Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 98 - 24. mai 2007 AFTURHVARV Eirikur Lindenskov Leygardagin 19. mai hittust 21 fyrrverandi floksfelagar á Venjingarskúlanum í Havn. Tað vóru tey, sum byrjaðu í 1. C í 1973, sum á fyrsta sinni hittuast aftur í skúlanum – 24 ár eftir at tey vóru farin úr 10. flokki. Hóast talan ikki var um ein rundan dag sum so, so høvdu vit kortini gjørt av at hittast nú, um ikki annað tí, at øll nú høvdu rundað tey 40 árini. Fimm av teimum 21 vóru komin heim úr Danmark til høvið, og dagurin byrjaði kl 10 á morgni, tá øll vóru heintað við einum bilafylgi av ellisakførum, sum síðani koyrdi okkum í Hvíta skúla, sum vit kallaðu skúlan við Landavegin – sum tey eisini kalla Ytra skúla. Har varð borðreitt við kaffi og morgunbreyði og tosað varð um gomul minni og gamlar dagar. Ytri skúli er ikki minni hugnaligur í dag, enn hann var tá vit gingu har í sjeytiárunum. Á trappuni varð ein floks­ mynd tikin – har vit øll sótu á sama stað, sum vit gjørdu í triðja flokki, tá ein mynd varð tikin á somu trappu. Síðani varð farið út á Venjingarskúlan, har vitjað varð í gomlu skúlastovuni. Tað vekir sjálvandi nógv gomul minni soleiðis at mala aftur á blóðið – tað undraði nógv okkara, at skúlin í veruleikanum er so lítið broyttur øll hesi árini. Pulturin er hin sami – og mín sann um ikki eisini heims­ og evropakortið eis­ ini var hitt sama – við Sov­ jettsamveldinum og sundur­ býtta Týsklandi – ”Vesttysk­ land” og ”Østtyskland”, sum tað framvegis stendur á landalærukortunum á Venjingarskúlanum. Onkur helt fyri, at Petur Ove Petersen, sum dagin fyri varð settur sum nýggjur skúlastjóri, má taka sær aðrar partar fyri, um skúlin skal geva sær nakra vón í eini komandi pisa­kanning. Ella kanska tað eru politikar­ arnar, man skal skylda uppá... Í øllum førum tað langt úti, at skúlin er so illa dagførdur – so bæði pisa­ kanningar og visjón 2015 kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir við slíkum raðfest­ ingum. Men dagurin var kortini góður, veðrið var av tí allar fagrasta – og somuleiðis veitslan á kvøldið og um náttina í Hornahúsunum í Havn. Ein frálíkur dagur – sum øll vóru samd um at endur­ taka við javnari millumbil­ um komandi árini. nøvn Gamlir skúlafelagaðar hittust Bilafylgið við ellisakførum koyrdi kring býin og heintaði allar floksfelagarnar leygarmorunin Aftast frá vinstru: Rósing Skorá, Janus Jacobsen, Eyðun Christiansen, Egon Danielsen, Jónleif Sólsker, Kenneth Nygaard Jensen, Regin Jakobsen, Regin Joensen Mittast frá vinstru: Christa Blåsvær, Merry Andrésen, Hanne-mi á Brúgv, Súsanna Sørensen, Eyð Jakobsen, Eirikur Lindenskov, Per Debes Fremst frá vinstru: Ida Johannesen, Saloma Zachariasen, Birgit Nielsen, Súsan Klein Gregoriussen, Barbara í Gongini, Petur Juul Johannesen Afstasta rað: Helena Jacobsen, lærari, sum andaðist 15. februar í ár, Jákup Klein, Rósing Skorá, Janus Jacobsen, Eyðun Christiansen, Egon Danielsen, Jónleif Sólsker, Kenneth Nygaard Jensen, Regin Jakobsen, Jón Borgarlíð. Mittasta rað: Majken Dam (Frederiksen), Merry Andrésen, Hanne-mi Jacobsen (á Brúgv), Súsanna Sørensen, Eyð Godtfred (Jakobsen), Eirikur Lindenskov, Per Debes. Fremsta rað: Ida Johannesen, Saloma Joensen (Zachariasen), Birgit Nielsen, Súsan Klein (Gregoriusen), Guðrið Jacobsen (Jensen), Petur Juul Johannesen