Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007 felag uttanlands Magni skrivaði eina grein um úrslitini, sum teir høvdu funnið, og hann vann eina virðisløn fyri greinina sum besta vísindarliga grein í 2004. Kennir einki til fótbóltsgøluna Sum nevnt hevur Magni starvast fyri Juventus, sum síðsta árið veruliga er komið í andróður við einari muturgølu. Hetta er tó ikki nakað, sum Magni merkti nakað til. - Eg sá einki ullint, meðan eg var hjá Juventus. Eg havi eisini tosað við Jens Bangsbo, og hann kennir heldur einki til nakað mutur. Eg haldi, at málið snýr seg um einkultar persónar, sigur Magni og heldur fram. - Fótbóltur í Italia snýr seg um so nógv annað enn spælið. Fólk har vísa sínar kenslur, og tað merkir eisini fótbóltin uppá gott og ónt. Eg skal tó ikki fara at siga, hvat er hent í Italia, tí at tað veit eg einki um, sigur hann. Løgið at møta Italia Føroyar skulu í næstum spæla landsdyst móti Italia. Tá kemur Magni at sita á føroyska beinki- num sum fysiskur venjari hjá landsliðnum. Millum mótstøðumenninar eru leikarar, sum Magni hevur kannað gjølla. Sostatt verður Magni í tí løgnu støðu, at hann kennir leikararnar á báðum liðunum sera væl. - Tað verður løgið at møta Italia. Eg havi sterkar kenslur fyri italienskum fótbólti. Eg vænti, at Italia fer at vinna dystin, men um vit eru sera hepnir, kunnu vit fáa eitt gott úrslit. Men dysturin fer helst at líkjast dystunum, sum vit hava leikt móti Fraklandi. Framtíðin Í summar fer Magni til Danmarkar at arbeiða á einum universiteti, har ið hann fer at skriva sína doktararitgerð. Hann hevur gjørt avtalu um at arbeiða í tvey ár, men hann ætlar at lata ritgerðina inn um eitt ár. Eftir tað er ikki vist, hvar leiðin gongur. - Møguliga komið eg aftur til Føroya. Málið er tó at gerast venjari hjá einum toppliði, og hendan doktararitgerðin gevur mær førleikar til tað. So skal eg eisini koma í samband við tey røttu fólkini, um eg skal fáa møguleikan. Tað er sera torført at sleppa framat hjá teimum stóru feløgunum, men tað er í øllum førum málið, sigur Magni Mohr at enda. Magni um átrúnað - Fyri meg hoyrir átrúni undir mytologi. Eg havi ikki nakra trúgv. Tú kanst kalla meg ateist Magni um sína frítíð - Øll frítíðin verður brúkt uppá familjuna. Eg havi eitt arbeiði, sum ofta smeltar saman við frítiðina, men eg royni at brúka tíð uppá børnini og konuna. Vit plaga ofta at ferðast saman Magni Mohr Føddur 2. november 1973 Er giftur við Súsonnu Holm Tey eiga sonin Askur Holm Magnason Eisini dótturina Ró Holm Magnadóttir Fakta Tað er sera torført at sleppa framat hjá teimum stóru feløgunum, men tað er í øllum førum málið, sigur Magni Mohr, sum nú fer at skriva doktararitgerð. Mynd: Jens Kr. Vang