Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 98 - 24. mai 2007 Sera stórar broytingar eru farnar fram í blaðheiminum, frá tí at Sosialurin sá dagsins ljós á fyrsta sinni 24. mai í 1927 sosialurin 80 ár Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í dag eru liðin 75 ár síðani, at fyrsta eintakið av Sosiali­ num var á gøtuni í Havn. Hetta var tann 24. mai í 1927. At Sosialurin varð til má sigast at vera eitt bein­ leiðis úrslit av politisku støðuni tá, sum var merkt av loysingar­ og sambands­ politikki. Bert tveir politiskir flokk­ ar vóru á tingi, Sambands­ flokkurin og Sjálvstýris­ flokkurin. Fyri at kunna virka politiskt, var neyðugt at hava eitt blað, og høvdu hesir flokkar ávikavist Dimmalætting og Tinga­ kross sum málgøgn. Tá so fyrstu javnaðarfel­ øgini vórðu sett á stovn í 1925, var ein blaðútgáva ein nátúrligur liður í til­ gongdini til tess at vinna flokkinum umboð á ting til løgtingsvalið, sum skuldi vera í 1928. Undangongumenn at seta á stovn Sosialin vóru Mour­ entius Viðstein og Petur Mohr Dam. Teir fingu stuð­ ul frá floksfeløgum í Dan­ mark, og soleiðis bar tað á, at gamla pressan hjá Frede­ rikshavns Socialdemokrat varð sett upp í Losjuni í Havn, har Sosialurin varð prentaður. Fyrsti blaðstjóri á Sosiali­ num var Mourentius Við­ stein. Prentari var Bethuel Z. Jensen og prentaralærl­ ingur var Carl Karbech Mouritsen. Búskaparliga vóru tíðir­ nar í 20’unum vánaligar, og vísti tað seg rættuliga skjótt, at blaðið gav undirskot, og at flokkurin ikki megnaði at geva út blaðið. Yvirtók prent­ smiðjuna sum løn Í samrøðu við Sosialin í 1982 sigur Bethuel Z. Jen­ sen: – Í fyrstani prentaðu vit bert floksblaðið, men seinni fingu vit ymiskt prentarbeiði frá Jógvani Rasmussen, prentara á Prentsmiðjuni í gamla Bókhandli, sum teir ikki vóru førir fyri at prenta, tá teir bert høvdu eina lítla Heidelberg pressu. Hetta gav so mikið, at vit kundu seta ein prentara afturat, og kom Christian Hansen (van­ liga nevndur Doffa) Carli og mær til hjálpar. Tá Bethuel hevði prentað Sosialin í eitt ár uttan at fáa løn, endaði tað við, at hann tók yvir prentsmiðjuna – hetta var í 1931. Hann skuldi eisini umsita rokn­ skapin og raksturin av blað­ num. Tá Bethuel Z. Jensen ikki helt tað vera ráðiligt framvegis at leiga sær inni­ vist til prentsmiðjuna, fór hann undir at byggja hús í J. Broncksgøtu. – Tað gekk avbera væl tey fyrstu árini í J. Broncks­ gøtu, sigur Bethuel Z. Jen­ sen við Sosialin í 1982. – Tað gekk somikið væl, at eg eftir fáum árum kundi lata Javnaðarflokkinum blaðið aftur at umsita. Ják­ up í Snikkarastovu fekk roknskapin og sonurin, Kar­ beck, prentaði blaðið á prentsmiðjuni hjá mær, og kom Carl, bróðirin, at arbeiða hjá Karbech við prentingini av Sosialinum. Prentaður hjá Arnold Øster Á prenstmiðjuni hjá Bethuel Z. Jensen verður Sosialurin prentaður øll árini fram til 1943. Tá flytir blaðið á Prentsmiðjuna hjá Arnold Øster. Hetta kom av, at Kar­ bech seinastu árini hevði havt ringa heilsu, og hann noyddist tí at gevast at arbeiða. Hann fekk viðgerð á Landssjúkrahúsinum, men fór seinni til Danmark­ ar, har hann fekk so mikið góða hjálp, at hann heimaft­ urkomin keypti prentsmiðj­ una á Heygsbreyt – hetta var í 1954. Á prentsmiðjuni hjá Kar­ bech starvaðust Tummas Jensen, prentari úr Fugla­ firði, og Sámal Olsen úr Søldarfirði, sum kom í prentaralæru í 1962 ð 17 ára gamal. Teir doyðu báðir á ungum árum. Sámal Olsen sigur í sam­ røðu við Sosialin í 1982, at hann sá eina lýsing eftir prentaralærlingi í Sosiali­ num. Hann søkti plássið og fekk tað. Fyrsta arbeiði hansara var at kynda upp á prentsmiðjuni, sum tá hevði kolfýr. Um hetta mundið kom Sosialurin út tvær ferðir um vikuna, men framvegis bert í fýra síðum. Judith Jacob­ sen, bókbindari, sum hevði bókbindingarvirki í húsu­ num hjá Herluf Arnason, hevði fingið eina nýggja falsimaskinu, og hagar plagdu teir á Heygsbreyt at fara við blaðnum til falsing­ ar, og síðani vóru ungfólk, sum pakkaðu blaðið og koyrdu tað á Posthúsið. Keypa prentsmiðjuna hjá Karbech Í 1964 keypti Javnaðarflokk­ urin prentsmiðjuna frá Kar­ bech. Villi Sørensen hevði verið blaðstjóri á Sosialinum síðani 1952 og var tað eisini framvegis, tó at hann búði í Klaksvík. Hann sendi tilfar við postinum, men tað var mangan trupult at fáa hetta og annað tilfar rættstundis, og tí arbeiddu teir mangan til langt út á kvøldið, og onkuntíð út á náttina, segði Sámal Olsen við Sosialin í 1982. – Vit hugsaðu ikki so nógv um tað, tí tað hevði altíð verið soleiðis, at bløð­ ini vóru skrivað um dagin og at prentararnir arbeiddu um náttina. – Serliga minnist eg einu ferðina, vit prentaðu páska­ blaðið, sigur Sámal og held­ ur fram: – Avgjrøt var framman­ undan, at blaðið skuldi hava nøkur orð um páskahalguna, men tá tey skuldu í prent, setti Karbech seg við seti­ maskinuna. Hann hevði einki handrit at skriva eftir, men gjørdi sjálvur orðini, sum hann setti beinleiðis. Karbech var sera kønur í føroyskum og dugdi væl at skriva, segði Sámal. Komin upp í sjeytiárini verður farið undir ávísa útbygging av prentsmiðjuni, tá blaðið keypti eina lítla pressu, sum kallast ein veingjaautomat. Henda varð nýtt til at prenta smærri prentlutir við, og var hetta seinasta prentiarbeiðið við blýggi, sum varð gjørt á prentsmiðjuni á Heygs­ Sosialurin 80 ár í dag Simona Weihe við einari av fyrstu teldunum, sum komu á Sosialin í 1990. Hon hevur starvast á Sosialinum seinastu 20 árini, fyrstu sum setari, nú sum umbrótari Randi Jacobsen starvaðist í fleiri á sum blaðkvinna á Sosialinum og var eisini við, at skrivimaskinan varð býtt um við telduna. Hon starvast í dag á Dimmalætting Í 1974 keypti Sosialurin hesi húsini í Sjúrðargøtu til redaktiónina Frá 1954 og næstu 30 árini var Sosialurin prentaður á Prentsmiðjuni á Heygsbreyt