fríggjadagur 25. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 99 - 25. mai 2007
Sum øll munu vita, so byrjaði Sosialur-
in at koma út tann 24. mai 1927 sum
málgagn hjá tí ungu føroysku javnað-
arrørsluni. Blaðið sá sostatt dagsins
ljós í einum heilt øðrum samfelag
í eini heilt aðrari tíð. Búskaparlig
kreppa, vinnuloysi, lágar lønir og
hýrur hjá teimum, sum vóru í vinnu,
vánalig heilsu- og almannaviðurskifti
eyðkendu hetta samfelag. Hetta var
eitt samfelag, sum at kalla ongar
møguleikar hevði at bjóða teimum
ungu, sum ikki tóku ábyrgd av øllum
sínum borgarum og sum var ljósár
frá dagsins vælferðarsamfelag.
Blaðið varð sostatt til í einum tilaft-
urskomnum samfelag eyðkent av
sosialum órættvísi og sera stórum
stættamuni. Tað var tí mestsum
sjálvsagt, at nýggja blaðið gjørdist
heitur talsmaður hjá tí kúgaðu, und-
irløntu og illa á holdum komnu verk-
amannafjøldini, teimum gomlu og
øllum teimum mongu á stættasam-
felagsins skuggasíðu.
Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu varð
ljós í almenna rúminum varpað á
annað enn togan millum samband
og sjálvstýri. Hetta var í sjálvum sær
ein stór broyting, og gomul fólk
minnast enn, hvussu tað kendist,
at fram var komið málgagn, sum
talaði søk tí fjaldu fjøldini. Fram
til tann dagin blaðið kom vóru
almennu Føroyar og ikki minst
almenna Danmark blind og deyv
mótvegis tí neyð og tí vesaldómi,
sum eyðkendi gerandisdagin hjá
stóra meirilutanum av Føroya fólki.
Týdningur blaðsins í hesum høpi
kann valla yvirmetast – Føroya
Sosialdemokratur setti orð á stætta-
stríðið og dróg alt tað fram í ljósið,
sum var dult og fjalt og skapti eitt
orðaskifti um samfelagsspurningar,
sum var medvirkandi til grundleggj-
andi at broyta Føroyar.
Tað var í hesum jørðildi, at rótin
rann, og rætt skal vera – tann ungi
Tingakrossur hevði havt nakað av
tí sama – hetta at reka ein sosialt
kritiskan journalistikk, men hesin
formur vardi stutt og hvarv í og við,
at Krossur gjørdist málgagn hjá tí
alt meira konservativa Sjálvstýris-
flokkinum. Føroyar eru í dag eitt
norðurlendskt vælferðarsamfelag,
og landið er millum heimsins ríkastu
lond. Stættastríðið verður ikki long-
ur rikið í blaðteigum, men á heilt
øðrum vígvøllum. Frá at vera polit-
iskt málgagn er blaðið nú vónandi
vorðið eitt nútímans privat public
service málgagn. Innihaldið er grund-
leggjandi broytt, og blaðið er ikki
longur boðberi fyri ávísan politiskan
boðskap.
Verður sæð burtur frá politiska
boðskapinum, sum ikki longur er
uppgáva blaðsins, so hevur tað virð-
isgrundarlag, sum er støði undir blað-
stjórnarligu kósini, framvegis røtur
aftur til tað progressiva blað, sum
kom út á fyrsta sinni fyri áttati árum
síðani.
Hetta merkir, at blaðið við støði í
skrivi- og talufrælsinum skal at reka
óheftan og álítandi tíðindaflutning
og annað kunningarvirksemi. Í tíðar-
innar anda fevnir uppgáva okkara
eisini um at reka og menna eitt
fjølmiðlahús, sum umframt blað-
útgávu og tiltøk, eisini fer at fevna
um aðrar miðlar. Vit hava sostatt
sett okkum nøkur mál og arbeiða
dagliga við at tilevna tær strategiir,
sum skulu føra okkum fram móti
hesum málum. Vit venda støðugt
eygunum móti framtíðini og fara at
gera okkara ítarsta fyri at skapa eina
avís, sum kann nøkta tørv lesarans,
vinnulívsins og samfelagsins í einum
altjóðagjørdum Føroyum. Hetta er
ein ómetaliga stór uppgáva, tí kunn-
ingartreymurin er øgiligur, og hann
fer bert at økjast í hvørjum. Henda
støða leggur eina sera stóra ábyrgd
á allar fjølmiðlar í framtíðini, og vit
fara at leggja alla orku í at liva upp
til hesa ábyrgd.
Vit fara at reka okkara miðlavirksemi
á fólkaræðislig grundsjónarmið. Við
støði í lønandi og sunnum rakstri
fara vit at stuðla menningina av
samfelagnum á ein slíkan hátt, at vit
eru við til at hetta styrkja rættarsam-
felagið, fólkaræðið, samhaldsfestið,
tolsemi og virðing millum menniskju.
Hetta ber væl til samstundis sum vit
fara halda okkum til óheftan, kritisk-
an og álítandi tíðindaflutning, sum
líkur hægstu etisku journalistisku
krøv. Vit fara at leggja okkum eftir
breitt, kritiskt, sakligt og fjølbroytt
at umrøða og viðgera allar hugsandi
spurningar í føroyska samfelagnum,
og í tann mun tað er gjørligt í heim-
inum uttan um okkum. Vit fara úti
sum heima at leggja dent á manna-
rættindi og virðing fyri øllum menn-
iskjum uttan mun til átrúnað ella
húðalit. Vit fara at leggja dent á
kunning um og umrøðu av mentan
og list, á viðurskifti hjá børnum og
ungum og øllum, sum eru í vanda
fyri at gerast marginaliserað í okkara
samfelag.
Okkara journalistikkur skal vera trú-
verdugur, væl dokumenteraður, sak-
ligur og kritiskur og skal endurgeva,
hvat fyriferst í samfelagnum og
halda seg kritiskt til øll mál. Øll sjón-
armið skulu, við vanligum fyriliti fyri
etisku journalistisku krøvunum, fáa
pláss í blaðnum, tó við teirri treyt,
at innsent tilfar undir dulnevni fram-
vegis ikki verður tikið upp.
Vit fara sostatt framvegis at eggja til
tað sakliga samfelagsorðaskifti, sum
er ein meginfortreytin fyri fólkaræð-
inum. Hesi eru tey virði og tey mál,
ið vit hava sett okkum á áttiáradegn-
um. Tey eru alment humanistisk og
demokratisk og hava sostatt røtur í
teimum hugsjónum, sum stovnarar-
nir brendu fyri í einum heilt øðrum
samfelag við heilt øðrum trupul-
leikum enn vit kenna frá dagsins
samfelag.
Við lesarans hjálp og í góðari sam-
vinnu við okkara samstarvspartar,
okkara viðskiftafólk og fyritøkur
vænta vit at røkka hesum málum í
eini framtíð við spennandi avbjóðing-
um og markleysum møguleikum.
Sosialurin
Har rótin rann
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330