Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 98 - 24. mai 2007 ] Overufegin Ancelotti - Fáur – um nakar – hevði roknað við okkum í ár, men hetta er størsti sigurin, vit nakran tíð hava vunnið. Soleiðis segði Carlo Ancelotti, Milan-venjari, tá teir í gjárkvøldið høvdu bast Liverpool í Champions League finaluni. – Hetta var eisini ein týdningarmikil sigur fyri italskan fótbólt. Gølan í fjør setti djúp sár í so máta, men vónandi kann sigurin hjá okkum vera við til at lekja hesi sár, segði Ancelotti. Agger var yngstur Tað vóru tvey lið við nógvum royndum, sum fóru á vøllin í Athen í gjárkvøldið. Eitt er, at nærum 39 ára gamli Mald- ini var elsti maður. Meira sigandi er kanska, at yngsti maðurin á vøllinum var heili 22 ára gamal. Nevnliga Daniel Agger. Hjá Milan var yngsti maðurin 25 ára gamli Kaka. Longu tá byrjunaruppstill- ingin hjá Milan varð kunn- gjørd, stóð greitt, at Paolo Maldini við dystinum fór at skriva seg í søgubøkurnar. Hetta var nevnliga 8. ferðin, at Maldini spældi finalu í europisku meistarakapping- ini. Slíkt bragd er bert framt eina ferð áður – tá Gento í 1966 spældi sína áttandu finalu fyri Real Madrid. Í mun til Gento, so hevur Maldini tó “bert” vunnið stóra steypið fimm ferðir. Tað megnaði Gento seks ferðir. Enn hevur Maldini tó møguleika at seta metið. Hann hevur júst longt sátt- málan við AC Milan, og tí er ikki púrasta óhugsandi, at hann hevur møguleikan at spæla sína níggjundu fin- alu um eitt ár. Íalt hevur Maldini spælt 153 europiskar dystir fyri Milan. Í hesum hevur hann skotið trý mál. Finalurnar hjá Maldini 1989 Milan-Steaua Bucharest 4-0 1990 Milan-Benfica 1-0 1993 Marseille-Milan 1-0 1994 Milan-Barcelona 4-0 1995 Ajax-Milan 1-0 2003 Juventus-Milan 2-3 (br.) 2005 Milan-Liverppol 5-6 (br.) 2007 Milan-Liverpool 2-1 Inzaghi skoraði bæði málini, tá Milan í gjárkvøldið fekk hevnd fyri finalutapið í Istanbul í fyrraárið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í sínum 86. europiska dysti sendi lítli Filippo Inzaghi leðurkúluna í netið fyri ávi- kavist 50.og 51. ferð. Kans- ka var fyrra málið av hepna- ra slagnum, tá hann avrætt- aði fríspark frá Andrea Pir- lo. Men fá av málinum hava vakt eins stóra gleði, sum tey bæði, ið hann fekk í Ath- en í gjárkvøldið. Umframt at seinna málið var mál nummar 500 hjá Milan í europiskum høpi, so broytti hetta talvuna á leikvøllinum til 2-0, og við bara knøppum 10 minuttum eftir visti Milan tá, at steyp- ið við stóru oyrunum nú aft- ur var teirra. Talan var ikki um eina av teimum finalunum, sum verða prentaðar í tilvitskuna við minnum um dramatikk ella gott spæl. Heldur var talan um ein heldur linligan dyst, har Milan fyrstu longu løtuna hevði sera ilt við at koma í tær snúningar, sum liðið áður hevur víst. Fyrra umfarið vóru skei- vu sendingarnar nógvar, og fleiri ferðir var um reppið, at heilt stórir møguleikar til Liverpool spurdust burturúr. Tann heilt stóri og kanska avgerandi møguleikin kom tó ikki, og liðini høvdu so smátt sett seg til sættis við einum málleysum fyrra hálvleiki, tá Liverpool fekk sum vátan vøtt. Pirlo skeyt fríspark úr góðari støðu, men Reyna tóktist hava fult tamarhald á støðuni. Inzaghi var tó runn- in við fram í skotið, og tá bólturin bar við hann, var Reyna púrasta seldur. Málið gav Milan neyðuga sjálvsálitið til seinna hálv- leik, har teir fyri tað nógva vóru betra liðið. Liverpool hevði tó ein risa-møguleika, tá Gerrard stríddi seg inn um verjuna, men uttan neyð- ugu javnvágina gjørdist tal- an um eitt bleytt skot, sum Dida bjargaði. Og so kundi Inzaghi ístað- in avgera, tá Kaka skotfint- aði Liverpool-verjuna, áðr- enn hann stakk inn um til púra leysan Inzaghi. Eingin endurtøka Vónin hjá Liverpool um enn eitt ótrúligt come-back fekk lív seinastu minuttirnar. Kuyt stútaði bóltin í netið stutt fyri leiklok, og so hevði Liverpool ein minutt umframt teir tríggjar, sum dómarin legði afturat. Tankarnir leitaðu kanska aftur til Istanbul, har teir reyð bert nýttu sjey minuttir til trý mál, men ein endurtø- ka í so máta gjørdist ongan tíð aktuell. Milan helt høvd- ið púrasta kalt seinastu løt- una, og so var leyst og lið- ugt. Sjeynda steypið í meis- tarakappingini var komið til høldar, og við hesum helt Milan fast um heitið sum næst mest vinnandi felag í kappingini. Milan-Liverpool 2-1 (1-0): Inzaghi basti Liverpool Her verður finalan avgjørd. Filippo Inzaghi prikar bóltin undir Pepe Reyna, og so stendur 2-0 á stóru talvuni við Olympiska leikvøllin í Athen Mynd: Polfoto/AP Um dystin Milan-Liverpool 2-1 (1-0) 1-0: Filippo Inzaghi, 45 2-0: Filippo Inzaghi, 82. 2-1: Dirk Kuyt, 89. Milan Skot (á mál) 7(3) Fríspørk 16 Horna 4 Rangstøða 3 Tíð við bóltinum 54% Gul kort 2 Bjargingar 3 Liverpool Skot (á mál) 17(4) Fríspørk 26 Horna 6 Rangstøða 3 Tíð við bóltinum 46% Gul kort 2 Bjargingar 1 FAKTA Maldini í søgubøkurnar Fyri fimtu ferð kundi Paolo Maldini lyfta steypið við stóru oyrunum Mynd: Polfoto/AP