk, ella er
tað ávegis.
Handilsskúlastjórin er í hesum
høpi funnin fressur hjá fyrrver
andi umboðsnevndarformann
inum. Hann roynir at gera orð
skúlastjórans til síni egnu í eini
roynd at káva út yvir síni vána
ligu úrslit í SEV, har Hans
Tausen Olsen var umboðsnevnd
arformaður í 13 ár uttan at
megna at fremja munagóðar
broytingar.
Tað loysir seg neyvan at brúka
meira tíð og orku upp á hesar
báðar, tí teir tykjast grunda sína
støðu á ein neiligan hugburð, og
tí er tað helst sum at sletta vatn
á gás. Lat meg heldur stutt
greiða frá teimum broytingum,
sum eru á veg í SEV.
Broytingar ávegis
Stýrið hevur eftir tætt samskifti
við kommunurnar og umboðs
nevndarlimir lagt eitt uppskot
fyri umboðsnevndina, sum
hevur til endamáls at gera SEV
smidligari og meira tíðarhósk
andi.
Ætlanin er at skipa Elfelagið
eftir partafelagslíknandi leisti
frá 1. januar 2009. Sambært
uppskotinum heldur SEV kort
ini fram sum lutafelag, men
stýrið verður umskipað til eina
nevnd eins og í partafeløgum.
Uppskotið inniheldur fimm
høvuðsbroytingar. Umboðs
nevndin verður broytt til parta
felagslíknandi aðalfund, har
hvør limakommuna møtir við
eini fulltrú og við einum
atkvøðutali, sum verður sett í
mun til fólkatalið í kommununi.
Tað verður bert ein ársaðalfund
ur, og aðrir fundir av slíkum
slagi verða at rokna sum eyka
aðalfundir.
Stýrið verður broytt til eina
nevnd við 11 limum, sum
verður vald á aðalfundinum.
Hvørt øki í landinum velur sítt
ella síni umboð. Skotið verður
upp, at Norðoyggjarnar fáa tveir
nevndarlimir. Eysturoyggin tá
er Sunda Kommuna ikki írokn
að fær tveir limir í nevndina,
og Norðurstreymoy tá er
Sunda Kommuna íroknað fær
ein nevndarlim. Vágar, Sand
oyggin og Suðuroyggin fáa
eisini hvør sín nevndarlim, og
Tórshavnar Kommuna fær
tríggjar nevndarlimir.
Heimildirnar at taka avgerðir
um fíggjarætlanir verða fluttar
frá umboðsnevndini, sum verður
skipað sum aðalfundur, til
stýrið, ið verður skipað sum ein
nevnd.
Veðhaldsskyldurnar, sum
limakommunurnar hava, verða
strikaðar, men veðhaldsskyldan,
sum limakommunurnar hava
vegna felagið mótvegis starvs
fólkunum stendur við.
Stýrið hevur arbeitt við upp
skotinum til bygnaðar og við
tøkubroytingar síðani umboðs
nevndarfundin 28. apríl í
fjør. Sambært galdandi viðtøk
um skal nýggj umboðsnevnd
taka við 1. januar 2009 eftir bý
og bygdaráðsvalini á heysti
2008. Tí er hóskandi at seta
nýggju skipanina í verk tá, men
harumframt gongur skiftistíðin í
uppskotinum til elveitingarlóg
eisini út 1. januar 2009.
Stýrið legði uppskotið fram á
umboðsnevndarfundi 27. apríl
og mælti samstundis umboðs
nevndini til at útseta støðutak
anina til ein komandi eyka
umboðsnevndarfund eftir
summarfrítíðina. Stýrið heldur,
at umboðsnevndarlimir og
kommunustýrislimir kring land
ið eiga at fáa góða tíð at viðgera
uppskotið. Umboðsnevndin hjá
SEV samtykti at útseta málið
um at taka støðu til uppskotið á
komandi fundi.
Allir partar hava nú høvi at
meta um uppskotið og koma við
broytingum. Tað frøir meg, at
vit eru komin so langt, tí tey
árini, Hans Tausen Olsen var
umboðsnevndarformaður, var
ógjørligt at fáa umboðsnevndina
at viðgera munadyggar bygnað
arbroytingar.
Eg gjørdi mína fyrstu roynd at
broyta SEV, tá eg sum borgar
stjóri í Tórshavnar Kommunu og
sum næstformaður í Komm
unusamskipan Føroya mælti til
at broyta Elfelagið til eitt
partafelagslíknandi felag. Men
tá var Hans Tausen Olsen,
umboðsnevndarformaður, ein av
harðastu mótstøðumonnunum.
Eg havi síðani sum kommunu
stýrislimur, umboðsnevndar
limur og seinastu tvey árini sum
stýrisformaður í SEV miðvíst
virkað fyri broytingum. Eg kann
bara fegnast um, at Elfelagið nú
er komið inn í eina sunna
broytingartilgongd, sum óivað
fer at gagna okkara samfelag og
komandi ættarliðum.
SEV er í eini sunnari broytingartilgongd
stýrisformaður
Leivur
Hansen
Hergeir
nieLsen
Misvísandi tíðíndaflutningur
”Globalisering, globaliser
ing, hálvt kongaríki fyri
globalsering!” Rópt verður
nógv um alheimsgerð í hes
um døgum. Tað er vorðið
eitt, av sonnum at kalla,
gandaorð, og eru hesi ikki
so fá eftir hondini. Men
Føroyar eru blindtarmur í
alheimsgerðini. Vit eru ikki
heimsins nalvi. Vit eru
heldur heimsins nalvaull,
og tað á fleiri mótum. Eitt
nú á útlendingaøkinum.
Tað er nóg ringt, at vit
beinleiðis ella óbeinleiðis
hava ein fremmanda
hatskan útlendingapolitikk.
Tað er løgið, at vit skulu
hava eitt slíkt nálareyga
mótvegis útheiminum, tá ið
útheimurin hevur bæði
víðar og opnar dyr mót
vegis okkum. Føroyingar
eru vælkomnir nærum alla
staðni úti í víðu verð, og tí
njóta vit øll gott av. Men
vit unna ikki útheiminum
sama gestablídni – ikki
uttan so, at talan eru um
ein dana. Paradís fyri
danir, øll skilja og tosa
danskt. Lógarverki er
dansk, so rættartrygd dana
í Føroyum er tryggja í
høvd og reyv. Allar vørur
hava donsk frámerki.
Hátalarin umborð á
Stranfaraskipunum tosar
eisini danskt. Gjaldoyra er
hitt sama, og hann fær
brúkt sínar donsku seðlar.
Alt er so æviga gott og væl
skipað.
Men søgan er ein heilt
onnur fyri útlendingar. Teir
sum sleppa ígjøgnum
nálareyga eru sleptir uppá
fjall. Vit krevja teir skulu
læra føroyskt, so at vit
skulu skilja hvat teir siga.
Teir skulu gjalda í almenn
ar kassar, men eiga eingi
rættindi at fáa útgjøld úr
somu kassum. Her er talan
um arbeiðsloysisskipanina.
Teir kunnu ikki keypa í
handlunum við vissu um
hvat teir keypa, hóast teir
duga føroyskt, tí vøran er
donsk fyri ein stóran part.
Tað ringast av øllum er,
at hesi fólk onga veruliga
rættartrygd hava, tí at
rættarskipanin fer fram á
donskum.
Størsta forðingin fyri
veruligari alheimsgerð í
Føroyum er hin sokallaði
ríkisfelagsskapurin.
Føroyar eru alt ov dana
gjørdar til at taka ímóti
øllum heiminum. Vit eru
og verða heimsins nalvaull
til vit vera sjálvstøðug. Tí
beint nú eru vit hvørki egg
ella ungi, land ella amt,
tjóð ella ”forvrænget dansk
bjergdialekt”.
Eg vamlist við, tá ið
landsins landsins stjórn
brynjar seg við skjaldrar
merkinum ”Alheimsgerð”,
tí her í Føroyum er tað líka
sum ”Fólkaræði” einans
eitt skjaldrarmerki.
Nalvaull heimsins í alheimsgerðini
Formaður Unga
Tjóðveldisins
rúni nieLsen
Sundsverkið