hósdagur 24. mai 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2007
54
summarkapping
Komet
Klæmint Hansen er skipari og ein av eigarunum av bátinum, Komet, sum
hevur sítt heim í Klaksvík. Komet bleiv keyptur í fjørsummar, og ætlanin var
av fyrstan tíð at nýta bátin til ferðavinnuna.
Í fjør bleiv báturin tó mest sum slett ikki nýttur í ferðavinnuni, sigur
Klæmint Hansen.
- Nei, vit brúkta hann so at kalla einki í ferðavinnuni, men hetta var heldur
ikki ætlanin. Í fjør skuldu vit bara hava øll loyvini í lagi, og so ætlaðu vit at
taka lut í havfiskikappingini hjá Smyril Line. Endaligu loyvini komu eisini í
rættlag seint í juni, og so var báturin klárur til havfiskikappingina.
Nú er á leið eitt ár liðið, síðani Komet bleiv keyptur, og í summar er
ætlanin, at báturin skal nýtast innan føroysku ferðavinnuna. Ætlanin hjá
eigarunum er at nýta bátin til fiskitúrar.
- Tað eru nógv fólk í heiminum, sum dáma væl at fiska á opnum havi.
Nógv koma bert til Føroyar fyri at royna hetta, og tí er gott at geva teimum
henda møguleikan, sigur Klæmint Hansen.
Hann leggur afturat, at teir serliga vænta, at hetta er nakað fyri útlendingar,
men hann vónar, at føroyingar eisini fara at vísa áhuga fyri hesum.
Túrarnir hjá Komet vera annars serliga gjørdir úr Klaksvík, men um fólk
hava onnur ynski, so kunnu hesi eisini uppfyllast. Um fólk vilja hava meir at
vita um Komet, so kunnu tey fara inn á heimasíðuni www.komet.fo.
Eigararnir av bátinum, Komet, ætla at nýta hann at gera fiskitúrar við fólki, sum dáma væl at fiska á
opnum havi
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Hógv Ketlar
Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður
Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo
Besti føroyski
ketilin
• Ótrúliga orkusparandi
• Nógv heitt vatn
• Góður fyri umhvørvi
• Dygdin er fyrsta floks
1300 føroyingar hava
ein ketil frá Hógv
Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar.
www.hogv.fo
So langt burtur,
og tó so nær ...
Tel. 42 31 71
Fartel. 21 15 90
info@gjaargardur.fo
www.gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
r e p r o z