hósdagur 24. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Oslo er ein býur við ov mikið av
møguleikum innan mest sum øll
øki. Har er nógv at vitja fyri øll
ferðafólk, og eitt av tí, sum
býurin er serliga kendur fyri, eru
tey nógvu ymisku søvnini innan
bæði list, søgu og mentan. Vit
fara at siga eitt sindur um nøkur
av mest spennandi søvnunum.
Fótbóltssavnið á Ulleval
Eitt av søvnunum í Oslo, ið er
sera nógv vitjað, serliga av fót
bóltsáhugaðum, men eisini av
øðrum, er fótbóltssavnið, ið
liggur á Ulleval Stadion.
Framsýningin á hesum savni er
bæði spennandi og øðrvísi, tí her
fær tann vitjandi innlit í norsku
fótbóltssøguna á ein sera livandi
og fjølbroyttan hátt. Allastaðni
leggur savnið upp til, at tey vitj
andi kunnu trýsta á, lata upp,
føla og lukta fótbóltssøgu
landsins. Savnið er rættiliga
barnavinarligt, og til ber hjá bæði
stórum og smáum at spæla FIFA
2006 á stórskíggja til Play
Station 2. Eisini verða
rundvísingar gjørdar á sjálvum
Ulleval Stadion eins og til ber at
síggja landsliðsgarderobuna.
Kon-Tiki
Eitt annað av áhugaverdu søvnu
num í Oslo er KonTiki savnið.
Á hesum savni síggjast ting frá
mongu kanningarferðum Thor
Heyerdahls. Har eru standmyndir
av Páskaoynni, ymisk fund úr
Polynesia, av Galapagos og úr
Peru. Kendi flakin Kon Tiki og
sevjabáturin Ra 2 eru eisini fram
vístir á savninum.
Thor Heyerdahl sigldi saman
við seks øðrum persónum í Kon
Tiki flakanum úr Peru, um Kyrra
havið, til Polynesia. Teir sigldu
8000 km langa teinin í 101 døgn.
Thor Heyerdal hevur gjørt líkn
andi ferðir við bátunum Ra 1, Ra
2 og Tigris, og hetta er útførliga
lýst og útstillað á KonTiki savni
num.
Savn til minnis um
Edvard Munch
Kendi norski listamaðurin,
Edvard Munch testamenteraði
Oslo kommunu uml. 1100
málningar, 1550 grafisk bløð,
4700 tekningar og seks
standmyndir. Hesi eru øll at
finna í Munch savninum í Oslo,
sum læt upp fyri almenninginum
í 1963, hundrað ár eftir, at lista
maðurin varð føddur. Munch
savnið í Oslo eigur í dag uml.
helvtina av øllum málningum
Munchs, og hetta hevur gjørt tað
møguligt hjá savninum at hava
serligar framsýningar bæði á
sjálvum savninum og aðrastaðni í
heiminum.
Barnalist og Nobel
Friðarsentrið
Í Oslo ber eisini til at síggja
barnalist. Har er nevniliga eitt
savn, Barnekunstmuseet, ið bert
sýnir fram list, sum børn hava
evnað til. Savnið hevur til
endamáls at sýna barnalist úr
øllum heiminum og at arbeiða
fyri, at barnarættindini, ið m.a
siga, at børn hava rætt til at taka
lut í mentanarlívi og listarligum
arbeiði, verða hildin. Savnið
hevur skiftandi framsýningar. Av
framsýningum seinastu árini
kunnu nevnast SOSBarnabýir,
vinalag ímillum Noregi og Japan
og Milleniumframsýningin, Det
nye årtusenet.
Á Nobel Fredssenter á Rådhus
plassen ber til at síggja , hvør ið
hevur vunnið friðarheiðursløn
Nobels, og hvat tey hava vunnið
hana fyri. Til ber eisini at fáa at
vita søguna um Alfred Nobel.
Vilja tey ferðandi vitað eitt
sindur meira um søgu Oslo, so
ber hetta eisini til, tí í Oslo er eitt
savn, Oslo Bymuseum, ið gjøg
num eina fasta framsýning, sigur
søgu Oslo seinastu 1000 árini.
Savnið er í tí gamla Frogner
Hovedgård frá 1800 talinum, ið
liggur í Frognerlundini, tætt við
Vigelandslundina. Oslo
kommuna eigur húsið, sum varð
friðað í 1927.
Av øðrum søvnum, ið eru verd
at vitja, kunnu nevnast Holocaust
sentrið, Víkingaskipahúsið, Søgu
liga savnið og Fornminnissavnið.
Puntur nummar 13 av 23
Oslo:
Oslo – mentanarbýurin burturav
“Skríggið”
er ein av
kendastu
málningunum
hjá Edvard
Munch. Tað
hevur hingið
á kenda
savninum
í Oslo til
minnis um
listamannin,
men í
2004 bleiv
málningurin
stolin av
vápnaðum
ránsmonnum.
Mynd: Scanpix