Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 99 - 25. mai 2007 tíðindi Eldur kann koma í nær sum helst, eisini fyrstu vik­ una í húsinum. Familjan í Miðvági misti alt í eldinum mánanáttina. Nú heita tey á øll um at fáa brunatrygdina í rættlag beinanvegin flutt verður inn LAGNAN Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Uppkolaður viður, svart sót, knúst glas og vátir hylj­ ar dekka gólvini í húsinum, sum brendu í Miðvági mána­ náttina. Brúggersið í eystasta end­ anum er ikki so illa farið, men tess longri inn vit koma, tess svartari og myrk­ ari verður, og lukturin av royki er næstan ikki til at halda út. Yviri við kømru­ num er ongin ivi. Eldurin er kyknaður í fyrsta barna­ kamarinum, har uppkolaðu sperrurnar gapa út í tóma rúmið. ­ Eg havi longu fleiri ferð­ ir staðið og grátið framman fyri hesum kamarinum, sig­ ur Eyðdis, tá vit standa við gáttina til kamarið. ­ Har vóru bara fjaðrarnir eftir av seingjarbotninum hjá Tóri, og eitt merki, sum hann plagar at hava á troyggjuni. Og so ein av mongu dinosaurusunum hjá honum. Alt annað var vekk, sigur Eyðdis, og tekur hendurnar upp til hálsin. Hon orkar týðuliga ikki at ímynda sær, hvat var hent, um ikki sjey ára gamli Tór­ ur var komin inn til teirra at balla seg hesa somu nátt­ ina. Sveið í nøsini Um fýratíðina mánanáttina kom eldur í eini sethús í Miðvági, og alt sum inni var brendi. Av tí at familjan bert hevði búð í húsinum í eina viku, vóru roykvarnarar ikki settir upp enn. Eftir at hava verið búð í nógv ár í Danmark fluttu 34 ára gamla Eyðdis Hart­ mann Niclasen av Tvøroyri og 37 ára gamli Marner Hansen heim til Føroyar fyri knøppum ári síðani. Við sær høvdu tey sjey ára gamla Tór og eitt ára gamla Hera. Alt fyrsta árið í heim­ bygdini hjá Marner, Mið­ vági, búðu tey inni hjá familju hansara, til tey endi­ liga fluttu í egin hús í fyrru viku. – Enn vóru nakrir flyti­ kassar, sum ikki vóru pakk­ aðir út. Annars vóru vit komin upp á pláss, sigur Eyðdis. Og Marner tekur yvir og greiðir frá, hvussu hann varnaðist, at húsini brendu mánanáttina. Sum so mangan áður, kom Tór inn og ballaði seg hjá for­ eldrunum um trítíðina. Men av tí, at hann liggur so ófrið­ arligur, legði Marner seg inn í stovuna. Umleið ein tíma seinni verður hann órógvaður og raknar eitt sindur við, tí tað svíður í nøsini. Men hann leggur seg á hina liðina og leggur seg aftur einar tvær ferðir. Men tað heldur fram við at svíða í nøsini, og so luktar hann nakað, sum hann kenn­ ir aftur frá tíðini, tá hann arbeiddi sum mekanikari. – Tá hyggi eg upp, og síggi næstan onki fyri royki. Men eg hómi lampuna í vindeygakarminum og hugsi, at hon hevur fest í skermin. So eg ressist yvir móti vindeyganum, og tá síggi eg yvir á hina lonina á húsunum, sum eru bygt í vinkul. Har standa logarnir upp eftir vindeyganum inni í kamarinum hjá Tóri, og eg leypi avstað, og í evstu stund eydnast tað at fáa kon­ una og børnini úr brennandi húsinum. Tá vit eru komin út á bøin og standa og rópa um hjálp, standa húsini í ljósum loga, sigur Marner. Hann, Eyðdis og dreing­ irnir fáa onki við sær út, men renna yvir til grann­ arnar, har tey vakja húsfólk­ ini. – Vit hava góðar grannar í Marjus Dam og konuni Ingu. So vit vóru í góðum hondum hjá einum lækna og einum presti, sigur Eyð­ dis og flennir, hóast støðan sjálvandi ikki er nakað at flenna at. Áttu ikki at vakna Fólk frá løgregluni, sløkki­ liðinum og tryggingini hava Húsini brunnu fy – Vit hava ikki orð fyri, hvussu vit skulu takka fyri alla hjálpina vit hava fingið - bæði frá kendum og ókendum fólki. Eg kenni ikki øll fólkini í bygdini enn, so tað kennist løgið ikki at vita, hvønn eg skal takka, tá eg møti fólki á gøtuni ella í handlunum. Tí fara vit hervið at nýta høvi til at takka hjartaliga fyri alla hjálpina, vit hava fingið, sigur Eyðdis - Eldur kann koma í nær sum helst. Tað er so nógv annað at hugsa um, tá men flytur inn, sigur Marner. Hann skjýtur upp, at tryggingarfeløgini útflýggja roykvarnarar til nýggjar kundar, tí tað hevði heilt sikkurt loyst seg fíggjarliga.