hósdagur 24. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2007
17
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Fyri okkara viðkomandi nyttar ikki at tosa um teir,
sum ikki eru tøkir
Súni Fríði Barbá, AB
17 ára gamla Barbara
Tausen í Havn vann í
gjár eina fótbóltsferð
til Italiu, tá Føroyar
og heimsmeistararnir
spæla. – Eg havi ikki
keypt atgongumerki
til dystin á Tórsvølli,
men tað er kanska
ikki neyðugt, nú eg
sleppi til Italiu, sigur
fegna Barbara
VINNARI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Um tvær vikur fyllir Bar
bara Tausen 18 ár, men hon
hevur helst longu fingið
bestu gávuna, hon kundi
ynskt sær – eina ferð fyri
tvey til Italiu, tá Føroyar og
heimsmeistararnir spæla.
Hesa gávu hevur Barbara
fingið, tí hon tók lut í kapp
ing í Sosialinum, har henda
fótbóltsferð var vinningurin.
Millum eina ørgrynnu av
innsendum
seðlum,
var
hennara drigin upp úr bunk
anum, og Barbara Tausen
duldi ikki yvir, at hon var
ógvuliga fegin um vinn
ingin.
– Hetta er eitt sindur av
einum dreymi, segði Bar
bara, tá hon var framvið í
Miðlahúsinum í gjár.
Barbara spælir sjálv við
B36, og fylgir væl við í fót
bólti. Tíverri hevur hon
verið skadd tey bæði sein
astu árini, men sum Barbara
sjálv sigur, so er fótbólts
ferðin eitt plástur upp á sár
ið í so máta.
Sjálvandi vinna
Føroyar
Leygardagin 2. juni spæla
Føroyar og Italia á Tórsvølli,
men Barbara hevur enn ikki
gjørt av, um hon skal fara at
hyggja tá.
– Eg havi einki atgongu
merkið keypt mær enn, men
tað er kanska heldur ikki
neyðugt at fara á Tórsvøll,
tá eg sleppi til Italiu í staðin,
flennir Barbara, sum er
ógvuliga
spent
upp
á
ferðina.
– Eg havi ongantíð verið
aðrastaðni enn í Danmark
og Noreg, so at sleppa ein
sovorðnan túr verður stutt
ligt, heldur Barbara, ið fer
at bjóða sjeikinum við.
Spurd um, hvørjar vónir
nar til ein tílíkan dyst eru,
svarar Barbara flennandi, at
sjálvandi vinna Føroyar.
Dysturin á útivølli móti
heimsmeistarunum verður
leiktur í november. Tá gong
ur Barbara í øðrum flokki í
Studentaskúlanum í Hoy
dølum. Tað merkir, at hon
má biðja sær frí til ferðina.
– Eg má fáa frí, sigur Bar
bara, og leggur so avgjørd,
men smílandi aftrat, at tað
vera so ikki skúlatingini,
sum halda henni aftur í at
fara.
Barbara vann ferð til Italiu
Bæði Magnus E.
Poulsen og Danny
Rasmussen eru skadd
ir. Og við stongdum
flytingarvindeygað
er ikki møguleiki at
fáa nýggjan málverja í
hópin her og nú
FótbóltuR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Botnuppgerð í Formula
deildini er á Argjum mána
dagin, tá VB/Sumba kemur
á vitjan. Sum stigatalvan
sær út, so er ein sigur at
kalla lívsneyðugur hjá báð
um pørtum, men hjá AB
kundu teir væl og virðiliga
hugsað sær betri fortreytir.
Støðan er nevnliga tann,
at AB ikki hevur málverja
tøkan til dystin. Magnus E.
Poulsen hevur verið fastur
málverji í ár, men hann varð
skaddur í fjórðingsfinaluni
móti HB í steypakappingini.
Talan er um fótlilðsskaða,
og væntandi er hann úti í
einar 23 vikur.
Móti EB/Streymi seinast
fekk Danny Rasmussen so
møguleikan, og tó at AB
tapti, so kundi málverjin
ikki lastast fyri hetta. Mill
um annað hevði hann frá
líka brotssparksbjarging.
Men heldur ikki Danny
er tøkur. Undir dystinum
brákaði hann nevnliga hand
liðið, og tí er hann ikki tøk
ur komandi seks vikurnar.
Vit hava verið í samband
við FSF fyri at vita, hvørt
møguleiki er at gera undan
tak í regluni um flytingar
vindeyga, men hetta sær
svart út. Tí mugu vit loysa
málið innanhýsis, men tað
er greitt, at eitt felag ikki
uttan víðari hevur fleiri enn
tveir sterkar málverjar í hóp
inum, sigur Súni Fríði Bar
bá, hjálparvenjari hjá AB.
Sjálvandi mugu vit til
eina og hvørja tíð virða tær
reglur, sum eru. Og fyri
okkara viðkomandi nyttar
ikki at tosa um teir, sum
ikki eru tøkir. Men hetta er
eitt upplagt øki, har reglur
nar um flyting kundu verið
smidligari. Málverjaplássið
er somikið serstakt, at tað
onkursvegna burdi verið so,
at undantøk kundu verðið
gjørd júst í hesum, heldur
Súni Fríði.
Aðra staðni eru eisini
undantaksreglur fyri júst
málverjaplássið. Eitt nú
fekk Liverpool fyri trimum
árum síðani undantaksloyvi
ti leigusáttmála, tá teir
høvdu tríggjar málverjar á
skaðalistanum.
AB hevur ongan málverja
Saman við varamanni
sínum, Danny Rasmussen, er
Magnus E. Poulsen í løtuni
skaddur
Mynd: Álvur Haraldsen
Jón Rói á
3+ kl. 17
í dag
Jón Rói Jacobsen spælir í
dag kl. 17.00 sera týdn
ingarmiklan dyst móti
FC Midtjylland. Dysturin
verður vístur á sjónvarps
rásini 3+. Vinnur liðið hjá
Jón Róa Jacobsen og
Súna Olsen, so endur
vinna teir annaðplássið í
deildini. Teir liggja í løt
uni tvey stig aftanfyri júst
FC Midtjylland.
Í Danmark rokna tey
við, at Jón Rói Jacobsen
byrjar í miðverjuni. Ein
av kappingarneytum hans
ara til júst hetta pláss er
Kasper Risgård, sum als
ikki er við í hópinum í
dag.
– Eg havi ikki spælt so
væl sum eg kann í vár, og
tí hevur venjarin valt Jón
Róa Jacobsen fram um
meg, og tað eri eg sjálv
andi skuffaður av, men
soleiðis er fótbóltur, sigur
Kasper Risgård við Tibs
blaðið.
Súni Olsen er saman
við tveimum øðrum leik
arum úti við skaða, og er
tí ikki við í kvøld.
– Eg havi ongantíð verið
aðrastaðni enn í Danmark
og Noreg, so at sleppa ein
sovorðnan túr verður stuttligt,
sigur Barbara, sum hevur
vunnið eina ferð til Italiu
Mynd: Birgir Waag Høgnesen