Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 98 - 24. mai 2007 Tað ið hetta snýr seg um, eru tvey lesarabrøv hjá Svenningi av Lofti viðv. uttandura skeinkiloyvi. Seinna lesarabrævið var eitt aftursvar til mín og nakrar hugleiðingar um evnið. Eg royndi so væl eg kundi at finna eitt aftursvar í seinna lesarabrævinum, men tað var eins og at flysa ein leyk. Eg flusti leykin lag fyri lag í vónini um at finna kjarnina í aftursvari­ num, men tá eg var komin ígjøgnum øll løgini, fann eg útav, at ongin kjarna var og tað, sum í besta falli spurdist burturúr flusta leykinum vóru nøkur tár í eygunum. Eitt, sum eg havi bitið merki í, er framferðarhátt­ urin hjá Svenningi. Tað ið eykennir framferðarháttin hjá summum sterkt trúgv­ andi fólki, er at tey eru komin fram til eina statiska niðurstøðu, áðrenn tey hava neyðug fakta at stuðla niðurstøðuni. Vísundin sigur hinvegin: fakta fyrst, síðani kemur ein niður­ støða, ið er dynamisk. Hátturin hjá Svenningi hoyrir heima í tí fyrra dømi­ num, har hann er komin til eina heldur hysteriska niðurstøðu, uttan at tonkja seg stórvegis um. Bestu dømini upp á tað mótsatta eru: “war on drugs” kam­ pagnan í USA og rús­ drekkaforboðið, ið elvdi til stór mafiakríggj og onnur lógarbrot, heldur enn at tálma nýtsluni. Eitt annað, ið er at finna í “aftursvarinum” er, at Svenning hevur ein ten­ dens til at generalisera og koyra øll í ein pott. Hann sigur, at øll eru potentiel offur fyri at detta úti rús­ drekkamisnýtslu um ølin verður drukkin uttandura heldur enn innandura. Slík tankagongd svarar til, at allir týskarar hava ein potentiellan Hitler í búki­ num, allir muslimar eru potentiellir sjálvmorðs­ bumbarir, øll, ið eiga ein knív eru potentiellir mordarar o. s. fr. Tað eg meini við, er, at tað fara altíð at vera undantøk, ið oyðileggja tað fyri hini, men harfrá og til at siga, at øll eru eins og undantakið, er ein langur vegur. Um vit skulu laga samfelagið eftir undantøkunum, so mugu vit banna skúlar, bilar, knívar, bátar, mat o.s.fr., tí hesi kunnu øll misnýtast. Óspiltur ungdómur vs. spiltan ungdóm Hjartamálið hjá Svenningi tykist verða at verja tann óspilta ungdómin. Óspiltur ungdómur merkir í hesum førinum: ungfólk, ið ikki drekka. Hetta má so merkja, at ungdómur, ið smakkar sær á er “spiltur ungdómur”. Hendan niðurstøðan hevur onki at gera við, hvussu stórar mongdir blíva druknar. Eftir Svenningi at døma, so gerst ein spiltur um ein drekkur í vikuskiftinum. Um talan er um eina øl ella ein kassa... tað kann vera líkamikið. Um vit brúka tríggir heimskendar menn sum dømi um spilt og óspilt fólk, so fer tað at síggja soleiðis út: Tann fyrsti er eitt dømi upp á ein “spiltan” persón. Hann samstarvaði við politikarar, ið ikki høvdu reint mjøl í posanum og ráðførdi seg hjá astrolog­ um. Hann hevði tvær elskarindur, var keturoykj­ ari og drakk 8­10 gløs av Martini um dagin. Hesin er enn eitt dømi upp á ein “spiltan” persón. Hann bleiv koyrdur frá embætinum tvær ferðir, hann kláraði seg illa í skúla­ num vegna orðblindni; hann fór upp á døgurðatíð, roykti opium á universitet­ inum og drakk ein kvartan litur av whiskey um dagin. Her er talan um ein óspiltan mann. Hann var ein høgt virðismett krígs­ hetja. Hann var vegetar og roykti ikki. Hvørjir vóru so mennin­ ir? A) er Franklin D. Roosevelt. B) er Winston Churchill og C) er Adolf Hitler... so kann mann tyggja eitt sindur upp á tað. Tað óspilta, perfekta og keðiliga lívið Jamen, er tað neyðugt við rúsdrekka? Tað fari eg ikki at gera meg klókan uppá, men eg haldi, at øll skulu hava rættin til avgera sjálvi. Eg vil ikki hava nakran annan at taka ta avgerðina fyri meg. Hvat eg geri við mín kropp og hvussu eg livi mítt lív má vera upp til mín sjálvs, so leingi eg ikki eri til ampa fyri onnur. Tá ið onkur byrjar at kroysta sína fatan av tí perfekta lívinum oman yvir meg, so sigi eg stopp. Tað veri seg um eg eti ein burgara, eri atheist, lurti eftir hørðum tónleiki ella drekki eina øl úti. Hesum vali vil eg sjálvur vera harri yvir. Um Svenning heldur tað vera best fyri meg ella óspiltan ungdóm at brúka alt lívið í einum tryggum skúmbelagdum grulvigarði, ílætin heit klæði, turriklæð, húgvu, oyraklappar og við bindi fyri eyguni, so veruleikin gerst so fjarður sum gjørligt og eg livi eitt so trygt og vandaleyst lív sum yvirhøvur til ber, so takki eg nei! Um nakar gerst alkoholikari orsaka av at drekka eina øl úti, heldur enn inni, so má tað verða fyrsta og einasta dømi í heimssøguni, tí hesin hevði uttan iva farið at drukkið fyrr ella seinni. Talan er bert um at drekka eina øl úti, heldur enn inni... heilt erligt: hvat er trupulleikin? Kanska skuldi eg heldur drukkið tvær inni ístaðin? Tá ein hít blívur til eina veðurballón Hergeir StakSberg Mitt á einum torgi í Moskva stendur ein óviti og etur eina melón eins og spælir hann upp á eina lítla bláa munnhørpu. Ein annar óviti fer yvir til hansara og biður um at fáa ein bita. Tann fyrri mutlar eitthvørt og ristir bara við høvdinum. Tá slær hin hann. Og teir rúka saman at berjast og fara um koll báðir tveir. Eg ætlaði mær einaferð at skriva eina bók har alt skuldi snúgva seg um tíð. Um at tíðin ikki er. At fortíð og framtíð báðar eru til sum samtíð. Eg trúgvi at øll menniskju, tey sum liva nú og tey sum hava livað og tey sum fara at liva aftan á okkum, liva í dag. Eg vildi ynskt at eg kundi tømt evnið tíð at botni, soleiðis sum hermaðurin við skeiðini skavar skál sína. Er annar av hasum óvitunum veruliga - eg? Um ævinleikin hevði eina finningarstovu var mangt at finna har: galosjurnar hjá Savonarola, fótklúturin hjá Shakespeare, lorgnettin hjá Homer. Jevgenij Vinokurov, f. 1925, Russland Mitt á einum torgi í Moskva Spurningurin hevur ongan­ tíð verið um lógarbrot hjá løgtingsformanninum, men heldur um etiskt brot á avtalu. Eg eri í iva, um tað tænir gevandi endamáli at halda fram við verandi blaðkjaki um okkara løgtingsval­ skipan, men fari heldur at vísa til nakrar av mínum grundgevingum og nakað av tí, eg fyrr og so ofta havi skrivað í bløðum, á Fólkafloksins heimasíðu, og hjá Norðlýsinum um hesi viðurskifti. Onkur av hesum standa inni á míni egnu heimasíðu www. keldu.com. Løgmaður hevur nú sagt, at hann ætlar at takað málið upp í samgonguni, sum er sjálvsagt. Tingfólk hava ynskt fund um málið, áðrenn nakað hendir. Tí skal eg bert koma við eini einstakari viðmerking til tað, Heðin D. Poulsen nevnir. M. a. sigur hann, at fólk hava ført fram, at “Edmund Joensen á ein ella annan hátt forbrýtir seg, um hann leggur uppskotið um eitt valdømi fram” og víðari “....Sambært §22 í stýris­ skipanarógini, hevur hvør einstakur limur rætt at leggja fram uppskot um løgtingslóg....”. Hetta er rætt og øllum løgtingslimum kunnugt. Sjálvur havi eg ikki sæð nakran tosa um “lógarbrot” í hesum viðfangi, men at løgtingsformaðurin uttan nakað, og uttan at sam­ gongufundur hevur verið um eitt so tíðandi og viðbrekið mál, vitandi, at stórur partur av samgong­ uni er í móti, í treiskni ætlar at leggja uppskot um eitt valdømi á løgting, tá samgonguskjalið, “Breiða semjan”, stutt og greitt sigur, at “”Vallógin verður endurskoðað”, so kallar eingin hetta lógarbrot men at hetta er eitt álvarsligt etiskt brot á avtalu, skal eingin ivi verða um. At hetta pettið í samgongu­ skjalinum er so stutt, hevur sína orsøk. Gjølligt umhugsni Í einum eru Heðin og eg í øllum førum samdir, tað er, at broyta eina vallóg so radikalt, skal hava drúgvar gjøgnumgongdir og gjølliga umhugsan, hvørjar avleiðingar standast av hes­ um sum heild, samstundis sum lógir, kunngerðir og bygnaðir verða gjøllað kannað, men tað eigur ikki at vera orsøk til, at málið ikki kann leggjast fram við skili. Gønland, og tal av atkvøðum uppá løgtings­ limin í hvørjum valdømi sær í Føroyum, hevur so ofta verið uppi at venda, og har er einki nýtt í greinini, tí tími eg ikki at gera nakrar víðari viðmerkingar til tað uttan at siga, at ein orsøk til, at grønlendska vallógin, sum hevur víst seg tærandi fyri økini uttanfyri Nuuk, ikki aftur er broytt, er kanska júst tí, at tað tekur drúgva tíð at broyta ella endurbroyta eina landsvallóg. Í øðrum lagi kann hugsast, at ein orsøk kann vera, at tað ídag búgva 23 tingfólk av 31 í høvuðsstaðnum Nuuk. Samstundis, sum eg fari at biðja Heðin, um hann hevur áhuga í mínum grundgevingum, at lesa tað eg fyrr og so ofta havi skrivað, fari eg at heita á hann – og onnur ­ um at lesa frálíku greinina hjá fyrrverandi formanni Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, “Føroyar eitt valdømi. Hvat er demo­ kratiskt?”. Henda greinin stóð at lesa í Sosialinum 30. apríl 2007. Viðmerking til Heðin D. Poulsen løgtingsmaður Jógvan við keldu viðmerkingar