Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-24, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 24. mai 2007 summarkapping 55 Leygardagin skipar Kollafjarðar Ítróttarfelag fyri familju- og marknaðardegi í ítróttarhøllini í Kollafirði. Her verður nógv spennandi á skránni, og tiltakið byrjar kl. 13.00. Í sjálvari høllini vera fleiri tiltøk á skránni. Tað, sum helst er mest spennandi, er loppimarknaðurin. Enn hava fólk í Kollafirði ikki havt møguleika at lata lutir til tiltakið, men kollfirðingar hava møguleika at lata lutir til loppimarknaðin í kvøld millum kl. 18 og 21 í ítróttarhøllini. Her kunnu tey lata alt inn, sum tey vilja, uttan klæðir, og fyrireikararnir vænta og vóna at fáa nógvar lutir. Felagið fer eisini at vísa fram ítróttamyndir, sum eru tiknar í høllini seinasta árið, síðani høllin bleiv bygd. Myndirnar vera ikki bert av íðkandi limum, men eisini av trúgvu áskoðarunum hjá KÍF. Fólk fáa eisini møguleika at fáa okkurt etandi og drekkandi. Felagið selur nevniliga kaffi og køkur, umframt at fólk kunnu keypa pylsur. Okkurt verður eisini á skránni fyri børnini, tí felagið hevur fingið hendur á eini hoppiborg og eini skreiðiborg, har børnini kunnu hugna sær undir tiltakinum. Økið uttan fyri høllina verður eisini nýtt í samband við tiltakið. Her verður skipað fyri ponyríðing og plantusølu, og tiltakið verður á skránni leygardagin frá kl. 13.00 – 18.00. Familju- og marknaðardagur í Kollafirði Eitt spennandi tiltak verður í høllini í Kollafirði leygardagin. Á skránni verður m.a. loppimarknaður, skreiði- og hoppiborgir, tombola, plantusøla og ponyríðing www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo Vælkomin á Hotel Norð Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45 hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo • 15 dupultkømur • Matstova til 250 gestir • Fundarhøli • Barr • Náttúruvakurt • Buss til hurðina Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo 1. floks toy til skjúrt, bæði til børn og vaksin. Toy til møttil og fóður Pr. metur 698,- Dr. Jakobsensgøta 21 Tel 31 53 15 Buksuvadmál Buksuvadmál 7 9 6 H ú s a r Te l 2 2 2 0 6 0 w w w. v i l j i n . c o m V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv • Bátur til 12 fólk • Skipaðir túrar • Leigutúrar • Fiskitúrar Viljin Tours