Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 24. mai 2007 summarkapping 52 Plantusøla og pony­ ríðing í Kollafirði Leygardagin verður skipað fyri familju- og marknaðardegi í ítróttarhøllini í Kollafirði, og her vera nógv tiltøk á skránni. Sum tit kunnu lesa aðrastaðni í Summarkappingini, so vera fleiri stuttlig og hugnalig tiltøk inni í sjálvari høllini. Av hesum kunnu nevnast loppimarknaður, hoppi- og skreiðiborgir, myndir vera vístar fram og tílíkt. Tvey góð og hugnalig tiltøk vera eisini á økinum uttan fyri høllina. Her fer KÍF millum annað at skipa fyri plantusølu. Felagið hevur fingið trø og runnar til høldar frá gróðurstøðini í Hoydølum, og hesi vera til sølu leygardagin. Gróðurstøðin selur trø og runnar, sum egna seg til føroysk viðurskifti, og hetta er eisini vørumerkið hjá gróðurstøðini. KÍF hevur keypt á leið 200 trø og runnar, sum verða til sølu á familju- og marknaðardegnum. Umframt at selja trø og runnar á plantusøluni, fer felagið eisini at selja summarblomstur til urtagarðin, sum tað hevur keypt frá Dáanum í Sandavági. Um fólk ivast í, hvat tey skulu keypa, so vera køn fólk á staðnum, sum fara at kunna fólk um runnarnar, trøini og summarblomstrini. Plantusølan er serliga fyri tey vaksnu, men eitt tiltak verður eisini fyri børnini uttan fyri høllina. KÍF fer nevniliga eisini at hava ponyríðing á økinum. Her fáa børnini møguleikan at ríða sær ein túr á økinum kring ítróttarhøllina. Hetta er tíðin, tá ið fólk byrja at gera nakað við urtagarðin. Leygardagin verður møguleiki at keypa bæði trø, runnar og summarblomstur til urtagarðin í ítróttarhøllini í Kollafirði Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Vælkomin á Hotel Norð Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68 Stórt úrval av baðirúmsmøblum Alt innan VVS Vingstedcentret liggur stutt frá Billund Flogvølli – uml. 15-20 min. koyring. Hondbóltur, Skjóting, Svimjing, Golf, Fótbóltur, o.m.a. Vilt tú vita meira .... spyr okkum ...! P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo Venjingarlega - Vingstedcentret www.ff.fo