hósdagur 24. mai 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 98 - 24. mai 2007
lýsingar
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SkrivSTOvuFólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Akfaradeildina
at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast
fulltíðarstarv.
UPPGÁVAN
uppgávan fevnir m.a. um:
· Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu
· Skráseting av akførum
· Avgreiðslu av skrásetingargjøldum
· Eftirstøðumál
· kassauppgerð
FørleikAkrøV
vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu-
útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og
arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður
lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er
fyrikomandi. kunnleiki at arbeiða við teldu er
eisini ein treyt.
SetANArtreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir vinnumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele-
fon 35 04 08. umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 4. juni 2007.
Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur
sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar
og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki
koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita
akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt
høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir
um alt landið. Á Akstovuni starvast 20 fólk.
R E P R O Z
Tangabilførari í Tórshavn
Søkt verður eftir tangabilførara til ein av okkara
tangabilum í Tórshavn.
Starvið
Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi.
Arbeiðið umfatar:
• Í fyrsta lagi koyring í Tórshavn.
• Í øðrum lagi koyring á meginøkinum.
• Í triðja lagi annað arbeiðið í samband við oljuúrdráttir.
Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiðið, har persónurin kemur at vera ein partur av verandi
arbeiðstoymi hjá Statoil í Tórshavn og aðrastaðni runt landi. Starvsfelagin
vit leita eftir, skal verða ágrýtin, kunna arbeiða sjálvstøðugt og seta kundans
tørv í fyrstu røð.
Førleiki
Tað er ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið og at tú hevur royndir at
koyra stórar bilar.
Latin verður mánaðarløn samb. galdandi sáttmála.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Magna Dybczak
rakstrarleiðara, ella Andrias Mikkelsen goymsluleiðara á tlf. 343500
Skrivlig umsøkn verður at senda til:
P/F Statoil Føroyar
Rakstrardeildin
Vestara bryggja 2
Postboks 3098
FO 110 Tórshavn
innan 25 mai 2007.
Endamálið hjá Statoil Føroyum er at veita brúkarum
í Føroyum oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil
arbeiða um 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu
góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á
øllum økjum er eitt av fremstu málum okkara.