Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 25. MAI 2007 VARPIÐ 3+ • Týsdagin kl. 20.00 Hearts in Atlantis Tá myndamaðurin, Bobby Garfield, vendir aftur til heimstaðin at fylgja einum gomlum vini, leita tankarnir aftur til uppvøksturin. Hann minnist sítt 11. summar í 60’unjum, og hvussu stuttligt tað var saman við vinunum. Serliga minnist hann á Ted Brautigan, sum búði hjá Bobby og mammuni. Ted fylti tómrúmið, sum kom eftir deyða pápans, men Bobby hevði altíð ein illgruna um, at eisini Ted hevði síni stóru loyndarmál. Canal+Film1 • Fríggjadagin kl. 19.00 München Eftir yvirgangsatsóknina í OL í München í1972, har 11 ísraelsmenn vórðu myrdir av palestinska yvirgangsfelagsskapinum Svarti September, verða fimm Mossad-agentar settir á eina uppgávu. Teir skulu myrða yvirgangsmenninar, sum framdu atsóknina. TV3 • Sunnudagin kl. 20.00 S.W.A.T. Jim Street, fyrrverandi SWAT-limur, er sagdur úr tænastu, tá hann tók eina umstrídda avgerð undir eini gíslatøku. Nú fær hann møguleikan at gera skaðan góðan, tá Dan Harrelson fær til uppgávu at seta fimm nýggjar næmingar við. Teir fimm koma nevnliga á eina stóru uppgávu, tá ein narkobarónur bjóðar teimum 100 milliónir dollarar, um teir vilja hjálpa honum úr geglinum.