fríggjadagur 25. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti 11
skriva um øll hugsandi mál og
viðurskifti, og vit hava í nógv ár
lagt dent á at koma út um landið
eisini. Sosialurin hevur dugað at
fylgt útviklinginum, tikið nýggjar
tættir upp og gjørt eitt gott blað
til fólkið.
Hvat er Sosialurin ikki góður
til?
- Seinastu 10 árini hava
vit gjørt sera nógv tekniskar
útbyggingar, og tað hevur kravt
nógva orku og pengar. Tað
hevur havt við sær, at vit ikki
hava verið nóg góð til at dekka
ymisk øki – til dømis politikk og
samfelagsmál. Kanska hevur
ein orsøk til hetta verið, at
blaðið hevur skrivað minni um
politikk, tí at blaðið so gjarna
hevur vilja gjørt seg leyst av
Javnaðarflokkinum.
- Vit ætla at brúka meira orku
til innihaldið av Sosialinum
næstu tíðina, og tað skulu vit
millum annað gera við at styrkja
dekningin av týðandi politiskum
og samfelagsligum málum.
- Sosialurin hevur verið sum
ein rakett í trinum. Vit hava roynt
at lagt eitt grundarlag við góðum
arbeiðsumstøðum hjá folki,
góðum amboðum og tøkniligari
útbygging. Nú er tíðin komin til at
menna onnur øki á blaðnum.
Besta ár nakrantíð
í fjør
Er Sosialurin blivin ov
kommersiellur sum blað?
- Tað er umráðandi, at fólk
skilja ímillum ein privatan fjøl-
miðlin og almennu miðlarnar,
sum ikki nýtast at hugsa um
inntøkur. Almennu miðlarnir fáa
sínar pengar við lógarásettum
lisensi, meðan bløðini ikki fáa eitt
oyra í stuðli frá nøkrum. Tí má
Sosialurin skaffa sær inntøkur fyri
at verða til.
- Høvdu fólk á Sosialinum ikki
dugað so væl at rikið forrætning
og dugað so væl at gjørt bløð, so
hevði eingin Sosialur verið til, og
tí skulu vit ansa eftir, at vit ikki
gera tað suspekt, at Sosialurin
hevur inntøkur av lýsingum og
øðrum. Vit høvdu okkara besta
ár nakrantíð í fjør, og hóast
úrslitið ikki er gjørt upp endaliga
enn, rokna vit við einum avlopi
á tríggjar milliónir krónur. Hetta
er úrslitið av góðum teamwork á
øllum deildunum á blaðnum.
Hevur Sosialurin veruliga
klárað at slitið seg leysan av
Javnaðarflokkinum?
- Tað hevur verið ein útviklingur
gjøgnum nógv ár, at leiðslan á
blaðnum hevur fingið frið at gera
blaðið og hevur ment blaðið til
eitt tíðindablað. Illgrunin hevur
tó altíð verið millum summi
fólk um, at samband var millum
Javnaðarflokkin og Sosialin, tí
Javnaðarflokkurin átti blaðið. Í
fjør varð seinasta stigið tikið, og
Sosialurin kundi sum næstan 80
ára gamal klippa nalvastreingin
til Javnaðarflokkin.
- Vit á blaðnum hava ongantíð
ivast í, at Sosialurin skuldi verða
eitt tíðindablað, og vit hava fingið
møguleika at gera hetta – eisini
meðan Javnaðarflokkurin átti
blaðið. Um nakar sum helst ivi er
eftir um samband millum Sosialin
og ávísan flokk, so skal tað fáast
av vegnum næstu árini. Vit ætla
ikki at lýsa okkum óheft – vit ætla
at vísa tað í verki.
Stórir møguleikar
Hvat verður framtíðin hjá
Sosialinum?
- Blaðið Sosialurin er nú ein
partur av einum miðlahúsi,
har vit arbeiða við nógvum
ymiskum miðlum. Blaðið er
framvegis okkara kjarnuøki, men
vit hava seinnu árini upplivað
eina eksplosiva framgongd á
internetinum. Sosialurin gekk
undan við at fáa sær eina
heimasíðu fyri 10 árum síðani,
og í dag framleiða vit tilfarið til
tríggjar av teimum bestu umtóktu
heimasíðunum í landinum.
- Olivant er mest vitjaða
heimasíðan á føroyskum, og
útlendingar trúgva okkum nóg
illa, tá ið vit greiða teimum frá,
at vit hava yvir 40.000 vitjandi
hvørja viku.
- Sosialurin hevur eisini
framleitt sjónvarpstilfar til
netið, og herfyri keyptu vit
Studio Pegasus. Tað hava vit
gjørt, tí vit hava ásannað, at
spennandi møguleikar eru á
loftmiðlaøkinum, og í løtuni
kanna vit ymsar møguleikar við
framleiðslu í Studio Pegasus.
Vit hava eisini fingið okkum eina
kiosk á internetinum, har tað
frameftir fer at bera til at keypa
eina pdf-útgávu av Sosialinum.
- Sosialurin er blivið fólksins
blað, og vit ætla at halda fram við
menningini av blaðnum og øllum
hinum miðlunum næstu árini.
Møguleikarnir eru óteljandi, og
starvsfólkið á Sosialinum hevur
ferð eftir ferð víst, at tað dugir at
brúka nýggju møguleikarnar og
gjøgnumfør nýggj og spennandi
hugskot. Tað skal eisini næstu
árini eyðkenna Sosialin.
Jan um lýsingar
Ein stórur partur av tilverugrundarlagnum hjá
einum blaði eru lýsingarnar. Tað er hugaligt
at síggja, hvussu professionellar føroysku
lýsingastovurnar eru blivnar. Vøksturin
í lýsingum hevur fylgt framgongdini hjá
Sosialinum seinastu árini. Blaðið er blivið
betur, fleiri lesa blaðið, og fleiri vilja lýsa í tí
– tað hongur saman.
Jan um myndir
Tann rætta myndin á rætta stað til røttu
tíðina er at meta sum sál og likam, og
ein slík mynd er verd meira enn 1000 orð.
Sosialurin var fyrsta blað í Føroyum, sum
setti ein myndamann burturav, og tað
varð mett sum ein stórhending. Vit gjørdu
hetta fyri meira enn 20 árum síðani, tí vit
ásannaðu týdningin, sum myndirnar hava
fyri blaðið.
Eftir ein fíggjarliga umskipan í 1993 varð Sosialurin liðaður
sundur í tvey feløg. Sp/f Sosialurin og Sp/f Húsið, sum bæði vóru
100% ogn hjá Føroya Javnaðarflokki fram til í fjør.
P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga,
keypti tá 66% av partapeninginum í feløgunum, og Føroya Tele
keypti hini 34%. Eitt ognarlutfall, sum framvegis er galdandi.
Sp/f Húsið eigur 34% av partapeninginum í P/F Prentmiðstøðini,
har P/F Dimmalætting eigur hini 66%. Hartil eigur Sp/f Húsið
nýstovnaða dótturfelagið, P/F Miðlavarpið.
Fakta
spennandi framtíð