Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 vinnusíðurnar Nr. 98 - 24. mai 2007 breyt. Í 1974 verða húsini í Sjúrðagøtu 9 keypt til blað­ hús. Tá varð ásannað, at ný­mótans off­sett teknikk­ urin var framtíðin innan blaðútgávu, og tað var ikki ráðiligt at útbyggja prent­ smiðjuna á Heygsbreyt, sum hevði slitnar og ótíðar­ hóskandi maskinur. Um hetta mundið verður Sosialurin prentaður á prent­ smiðjuni hjá Dimmalætting, meðan alt tilgerðararbeiðið varð gjørt á Sosialinum. Egna prentsmiðju og nýtt blaðhús Í mars mánaði í 1982 flytir Sosialurin í ný­ggju blaðhús­ ini á Argjum, sum eru keypt og sett í stand til endamálið. Nú fekk blaðið aftur sína egnu prentsmiðju – hesaferð eina rotatiónsprentsmiðju, sum tá kundi prenta Sosialin í upp til 24 síður. Hetta var eitt sera stórt framstig, og nú fór blaðið frá at koma út tvær reisur um vikuna til at koma út tríggjar ferðir um vikuna. Hetta var størri avbjóðing hjá starvsfólkunum – og nú bar betur til at bera aktuell­ ari tíðindi. Samstundis sum flutt varð út á Argir varð navnið á blaðnum broytt, so blaðið nú kom at eita Tíð­ indablaðið Sosialurin. Hetta var helst fyri at leggja dent á, at blaðið var eitt tíðinda­ blað heldur enn eitt politisk­ ur boðberi. Hesi 25 árini síðani 1982 er nógv hent á blaðøkinum í Føroyum. Nógv bløð, sum vóru tá, eru ikki longur, og Sosialurin er vaksin sera nógv hesi árini til í dag at hava tikið Dimmalætting í stødd og útbreiðslu, meðan Dimmalætting tá var einasta nógv størsta blaðið í Føroy­ um. Tá flutt var út á Argir í 1982 vóru útgávudagarnir øktir frá tveimum til tríggj­ ar. Seinast í áttatiárunum – tá kreppan fór at kennast – máttu stig takast til tess at standa í móti minkandi inn­ tøkunum. Í staðin fyri at repa seglini, valdi leiðslan á Sosialinum heldur at økja um útgávutalið úr trimum upp í fimm ferðir. Hetta var gjørt á vári í 1990. Fyri at hetta skuldi kunna bera til var neyðugt at ratio­ nalisera arbeiðsgongdina. Tí vóru teldur á fyrsta sinni tiknar í brúk í blaðarbeiði­ num. Keyptar vóru Mac­in­ tosh teldur til øll blaðfólkini og til setifólkini. Við at prenta út statsin á A­4 papp­ ír slapst undan allari arbeiðs­ gongdini við at setifólkini skuldu seta eftir manuskripti frá blaðfólki. Lím og saksur var tó framvegis í brúki, men 10 ár eftir hetta – í 1999, vóru saksur og lím endaliga pakkað niður, og verður blaðið í dag í øllum smálutum framleitt digitalt – ella talgilt. Prentsmiðju saman við Dimmalætting Í 2000 løgdu Sosialurin og Dimmalætting niður prentsmiðjurnar og stovn­ aðu partafelagið Prentmið­ støðina. Tær bestu maskin­ urnar hjá Sosialinum og Dimmalætting vórðu settar saman, samstundis sum ný­ggjar maskinur vórðu keyptar. Hetta er í dag ein­ asta rotatiónsprentsmiðja í landinum – og tískil tann einasta blaðprentsmiðjan. Henda prentsmiðja klárar uttan trupulleikar at nøkta tørvin á allari blaðprenting í Føroyum í dag. Á hesi prentsmiðju ber til at prenta Sosialin í 56 síðum, harav 24 síður við liti. Um tørvur er á størri blað ella fleiri lit­ síðum, so ber til at prenta blaðið í tveimum ella fleiri umførum, og tá økist síðu­ talið tilsvarandi. Prentmiðstøðin heldur til í húsum Dimmalættingar, men har er vorðið ov trongligt, og verður í hesum døgum arbeitt við at útvega Prentmiðstøðini ný­ggj og tíðarhóskandi høli. Sosialurin gerst heimsumfatandi Tá Føroyar í 1996 vórðu kný­ttar upp í internetið, vistu vit ikki, hvussu stóra ávirkan hetta fór at fáa á blaðarbeiðið – ella miðlaar­ beiði sum heild. Í 1997 fóru vit í holt við InternetSosial­ in, har vit á internetinum kundu lesa dagsins Sosialin. Henda skipan er støðugt útbygd og er vorðin ein alsamt meira integreraður partur av arbeiðinum hjá fólkinum á Sosialinum og útbreiðsluni av blaðnum. Tað, at fólk alla staðni kring heimin kunnu fáa tíð­ indi í Sosialinum samstundis hevur stór perspektiv við sær. Ný­ggi samskiftishátturin við internetinum hevur eis­ ini lætt munandi um arbeið­ ið hjá blaðfólki og mynda­ fólki okkara. Nú er lagað manni at skriva ella taka myndir hvar sum helst í landinum ella heiminum og fáa bæði tekst og myndir í blaðið beinanvegin. Soleiðis er Sosialurin eisini skipaður við deildum í Sandvík og í Klaksvík umframt ta rull­ andi redaktiónina. Njáll Sigurðjónsson starvaðist í fleiri á sum umbrótari á Sosialin - í tíðini, at blaðið varð »klipt og límað«. Her er hann í ferð við at bróta um eina síðu hjá Dagny Joensen, blaðkvinnu »The Grand Old Lady« á Sosialinum, Ann Christiansen. Hon hevur seinni í ár sín 30 ára starvsdag á skrivstovuni á Sosialinum Fyrsta manningin á Sosialinum. F. v.: Christioffer Hansen, Bethuel Z. Jensen, Mourentius Viðstein,(sitandi) og Anton Nielsen Bethuel Z. Jensen á prentsmiðjuni. Hann var fyrsti prentarin á Sosialinum Tummas Jensen úr Fuglafirði við setimaskinuna Jarleivur Hilduberg varð settur sum prentari á nýggju prentsmiðjuni í 1982 Høgni Djurhuus, blaðmaður við skrivimaskinuna