hósdagur 24. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2007
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hjørdis í Jansagerið, ættað úr Miðvági, búsitandi
í Hørning, andaðist 22. mai á Silkeborg sjúkrahúsi,
67 ára gomul.
Svanhilda Olsen, vanliga nevnd Hilda, av Toftum,
andaðist 22. mai 89 ára gomul. Kistan kemur í
Fríðrikskirkjuna fríggjadagin 25. mai klokkan 16.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin
26. mai klokkan 14. Tey ið vilja minnast Hildu,
kunnu geva eina gávu til missiónshúsið Tabor á
Toftum, konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
2. hvítusunnudag 28. mai
verður
Olivur
Holm,
vanliga nevdur Olivur við
Bakkhús, níti ár.
Olivur er sonur Annu av
Steig úr Sandavági og
Danjal Olivur Holm av
Hólalagi í Hvalba.Tey settu
búgv við Bakkhús og fingu
12 børn. Olivuri untist at
hava seks beiggjar og fimm
systrar.
Olivur fann sær konu úr
Nesi. Hann giftist við fastur
míni Meinu, sum er dóttur
Jacob og Annu Kathrinu
Ludvig.Tað er á henda hátt,
at eg sum smágenta kom at
kenna henda fitta og blíða
mannin. Ávísa tíð á árinum
kom Olivur út í Nes at velta
og at hoyggja. Tað eru
hugnarligar løtur at minnast
aftur á, tá hann vitjaði inn
til okkara til ein døgurðabita
ella ein drekkamunn. Olivur
hevur altíð dugað sera væl
at siga frá og við síni níti
ára gomlu lívssøgu, so er
tað so ófatuliga nógv, ið
hann hevur havt at geva okk
um yngru.
Olivur
hevur
verið
sjómaður stóran part av
lívinum, eisini hevur hann
arbeitt nógv á kolinum.
Seinastu nógvu árini róði
hann út við línubátinum
Hamranesi. Sigast má um
Olivur, at hann hevur verið
ein sera raskur arbeiðs
maður, sum altið hevur
gjørt sítt arbeiði til lítar
bæði á sjógvi og landi.
Olivur hevur altíð havt
stóran áhuga fyri vøkru
náttúru okkara. Alskin til
Lítla Dímun var honum í
blóðið borið. Hann var í
síni tíð ein av undangongu
monnunum, sum altíð var
til dystin fúsur at fara út í
oynna. Olivur er takksamur
fyri og stóltur av, at unga
ættarliðið hevur tikið við,
har hann sjálvur slepti.
Nú árini eru komin, býr
Olivur í Eldrasambýlinum,
og har er hann glaður fyri at
vera. Hann er raskur at
ganga sær ein túr út í Skálar
at vitja konuna Meinu, sum
altíð hevur verið honum ein
hollur stuðul.
Olivur og Meina eiga tvær
døtur, sum búgva í Havn.
Tey eiga seks abbabørn og
trý langabbabørn. Tey eru
øll røsk at vitja suður, og
hetta eru familjuløtur, sum
Olivur og Meina gleast um.
Góði Olivur, eg og vit øll
á
Sýnini
ynskja
tær
hjartaliga tillukku á 90 ára
føðingardegnum. Vit takka
fyri
hugnarligar
løtur,
hjálpsemi og blíðskap tá
vitjað verður í Skálum. Má
Harrin styrkja teg í tíðini
sum kemur og takk fyri alt,
sum tú hevur verið fyri
okkum.
Súsanna
Olivur Holm 90 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara elskaði maður, pápi, sonur, versonur og beiggi
Marnar Fríðrikur Dam
Oyndarfjørður
andaðist 21. mai, 36 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Oyndarfjarðar kirkju
leygardagin 26. mai kl. 14.00
Leila, Irena, Jónleyg
Edith, Andrias, Poulina, Jónhard
og systkin við familju
Tey, ið vilja minnast Marnar við blómum ella kransi, kunnu lata
eina peningagávu til genturnar. Konta í Eik banka.
Í sambandi við eina framsýning
sum verður á ólavsøku í ár í gamla
realskúlanum í Havn leitar Jórunn
Dánialsdóttir eftir myndum av
lærarum og næmingum í “Færøer
nes Mellem og Realskole” í
tíðarskeiðnum 1916 til 1966.
Jórunn heitir á tey, sum eiga
myndir frá hesum tíðarskeiði, um
at ringja til sín á tel. 316024 ella
226024. Adressan er Sílagøta 3,
FO100 Tórshavn. Myndirnar
kunnu eisini latast inn ”navn
merktar” í Wrangler Shop í N.
Finsensgøtu 23 (tel. 314710).
Tíðarfreistin er sett til 10. juni,
og vónar Jórunn at fáa allar
myndirnar til høldar til tað tíð.
Í dag hava vit mynd av fýra
børnum í 2. millumskúlaflokki
umleið 1943, f.v.: Poul Mohr,
Karl
Vilhelm
Fossá,
Sonja
Egholm (g. Danielsen) og Arne
Berg Jacobsen.
Flokkurin, sum hesi børnini
gingu í, fóru í millumskúlan í
1940 og vórðu liðug í 1945. Tey
gingu sostatt í skúlanum øll
krígsárini.
Um onkur hevur okkurt at við
merkja í sambandi við hesa mynd
ina, er viðkomandi vælkomin at
seta seg í samband við Jórunn
Dánialsdóttir.
Myndaeigari: Ingibjørg Djurhuus
Færøernes Mellem- og Realskole:
Millumskúlabørn
umleið 1943
Dagurin
25. mai. Urbanus. Hann
var Pávi, til hann varð
hálshøgdur ár 230. Eftir
teimum gomlu álmannakk
unum var Urbanus fyrsti
summardagur.
Navnið
merkir upprunaliga býar
búgvi.