hósdagur 24. mai 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2007
33
Tá skulu bert trý ættarlið til,
inntil málið er horvið. Eitt sum
hevur skundað undir hesa gongd
er, at fyrr vóru børn happað av
ensktalandi, tá tey tosaðu
gæliskt. Hetta stuðlaði, sum vera
man, ikki undir hugin at læra
gæliskt, nú øll skiltu enskt
kortini.
Málið er samleiki
Nú er gæliskt gjørt til eina
vallærugrein í fólkaskúlanum á
Isle of Skye, og tað eru tey
flestu, sum velja tað. Tí er talið á
næmingum, sum læra gæliskt,
økt úr nærum null í 1984 til gott
2000 í 2005.
Málið hevur eisini nakað við
samleika at gera, og tí eru tað
fleiri, sum vilja halda fast um
fedranna mál, so tað ikki skal
fara í gloymskuna. Tað verður
eisini førdur ein politikkur fyri at
varðveita málið.
Ein lykil til at skapa áhuga fyri
málinum er gæliskur tónleikur.
Meira hann verður dyrkaður, tess
størri verður áhugin eisini fyri
málinum. Eitt annað stig er
eisini at skipa fyri gongutúrum.
Nógv av staðarnøvnunum hava
gælisk nøvn, og hetta vekir eisini
áhuga fyri at læra meira.
Eitt gæliskt orð
kenna vit øll
Nakað av gæliskum hoyrist í
kringvarpinum. BBC hevur eina
útvarpsrás, sum bert sendir á
gæliskum allan dagin. Okkurt
tíðindablað hevur ein »viðskera«
á gæliskum einaferð um mán
aðin. Vegaskelti eru bæði á
enskum og gæliskum, summi eru
bert á gæliskum. Tað sama er við
almennum lýsingum.
Bløðini hava eisini ein teig við
teksti, sum eisini verður lisin í
útvarpinum og á hendan hátt ber
til lættari at læra úttaluna.
Teldurnar hava fingið gæliskan
tekst, men minni verður gjørt enn
hjá okkum at skapa nýggj orð. Tí
eitur computer eisini computer á
gæliskum!
Tað kann eisini verða nevnt, at
tað eru fleiri orð á gæliskum,
sum eru kend í enskum og øðrum
málum. Her er serliga talan um
navnið á einum løgi, sum á
gæliskum eitur »visqe beatha«,
sum merkir »lívsins vatn«. Orðið
visqe er nevniliga tað sama, sum
vit kalla whisky!
Lachie vil eisini
varðveita gæliskt
Lachie er í somu støðu, sum
mong onnur við foreldrum, sum
tosaðu gæliskt, og hann vil
varðveita teirra samleika, sum
merkir, at hann í fyrsta umfari
kennir seg sum gæliskan, í
øðrum umfari sum skota og
síðani sum breta.
Sjálvur er Lachie uppvaksin í
eini lítlari bygd á Isle og Skye,
sum kallast Elgol. Heima tosaðu
tey gæliskt, men tey dugdu
sjálvsagt eisini enskt. Lachie
eigur tvey børn, og hann roynir
at fáa tey at læra seg gæliskt, og
tað gongur væl. Hann er giftur
enskari konu, og hevur hon roynt
at læra seg gæliskt, men hetta
hevur verið sera trupult, og tí er
tað lættari at tosa enskt heima.
Annars verður roknað við, at
umleið 40% av fólkinum á Isle
of Skye og har á leið tosa meira
ella minni gæliskt.
Umrøddi háskúli, sum Lachie
nú gongur á, hevur einar 150
næmingar innan ymisk øki, og
hann verður roknaður sum ein
týdningarmikil liður í royndini at
varðveita gæliska málið.
Høvuðsvitjanin hjá føroyska
bólkinum var á gæliska lærda
háskúlanum, har greitt varð frá
skúlanum.
Hann varð byrjaður í 1973, og
tá hann varð vigdur, var Óli
Breckmann, sum tá las í Bret
landi, til staðar. Síðan er hann
útbygdur fleiri ferðir, og tað
verður hann framvegis. Væl
man hava riggað, tí skúlin fekk
ein prís frá sjálvari drotningini í
2002.
Útboðið er eisini stórt. Her
kann veljast millum 13 styttri og
longri skeið. Skeiðini umfata alt
frá gæliskum máli og til skeið í
gæliskari mentan og tónleiki.
Talið á næmingum er eisini
stútt vaksansdi. Í ár verður
roknað við 1135 næmingum. Av
hesum eru teir 800 sum taka
styttri skeið niður til eina viku.
Eisini verður boðin fjarlestur.
Her er eisini eitt bókasavn við
teimum bókum, sum eru
skrivaðar á gæliskum. Mett
verður, at talið liggur um 1000.
Árliga útgávan av bókum, sum
koma út á gæliskum, er seks!
Meðan tað eru 150 á føroyskum.
Tað ber eisini til at búgva á
skúlanum fyri ein rímiligan
pening.
Í miðal eru her 100 næmingar.
Hetta merkir sjálvandi eisini
lokala samfelagið á øllum økjum
frá handlum til kirkjur.
Íkast til samfelagið
Háskúlin gevur eisini nógv
arbeiðspláss. Tað eru 78, sum
hava fulltíðararbeiði, meðan 104
hava parttíðararbeiði. Hetta
gevur einar 18 mill kr. til tann
lokala búskapin. Samlaði
raksturin kostar einar 40 mio
krónur. Av hesum rindar staturin
umleið helvtina, meðan restin má
útvegast á annan hátt, millum
annað við skeiðsgjaldi, sum er
rættiliga rímiligt. Eitt vikuskeið
kostar góð 100 pund ella góðar
1.100 krónur.
Gæliski háskúlin vil fegin hava
samstarv við Føroyar, sum tað
varð greitt frá í Sosialinum
týsdagin.
Tey sum berjast fyri gæliskum
máli halda seg hava nógv at læra
av føroyingum á hesum økinum,
og tað er uttan iva stórur vilji til
at hjálpa teimum, tað sum vit
kunna.
Tað sæst í lokala blaðnum
West Highland Free Press, at tað
er rættuliga nógv annað virksemi
til frama fyri gæliska málið.
Í apríl varð árliga Celtic Media
Festival hildin, har nógv varð
gjørt burtur úr eini nýggjari
sjónvarpsrás á gæliskum, sum er
í umbúna.
Eisini er gjørdur ein filmur á
gæliskum við 16 ára gomlu Anni
Macleod í høvuðsleiklutinum.
Filmurin varð frumsýndir her.
Filmurin hevur seinni verið
sýndur á filmfestivali í Cannes
og fekk góð ummæli.
Nú vit hava fingið samband
við Isle of Skye fara vit kanska
at frætta, hvat ið hendur á hesum
økinum.
Vegna vaksandi virksemi, sóknast
vit eftir sveini.
Vit vænta at tú:
• ert arbeiðssamur
• hevur royndir innan økið
• ert álítandi
• ert fyrikomandi
• ert samarbeiðsvilligur
• ert førur fyri at taka avgerðir
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv
• eitt gott arbeiðsumhvørvi í eini fyritøku í
menning.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú ringja til
Oddur á telefon 505882.
Elektrikkari
Kongshavnar El-Virkið
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
KEV leitar eftir góðum lærlingum innan el.
Ert tú opin og erligur, hevur rímiligan kunnleika
til teldu og hug at arbeiða innan el, ynskja vit
at frætta frá tær.
Fyrimunur er, um tú hevur SIT.
Send okkum eina skrivliga umsókn við avriti
av prógvum v.m.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 8. juni.
Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú ringja
til Oddur á telefon 505882.
Lærlingur
Kongshavnar El-Virkið
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
Hetta er gæliska alfabetið við 18
bókstavum. Hvør bókstavur er
ímynd av einum træi. Tey 17 eru
upprunaliga skotskt, og tað 18.
,víntræið, er úr Bíbliuni
Lachie Robertsen er ímynd av hesi greinini