hósdagur 24. mai 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 98 - 24. mai 2007
Deildarleiðari til
MRCC Tórhsavn
Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir deild
arleiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn. Deild
arleiðarin fær dagligu leiðsluábyrgdina av
virkisøkinum, sum fevnir um neyð og trygdar
radiotænastu, leiting og bjarging á sjónum og
sjótilbúgving í breiðari merking.
Høvuðsuppgávur
Leiða og samskipa arbeiðið á MRCC Tórshavn,
herundir
• tryggja at leiti og bjargingarátøk lúka
fyrisett mát og betrast
• tryggja fullgóða neyð og
trygdarradiotænastu
• seta í verk menningartiltøk fyri starvsfólk
og samstarvspartar í sjótilbúgvingini
• samstarva um tvørgangandi uppgávur á
stovninum
• virka fyri og tryggja gott samstarv við
MRCCstøðir í grannalondunum
• umboða stovnin í føroyskum sum
útlendskum samstarvsfora
• skiftast við varaleiðaran um at røkja
uppgávuna sum bakvakt
• tryggja fullgóða umsiting av ISO 9001
góðskustýrisskipanini
Almenn førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hægstu nautisku út
búgving og minst 5 ára siglingstíð sum yvir
stýrimaður ella skipari við handilsskipi ella
aðra hægri ástøðiliga útbúgving og royndir
innan eitt nú frálandavinnu. Drúgvar royndir
við heilsu, trygdar og umhvørvisarbeiði ella
royndir við leiti og bjargingararbeiði eru ein
treyt fyri at kunna røkja starvið. Innlit í
góðskustýrisskipanir eru somuleiðis ein treyt.
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi leiðslu
royndir, góð evni at fyriskipa og samstarva
umframt duga at arbeiða sjálvstøðugt. Neyðugt
er at hava hollan telduførleika og málkunnleika
til føroyskt, danskt og enskt.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 35.
lønarflokki í lønartalvu millum Tænastu
mannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið.
Lønin pr. 1. okt. 2006 er tilsamans 34.859,86.
Afturat lønini verður viðbót fyri bakvakt goldin
eftir stig 3, sum er kr. 2.986,47 um mánaðin.
Starvsheitið er deildarleiðari og tann, ið settur
verður, hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á
Tilbúgvingarstovninum. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt
hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin verður Til
búgvingarstovnur Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møgulig tilmæli skulu sendast Til
búgvingarstovni Føroya, Anni á Hædd, stjóra,
Tinghúsvegur 64, 100 Tórshavn, í seinasta lagi
20. juni 2007. Fleiri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Anni á Hædd, stjóra,
á telefon 356610.
Tilbúgvingarstovnur Føroya
Tilbúgvingarstovnur Føroya fevnir um virkisøkini sjóbjarging,
neyð- og trygdarradiotænastur, brunaumsjón og tilbúgving í breiðari
merking. Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum eru at samskipa leiting
og bjarging á sjónum, tilrættalegging og samskipan av tvørgangandi
tilbúgvingaruppgávum í samfelagnum, umsita brunaumsjónar¬mál,
luttøka í norðurlendskum, millumlanda og altjóða samstarvi umframt
at vegleiða myndugleikar, stovnar og kommunur í tilbúgvingarligum
spurningum. Heimasíður: www.mrcc.fo og www.brl.fo
Bókhaldari
Fjarskiftiseftirlitið, ið er stovnur saman við Post
eftirlitinum, skrivstovuni hjá Kappingarráðnum,
Tryggingareftirlitinum og Skráseting Føroya sóknast
eftir bókhaldara, at byrja skjótast til ber.
Tín førleiki:
• bókhaldsútbúgving ella líknandi
• dugir væl føroyskt og danskt, umframt kunnleika
til enskt
• kunnleika til EDV á brúkarastigi
• kunnleika til fíggjarskipan landsins
Tínar uppgávur:
• bókhaldsarbeiði, stemma av, rokningar
til skuldarar v.m.
• postavgreiðsla
• umsita tryggingarviðurskifti stovnsins
• telefonavgreiðsla
• ársuppgerðir og avrokning
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og læruríkt starv, sum tú sjálv/ur ert
við til at skapa, við skeið og eftirútbúgvingarmøgu
leikum.
Løn- og setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað til 1 ár, men møguleiki er
fyri, at starvstíðin kann leingjast. Starvi er lønt sam
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs
mannafelagið. Setanarøkið fevnir um Post og Fjar
skiftiseftirlitið, Kappingarráðið, Tryggingareftirlitið
og Skráseting Føroya.
Umsóknir:
Hevur starvið tín áhuga, ert tú vælkomin at senda
umsókn við prógvum, viðmælum o.ø. til:
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO110 Tórshavn
ella á tpost fse@fse.fo
innan mánadagin 11. juni 2007 klokkan 12:00
Upplýsingar um starvið fært tú frá Jógvan Thomsen,
stjóra á 356020 ella á 216020.
Fjarskiftiseftirlitið
Meira fæst at vita um stovnarnar á: www.fse.fo, www.kapping.fo,
www.tryggingareftirlit.gov.fo, www.posteftirlit.gov.fo og www.skraseting.fo
Barnagarðurin Mýrifipan
Leiðari til
Barnagarðin Mýrifipan
Barnagarðurin Mýrifipan søkir eftir leiðara 40
t./v. at byrja 1. august. Okkara dugnaligi leiðari
hevur sagt seg úr starvi vegna víðari útbúgving,
tí sóknast vit eftir einum nýggjum leiðara.
Í barnagarðinum eru 67 børn býtt í 2 stovur og
1 vøggustovu. Harumframt eru 20 børn í úti
barnagarði. Í barnagarðinum er eisini eitt stuðuls
toymi, sum tekur sær av børnum við serligum tørvi.
Á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu eru
broytingar á veg, við tað at ein vil byggja eina
integreraða institutión, har bæði dagrøktin (spæli
stovan) og barnagarðurin eru saman, kortini við
hvør sínum leiðara. Somuleiðis er ætlanin at fáa
avtalustýring í kommununi við barnagarðinum
sum eitt pilotprojekt. Tann, ið verður settur, má tí
vera nýhugsandi og megna at møta fjølbroyttum
avbjóðingum.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi har
náttúran hevur stóran týdning og leiklut í
gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv.
• Dugnalig starvsfólk.
• Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við
nógvum avbjóðingum.
• Møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan
innanfyri avtalaðar karmar.
• Møguleika fyri eftirútbúgving innan leiðslu o.a.
Vit vænta at tú
• Ert útbúvin námsfrøðingur, helst við
leiðsluroyndum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
• Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni,
ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarð og
útibarnagarð.
• Hevur hug og áræði at skapa ein tryggan
og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóð
andi fakumhvørvi, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum
og starvsfelgum.
• Hevur góð evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi.
• Sært møguleikar framum vansar.
• Hevur evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir.
• Kanst virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og foreldur.
• Dugir væl at samskifta bæði innan og
uttanveggja.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanaviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og KAF.
Meiri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Susanne Madsen,
leiðara á sosialu deild, á tlf. 371085 kl. 10.00
– 16.00
Umsókn
Saman við viðmælum, royndum og upplýsingum
um útbúgving, skal sendast til:
Tvøroyrar Kommuna, sosiala deild
Tvørávegur 27 · FO 800 Tvøroyri
viðm. »Leiðari til Barnagarðin«
Freistin at søkja er fríggjadagin 15. juni.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Útleigan til fyritøkur
Møbelerað hús mitt í Havn verður útleigað
til fyritøkur frá 1. august 2007.
Ring á tlf. 0045 30 51 75 32
lýsingar
Campingvognur til sølu
Hobby 650 Umfe árg. 2006 til sølu.
Nærri fæst at vita á tel. 517316