fríggjadagur 25. mai 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 25. mai 2007
5
tíðindi
rstu vikuna
sagt, at eftir røttum átti lítla
familjan ikki at verið á lívi.
Oftast letur onkur lív, um
ongin ávaringarskipan er, tá
eldur kemur í um náttina,
meðan húsfólkið svevur.
Vanliga lukta fólk ikki royk
in og vakna, men sovna
burtur av koltvíiltunni, sum
verður upptikin í blóðinum
200 ferðir skjótari enn van
lig ilt. Men roykvarnarar
varnast eldin, longu tá hann
kyknar, og kunnu soleiðis
varskógva húsfólkunum.
Eg veit ikki, hví vit ikki
hava hugsað um at fáa royk
varnarar settar upp. Tað er
so nógv annað at hugsa um,
tá men flytur, sigur Eyðdis.
Hon fortelur, at aðrastaðni
tey hava búð, hevur alt ver
ið í lagi.
– Vit høvdu eitt Falck
hald, tá vit búðu niðri. Har
fingu
vit
roykvarnarar,
teppi, tog og eldsløkkjarar.
Tað var altíð undir kontroll.
So hetta er fyrstu ferð vit
sjálvi skulu hugsa um hend
an partin viðvíkjandi tí at
seta búgv, sigur hon. Og
Marner skoytir uppí, at
tryggingarfeløgini áttu at
útflýggja roykvarnarar til
nýggjar kundar.
Tað hevði heilt sikkurt
loyst seg fíggjarliga, tí tað
er sera kostnaðarmikið at
skula lata endurgjald fyri
eini hús sum okkara, sigur
hann.
Onkur ávaraði
Vit kenna tað, sum at onkur
hevur hildið hondina yvir
okkum og ávarað okkum,
so vit náddu út. Tað vóru so
nógv ting, sum kundu verið
øðrvísi, men sum til alla
Guds lukku kortini vildu
væl til. Eitt nú var Tór farin
úr sínum kamari, tá eldurin
kyknaði har, helst av einari
lampu, sum stóð í vindeyg
anum. Lítli Heri, sum svav í
rimasongini í sínum kam
arið, lá tíbetur tætt við gólv
ið, so hóast kamarið fyltist
við royki, kom hann ikki
niður til hansara. Hetta
bjargaði honum nøkur dýra
bar sekund, har Marner
kundi finna hann og bera
hann út í tún.
Harumframt hevði Marn
er eisini, til alla lukku, lagt
seg út í sofuna, har hann
vaknaði
av
roykinum.
Kanska tí hann ikki var
sovnaður so fast aftur.
Marner
greiðir
frá,
hvussu tað var at fara inn í
kamarið eftir lítla í øllum
hitanum, myrkrinum og
roykinum.
– Eg visti, at hann átti at
liggja í rimasongini, men
av tí at eg onki sá, føldi eg
meg fram. Og eg minnist
enn skelkin, tá eg ikki fann
hann beinanvegin, tí hann
hevði kropið seg saman
uppi í høvdalagnum meðan
hann svav. So tá eg fekk fat
ur í fótinum á honum, hál
aði eg bara til og leyp á dyr
við honum, meðan hitin frá
logunum brendu í rygginum,
sigur Marner.
Takka øllum
Men hvat ger ein ung
familja, tá hon missir alt,
sum hon eigur yvir eina
nátt?
– Vit eru fullkomiliga tik
in av bóli av allari hjálpini,
vit hava fingið. Bæði frá
vinum, familju, kenningum
og frá fólki, sum vit als ikki
kenna, siga tey bæði Marner
og Eyðdis, sum tíbetur
høvdu øll tryggingarviður
skiftini í lagi og nú búgva
inni hjá familjuni hjá Marn
er aftur.
– Tá man sum je ikki
kenni øll fólkini í bygdini
enn, so kennist tað so løgið
ikki at vita, hvønn eg skal
takka, tá eg møti fólki á gøt
uni ella í handlunum. Tí
fara vit hervið at nýta høvi
til at takka hjartaliga fyri
alla hjálpina, vit hava fing
ið, sigur Eyðdis.
Og eftir at vera spurd
greiðir hon frá, at longu um
náttina komu fólk til teirra
við klæðum, og longu morg
unin eftir kundi hon pakka
taskur til dreingirnar við
stivlum,
útiklæðum
og
skiftiklæðum.
– Vit hava fingið steintoy,
leikur til børnini, góð og fín
klæði, lekrar heimabundnar
troyggjur, pengar, gávukort
frá handlum, eina stóra
kurv við kropsrøkt til alla
familjuna,
hárproduktir,
bensin... og eg kundi hildið
áfram, sigur Eyðdis. Og
Marner tekur tráðin upp:
– Vit vóru allir til frisør í
gjár. Men hann vildi ikki
taka ímóti pengunum, og
bað okkum brúka teir til
okkurt betur, sigur Marner,
og smílist eymliga til Eyð
dis.
Jú, ongin ivi er um, at tey
eru rørd av allari hjálpini
og stuðlinum.
Fáa myndir aftur
Eitt sum mangan verður
ført fram í sambandi við
eldsbruna, er, hvussu ringt
tað er at missa allar mynd
irnar av børnunum. Til hetta
sigur Eyðdis:
– Tað vísir seg, at trygg
ingin kann gera nokkso
nógv fyri at bjarga myndum
í dag, og allar eru ikki brend
ar heilt burtur, men kanska
bara í kantinum. Og so liva
vit eisini í einari tíð, har
fólk taka nógvar myndir.
Onkur vinkona hjá mær eig
ur næstan líka nógvar mynd
ir av okkara børnum, sum
vit sjálvi áttu. So nú er bara
at savna myndir frá øllum
sum eiga myndir, vinfólki,
familju og stovnum.
Lítla samfelagið
Marner tekur yvir og sigur,
at kanska er hetta júst tað,
sum er fyrimunurin við at
búgva í einum lítlum sam
felagi sum Føroyum.
– Millum annað kom
lokali Eikstjórin niðan við
einari heilsu sama fyrrapart,
sum eldur hevði verið í. Tá
hevði hann longu kannað
øll pappír og at allir formali
tetir við tryggingini vóru í
lagi. So hann vissaði okkum
um, at alt fór at laga seg,
sigur Marner. Og bæði tvey
leggja dent á, hvussu væl
tey hava verið viðfarin av
tryggingini.
– Tað hevur als ikki verið
sum í hesum skrekksøgun
um man hoyrir, at tá á stend
ur, ger tryggingin alt fyri at
snúgva sær undan. Nei, tey
hava verið ómetaliga beina
som og kvik við øllum, sig
ur Eyðdis. Húsini verða nú
tikin niður og bygt uppaftur
av nýggjum.
– Vónandi kunnu vit flyta
inn aftur til jóla. Og tá skulu
húsini vera topptryggjað
við øllum, sum skal til, fyri
at vit kunnu sova trygt, sig
ur Marnar.
Lærarastørv í
Sankta Frans skúla
Lýst leys til setanar frá 1. august 2007
Søkt verður eftir 8 lærarum
• trimum lærarum í fast starv, sum eru
fulltíðarstørv
• trimum lærarum í tíðaravmarkað starv ská.
2007/08. Størvini eru fulltíðarstørv
• einum lærara í parttíðarstarv, sum er
tíðaravmarkað ská. 2007/08 og
• einum lærara fyri lærara, ið hevur
barnsburðarfarloyvi.
Tíðaravmarkaðu størvini og parttíðarstarvið eru
fyri lærarar, ið hava farloyvi, lækkað tímatal, tímar
vegna serligan tørv og at lesa avlopstímar.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• eru við til áhaldandi at menna skúlan
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at
átaka sær eina ella fleiri av hesum uppgávum:
• flokslæraraarbeiði
• undirvísa í gentuítrótti/svimjing
• undirvísa í føroyskum, enskum, donskum
og rokning
• undirvísa í tónleiki
• undirvísa í handaligu lærugreinunum
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum, men læraralesandi, ið lúka prógv í
summar, kunnu eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag og verða sett sum sáttmálasett størv.
Tó kunnu tey, ið verða sett í fast starv, verða sett
sum tænastumenn, um tey frammanundan eru í
tænastumannastarvi.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi leygardagin 9. juni 2007 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Selmar Jacob
sen, skúlastjóra, á telefon 302532/220716 ella
hjá Jákup Lindberg, varaskúlastjóra, á tlf.
302533/513074.
Í Sankta Frans skúla eru 330 næmingar í forskúla til
7. flokk. Í skúlanum starvast 30 lærarar. Skúlin hevur
ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða og arbeitt verður
alsamt við at menna skúlan
Íbúð ella hús
Trúgvandi maður søknast eftir íbúð
ella lítlum húsum í Vestmanna.
Vinarliga ringið á tlf. 21 29 69
– Vit kenna tað, sum at onkur hevur hildið hondina yvir okkum, so vit náddu út, siga Eyðdis og Marner. Tey vóna at flyta inn í
húsini aftur til jóla, og tá verða roykvarnarar hongdir upp, áðrenn tey flyta inn