fríggjadagur 25. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
4
Magni Mohr er útbúgvin innan
”human fysiology”. Hann hevur
seinastu árini arbeitt ymsastaðni
og hevur fingið hollar royndir
innan likamliga gransking og
kanning av fótbóltsleikarum.
Magni hevur millum annað
arbeitt fyri italienska stórfelagið
Juventus. ”Tann gamla daman”,
sum Juventus verður kallað í
Italia, hevur í seinastuni verður
í trupulleikum í samband við
muturgøluna. Teir vórðu fluttir
niður í Seriu B, men teir hava júst
vunnið sær pláss í Seriu A næsta
ár.
Tá ið Magni Mohr arbeiddi
fyri Juventus, vóru teir kanska
sterkasta felagið í Italia, og
millum leikararnar taldust Del
Piero, Zidane, Camonaresi,
Zambrotta og Trezeguet.
Síðani hevur Magni eisini
arbeitt fyri danska landsliðið og
føroyska landsliðið, sum hann
enn er knýttur at. Í fjør og fyrra
árið var hann hjálparvenjari hjá
B36.
Vágbingur
Magni er uppvaksin í Vági. Hann
tók HF í Vági og spældi fótbólt við
besta liðnum hjá VB.
Magni fór niður at lesa, og
hann var sera heppin at koma í
samband við røttu fólkini beinan
vegin.
- Eg slapp at arbeiða sum
granskari beinan vegin. Eg kom í
samband við Jens Bangsbo, sum
var hjálparvenjari hjá Juventus,
tá ið eg starvaðist har. Eg havi
helst sett teir røttu spurningarnar
til fyrilestrarnar, tí at hann spurdi
meg, um eg hevði hug at arbeiða
við teimum.
- Mítt lestrararbeiði var
allatíðini at fáast við vísindarliga
gransking. Tað er sera óvanligt, at
ein sleppur so tíðliga at arbeiða í
praksis, men eg var heppin, sigur
Magni.
Samantvinnar teori
og praksis
Magni varð beinan vegin
bergtikin av at arbeiða við
vísindarligum kanningum, og
hann hevur síðani verið við til at
finna fram slóðbrótandi úrslit.
Magni hevur eisini ein fyrimun
við tað, at hann sjálvur hevur leikt
fótbólt.
- Arbeiðið er at eygleiða
venjingar og dystir og kanna
ymsar støður og leikarar. Síðani
royna vit at finna fram ymiskar
loysnir, sum kunnu betra um
venjingarnar og kunnu fáa
leikararnar at íðka meira, sigur
Magni.
- Tað er stórur munur á fótbólti
og øðrum ítróttargreinum. Har
havi eg ein fyrimun, tí at eg
kenni fótbóltin í praksis. Nógvir
granskarar kenna tað einans í
teori. Avbjóðingin er at brúka
úrslitini til nakað munagott á
vøllinum. Tíðin í B36 gav mær
eisini møguleika at royna hendan
arbeiðsháttin, sigur hann.
Virðisløntur granskari
Tá ið Magni gjørdist hjálpar-
venjari hjá B36, sóust beinan
vegin broytingar í venjingunum
hjá árstalsfelagnum í Havn. Teir
fóru millum annað at hita upp
aftur, áðrenn seinna hálvleikur
byrjaði. Hetta hava onnur føroysk
feløg nú tikið til sín.
- Vit hugdu at fleiri upptøkum
og sóu, at leikarar íðka minni teir
fyrstu minuttirnar eftir steðgin.
Síðani gjørdu vit nakrar royndir
við tveimum liðum, har ið annað
liðið hitaði upp áðrenn seinna
hálvleik, meðan hitt ikki hitaði
upp. Tað vísti seg, at leikararnir,
sum hitaðu upp í hálvleikinum,
íðkaðu meira, sigur Magni.
Magni vil til stórf
Magni Mohr fer í summar til Danmarkar
at skriva eina doktararitgerð, sum
vónandi skal hjálpa honum enn longur
fram á venjingarleið síni. – Málið er at
gerast likamligur venjari hjá einum av
heimsins størstu fótbóltsfeløgum
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Magni um politikk
- Eg fylgi hampiliga væl við í politikki – bæði
altjóða og í Føroyum. Eg velji Tjóðveldisflokkin,
men støðið á føroyskum politikki er ótrúliga
lágt. Tað er pínligt at eygleiða føroyskan
kjaksið í mun til onnur lond.
Magni um føroyskan
og italienskan mat
- Mær dámar heilt vist betur italienskan mat enn
føroyskan. Vit eta av og á føroyskan mat, men vit eta
í nógv størri mun eysturlendskan og suðurevropeiskan
mat. Italienarar duga ótrúliga væl at gera mat