hósdagur 24. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 98 - 24. mai 2007
VITJAN
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta er upprunamálið í Írlandi,
Isle of Man og vestan- og norðan-
til í Skotlandi, serliga í oyggju-
num. Men sum við øðrum
smærri málum, er gæliskt trongt
burtur av enskum máli.
Sigast kann, at gæliskt er
fyrsta mál, sum hevur verið tosað
í Føroyum. Nevniliga av írsku
munkunum, sum komu higar í
síni tíð.
Tað er nokkso stuttligt, at í
Skúvoy eru fleiri uppá seg, sum
tosa gælisk í dag enn í Skotlandi.
Hetta eru Jessie, gift við Mein-
hard Hentze, sum er ættað úr
Hebridunum, og sum hevur
gæliskt sum móðurmál. Verður
mett, at 50 fólk eru í Skúvoy, so
umboðar Jessie 2%, meðan tað er
lítið meira enn 1% av skotum,
sum tosa gæliskt.
Her kann eisini verða nevnt, at
nógvir av hermonnum, sum
komu til Føroya undir seinna
heimsbardaga, komu av skotsku
oyggjunum og tosaðu eisini
gæliskt. Hildið var, at bretskir
oyggjabúgvar vóru betur egnaðir
at senda higar enn fólk av megin-
landinum. Fólkið her eigur eisini
sín part í tí at verja fólk og føði-
land. Undir fyrra heimsbardaga
vóru ikki færri enn 2.000 her-
menn hiðani. Í nógvum bygdum
eru minnisvarðar reistir um teir,
sum fullu í krígnum og í høvuðs-
býnum Portree er ein minnisvarði
reistur yvir 50 mans, sum doyðu
í Portree og har á leiðini. Av
hesum doyðu 29 sama dag.
Gæliski lærdi háskúlin
Eitt stig at varðveita málið er
stovnsetingin av gæliska lærda
háskúlanum Sabhal Mór Ostaig á
Isle of Skye, har undirvísingar-
málið er gæliskt.
Henda háskúla munnu ikki
nógv í Føroyum hava vitað um.
Men fyri einum ári síðani kom
Lachie Robertson inn á gólvið á
Fiskimannafelagnum. Hann var
lesandi og skrivaði høvuðsupp-
gávu, har hann skuldi sammeta
føroyska fiskivinnu við fiski-
vinnuna í skotska hálandinum, t.
v.s. í norðara og vestara partinum
av Skotlandi. Orsøkin til, at hann
valdi hesa samanbering var, at
hann júst er ættaður haðani.
Hann er nevniliga frá Isle of
Skye.
Lachie er 46 ára gamal og er
tískil eingin ársungi, tá hugsað
verður um, at hann er lesandi.
Men upprunaliga er hann
fiskimaður og hevur havt ein
útróðrarbát í mong ár.
Tosar mál sum tey
fæstu skilja
Tað forvitnisliga við Lachie er, at
hann tosar gæliskt, og hann las á
Sabhal Mór Ostaig á Isle of
Skye, sum er einasti hægri skúli í
Skotlandi, ið hevur gæliskt sum
undirvísingarmál.
Vit fara at greiða eitt sindur
frá upprunanum til hesi mál.
Gælisk er eitt keltiskt mál.
Keltiskt hevur tvær greinar.
Onnur greinin er gæliskt, sum
aftur hevur tríggjar greinar. Tað
er írskt, skotsk og manx. Hetta
seinasta varð talað á Isle og Man,
og má metast at vera útdeytt.
Tey sum tosa skotskt og írskt
skilja so dánt hvønn annan.
Hin greinin av keltiskum er
»brythonic« við trimum málum.
Breton verður tosað í Bretagne í
Fraklandi, welsh í Wales og
cornish í Cornwall í Wales.
Hetta seinasta málið hevur
verið útdeytt. Tað verður bert
tosað av 100 fólkum, men nú
verður roynt at skapa lív í tað
aftur. Tað er ein góð hjálp, at tað
eydnaðist at geva Bíbliuna út á
hesum cornish, áðrenn tað hvarv.
Hesar báðar málgreinir hava
sama uppruna, men eru tó so
fjart nú frá hvørjum øðrum, at
tey ikki skilja hvønn annan
Hesar høvuðsmálgreinir verða
eisini kallaðar »Q-language« og
»P-language«, tí somu grund-
leggjandi orð byrja ávikavist við
q ella p.
Tað áhugaverda er, at uppruna-
málið í Skotlandi var brythonic,
men tað var fyri 1500 árum
síðan fortrongt av gæliskum,
sum upprunaliga kom við inn-
flytarum úr Írlandi. Teir
kristnaðu skotar. Tí gjørdist
gæliskt kirkjumálið, og tí kom
mál at gerast tað dominerandi.
Upprunaliga vóru málini eins,
síðani hava tey, eins og onnur
mál hvør sær broytt seg, so ein
fittur munur er á teimum.
Gæliskt líkist ikki á nakran hátt
nøkrum øðrum máli, vit kenna,
og tí er tað eisini ringt at læra. Tó
er tað á ein hátt lættari enn onnur
mál, tí tað hevur bert 18 bók-
stavir, sum eru ímyndir av trøum,
har tey 17 vaksa upprunaliga í
Skotlandi og tað 18., víntræið,
kemur úr Bíbliuni.
Gæliska málið hevur verið sera
kroyst í mong ár. Tað eru bert
eini 65.000 fólk, sum tosa tað.
Umframt eru einir 10.000
skotar í Nova Scotia í Canada,
sum tosa gæliskt. Teir eru fluttir
hagar fyri mongum árum síðani.
Teir hava búsett seg saman og
hava harvið varðveitt sítt mál.
Tað er so væl varðveitt, at sjálvt
tey fylgjandi ættarliðini, sum
ongantíð hava verið í Skotlandi,
tosa upprunaligu dialektirnar hjá
foreldrunum. Nógvir írar fluttu
eisini til Amerika, men teir hava
ikki kunnað varðveitt málið har á
sama hátt.
Vóru happað fyri
at tosa egið mál
Tað hevur verið stór afturgongd
fyri gæliska málið. Í 1890 var
talið á teimum, sum tosaðu tað,
omanfyri 250.000.
Gongdin er vanliga tann, at
eldri fólk, sum tosa gæliskt
sínámillum, eiga børn, sum duga
tað so dánt. Men teirra børn hava
als ongan áhuga fyri málinum.
Isle of Skye:
Bardagin fyri gæliska málinum
Vit hava í aðrari grein greitt frá
vitjanini á Isle of Skye. Í hesi greinini
verður serligur dentur lagdur á at
lýsa stríðið fyri at varðveita og menna
gæliska málið
Hetta er blaðið, sum kemur út á Hebridunum, sum Isle of Skye er ein partur av. Undirheitið á blaðnum er á
gæliskum og merkir: Landið, málið og fólkið. Myndin er frá tí fyrsta filminum á gæliskum
Hetta er mynd úr skúlanum á Isle of Skye, sum var umrøddur í fyrru greinini. Fyrstilærarin í aftastu røð ytst t.v. er
Suzanne MacDonald, sum eisini var umrødd í somu grein. Her læra tey gæliskt
Gæliskt virkar sera fremmant