hósdagur 24. mai 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2007
39
Stutt Sagt
Eiga at fara
til hús
Tveir triðingar av týska
fólkinum halda, at Týsk
land eigur at taka sínar
hermenn úr Afghanistan.
Tað vísir ein meininga
kanning, sum bleiv gjørd,
eftir at tríggir týskir her
menn doyðu í einari
bumbuspreinging í Af
ghanistan seinasta viku
skiftið. Týskland hevur
3.000 friðarvarðveitandi
hermenn í tí ófriðarliga
landinum, og higartil eru
21 týskir hermenn falnir
har. Eftir hart trýst frá
NATO er Týskland nú
gingið við til at senda
kanningarflogfør til syðra
part av Afghanistan, har
tað hevur verið serliga
ófriðarligt. Eitt nú hevur
Kanada sínar hermenn
har suðuri í Afghanistan,
og higartil hevur landið
mist 54 hermenn har.
Trælahald
Løgreglan í New York
hevur ákært eitt múgvandi
par í býnum fyri eitt so
sjáldsamt lógarbrot sum
trælahald.
Løgreglan
sigur, at hjúnini, sum eru
35 og 51 ára gomul, hava
havt tvær indonesiskar
kvinnur sum trælir heima
í marglætishúsunum á
Long Island í New York.
Hjúnini arbeiða við at
selja luktilsi. Tey hava
verksmiðjur í Singapore
og í Bahrain og stýra
einum
heimsumfatandi
søluneti úr húsunum á
Long Island. Umframt
ákæruna um trælahald eru
tey eisini ákærd fyri at
hava hýst ólógligum inn
flytarum.
Ikki Turka-
land
Nývaldi franski forsetin,
Nicolas Sarkozy, hevur
ongantíð dult fyri, at hann
er ímóti, at Turkaland
sleppur upp í ES, og ta
áskoðanina hevur hann
enn. Eftir ein fund í gjár
við formannin í ESnevnd
ini, Jose Manuel Barroso,
segði Sarkozy, at Turka
land hevur einki at gera í
ES. Hann vildi ikki siga,
hvørja støðu Frakland hev
ur til samráðingarnar um
turkiskan limaskap, sum
byrjaðu
fyri
tveimum
árum síðani.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
útlond
Írland hevur havt
stóra búskaparliga
framgongd tey seinnu
árini, og tað kann
tryggja stjórnini hjá
Bertie Ahern afturval
í dag. Hví koyra eitt
sera vælvirkandi lið
til hús?
Tað er ein av spurningunum,
sum írski forsætisráðharrin,
Bertie Ahern, hevur sett
veljarunum upp undir tjóð
artingsvalið í dag. Hann
kann vísa á, at síðani sitandi
stjórnin kom til valdið, hev
ur Írland havt eina so stóra
búskaparframgongd
sum
ongantíð fyrr. Ja, í altjóða
fíggjarheiminum
verður
Írland ofta umrøtt sum
”tann keltiski tikarin”. Tey
seinastu árini hevur vøkst
urin ikki verið so stórur,
men Bertie Ahern kann vísa
á, at viðurskiftini hava verið
støðug.
Andstøðan roynir í sínum
lagi at vísa á, at stjórnin
hevur brotið síni lyfti á
fleiri týðandi økjum innan
búskapin og heilsuverkið,
og so heldur andstøðan, at
tíggju ár við sama stýri er
nóg mikið.
Javnt
Meiningakanningar upp und
ir valið í dag hava víst, at tað
verður rættiliga javnt ímill
um stjórnarsamgonguna og
andstøðuna. Tann stóri stjórn
arflokkurin, Fianna Fail, fær
sambært
kanningunum
umleið 41 prosent av atkvøð
unum, og tann størsti and
støðuflokkurin, Fina Gael,
fær væntandi umleið 27 pro
sent. Báðir flokkar skulu
sostatt hava stuðul frá øðrum
flokkum fyri at skipa stjórn.
Í løtuni fær stjórin hjá Bertie
Ahern stuðul frá tí lítla Demo
kratiska flokkinum, meðan
Arbeiðaraflokkurin
hevur
lovað at styðja Fina Gael.
Umstøðurnar
líkjast teimum,
sum í 1998 kravdu
3.000 mannalív,
siga kinesiskir
serfrøðingar
Kinesisku myndugleikarnir
ávara nú tey, sum búgva
fram
við
teirri
stóru
Yangtzeánni. Áin, sum
hevur sínar keldur í fjøllu
num í Tibet, er vaksin í sein
astuni, tí kavin í teimum
tibetansku fjøllunum bráðn
ar skjótari enn vanligt. Tað
gjørdi hann eisini í 1998,
og tað elvdi til eina oyðandi
vatnflóð,
sum
kostaði
umleið 3.000 kinesarum lív
ið.
– Tær veðurfrøðiligu um
støðurnar í Yangtzedali
num líkjast teimum í 1998,
sigur Cai Qihua við blaðið
China
Daily.
Hann
er
varastjóri á einum stovni,
sum hevur eftirlit við,
hvussu nógv vatn er í
Yangtze.
Sambært China Daily
hevur veturin verið óvanliga
lýggjur í Kina og í Tibet, og
kinesiskir
veðurfrøðingar
halda, at tað hevur samband
við
veðurfyribrigdið
El
Nino, sum hitar sjógvin í
einum parti av Kyrrahavi
num. Fyrr hava kinesisku
veðurfrøðingarnir sagt, at
tann óvanliga lýggi veturin
er ein avleiðing av tí vaks
0andi hitanum á Jørðini og
stendst av dálking.
Búskapurin kann bjarga Bertie
Kinesarar stúra fyri vatnflóð
Nógvir býir eru fram við Yangtze-ánni
Bertie Ahern á veljaraferð í býnum Athlone í gjár