Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 99 - 25. mai 2007 Kunningarráðgevin á Løgmansskrivstovuni, Bjørt Samuelsen, hevur sagt seg úr starvi. Høvuðs­ orsøkin til uppsøgn­ ina er, at hon ikki ynskir at vera partur av valstríðnum til løgtingsvalið STARV Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Hugtakið »spindoktari« ella »spunasmiður«, sum tað verður rópt á føroyskum, hevur í nógv ár verið kent frá serliga amerikanskum og enskum politikki. Seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt í flest øðrum lond­ um, har fyritreytirnar fyri at standa seg í politikki í sera stóran mun eru treytaðar av, at politikarin stendur seg í fjølmiðlunum. Talan er sostatt um at vera kunningarráðgevi og fjølmiðlaráðgevi, ið hevur sum fremstu uppgávu at hjálpa einum politikara – oftani einum ráðharra ella leiðandi politikara – so hes­ in tekur seg væl út í fjøl­ miðlunun. Serliga undir eini polit­ iskari kreppu, herferð ella undir einum valstríði hevur tað stóran týdning fyri polit­ ikarar at hava góðar fjøl­ miðlaráðgevarar. Fyrstu ferð hugtakið »spunasmiður« kom inn í føroyskan politikk, var, tá Jóannes Eidesgaard í sínum fyrsta ári sum løgmaður, gjørdi av at seta ein kunn­ ingarráðgeva. Valið fall á Bjørt Samuelsen, ið er útbúgvin journalistur og sum hevur fleiri ára royndir frá bæði norskum og før­ oyskum fjølmiðlum. Bjørt Samuelsen hevur nú sagt seg úr hesum starv­ inum í Tinganesi. Høvuðs­ orsøkin er, at hon ikki ynsk­ ir at gerast partur av val­ stríðnum, ið so smátt er við at byrja. Val verður í sein­ asta lagi 19. januar komandi ár, og hetta merkir, at valið skal útskrivast seks vikur frammanundan, og tað er fyrst í desember. Av tí at talan eisini er um eitt tíðar­ avmarkað starv, hevur Bjørt Samuelsen valt at siga far­ væl nú. – Hetta er ikki eitt polit­ iskt sett starv, men av tí, at tað er tíðararmarkað til stutt eftir valið, hevur tað eitt politiskt stempul. Eg vænti, at innihaldið í starvinum fer at broytast nógv, nú vit nærkast einum vali, og eg ynski ikki at vera partur av einum valstríði, sigur Bjørt Samuelsen, sum varð sett at byggja upp eina kunning­ ardeild í Tinganesi og at røkja sambandið við fjøl­ miðlarnar. Fyribils ætlar Bjørt Sam­ uelsen sær ikki í nakað ann­ að starv, men fer at arbeiða sum freelansari. Bjørt fer úr Tinganesi Bjørt Samuelsen er ein av stigtakarunum til kvinnuportalin kveik.fo. Hon er útbúgvin Cand. Brom (matvøruverkfrøðingur) í Danmark og hevur journalistútbúgving úr Noreg. Hevur starvast á Aftenposten, Forbrukerrapporten og NRK-tv. Flutti í 2000 til Føroyar saman við manni og tveimum børnum og hevur arbeitt í útvarpi, sjónvarpi og sum freelansari. Hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetrinum í granskingamiðlan. FAKTA Í næsta mánaði steðgar Bjørt Samuelsen sum kunningarráðgevi hjá løgmanni og umsitingini i Tinganesi Mynd: Per á Hædd Hóast Bill Clinton útsetti vitjanina í Føroyum, eru fleiri útlendsk tíðindafólk, ið ætlaðu sær at siga frá vitjani hjá fyrrverandi ameri­ kanska forsetanum, kortini komin hendanvegin SummAR Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í gjár skuldi Bill Clinton hava staðið á palli í Norð­ urlandahúsinum við fyri­ lestri, men vitjanin varð útsett av persónligum ávum. Gitt hevur verið, hvørjar persónligar orsøkir, talan er um, og ein av teimum er, at tað skuldi vera kona hans­ ara, Hillary Clinton, sum hevur brúk fyri stuðuli frá manni sínum í royndunum at gerast valevni hjá demo­ kratunum til forsetavalið næsta ár. Tað er Vinnuhúsið, sum hevur bjóðað Bill Clinton og svinanum Hans Blix Hóast til Føroya. Ein riðil av útlendskum tíðindafólk­ um høvdu boðað frá, at tey vildu koma hendanvegin at siga frá vitjanini. Átta av teimum 23 útlendsku tíðindafólkunum eru komin til Føroya, hóast vitjanin hjá Bill Clinton er útsett. Hesi átta tíðindafólk­ ini arbeiða fyri altjóða tíð­ indastovuna Accosiated Press, kinesiskt sjónvarp og polskar fjølmiðlar. Í greinum og sjónvarps­ innsløgum ætla tey millum annað at siga frá kanning­ unum í veðurlagsbroyting­ um, sum Bogi Hansen á Fiskirannsóknarstovuni stendur fyri, hvussu alnótin og nýggj tøkni hevur broytt dagligdagin hjá Føroying­ um, og um Føroyar sum ferðamannaland. Accosiated Press er ein av heimsins elstu tíðinda­ stovum og ber tíðindi á fimm ymiskum málum til 1700 avísir og tíðarrit í 121 londum. Eisini ein sjón­ varpsfotografur hjá AP er við á ferðini, og hon ger tilfar, sum verður sent 200 ymiskum sjónvarpsstøðum kring heimin, skrivar Vinnu­ húsið í tíðindaskrivi. Trý av tíðindafólkunum eru frá kinesiska sjónvarpi­ num NTDTV, sum røkkur út til 200 milliónir kinesar­ ar. Tey átta tíðindafólkini eru í dag ein túr við Norð­ lýsinum runt Nólsoynna og fara av aftur landinum í kvøld og í morgin. Tað er Tórun Ellingsgaard, journalistur, ið samskipar pr­arbeiðið í sambandi við vitjanina hjá Clinton, og sum tekur sær av tíðinda­ fólkunum, meðan tey eru í Føroyum. Enn er ongin dagur ásett­ ur fyri vitjanina hjá Bill Clinton, men sambært Vinnuhúsinum verður tað antin í august ella oktober. Útlendsk tíðindafólk á vitjan í Føroyum Trý tíðindafólk frá altjóða tíðindastovuni, Assosiated Press, vitjaðu í Miðlahúsinum í gjár. Tann fjórði á myndini er Jógvan Tróndarson, ið hevur siglt sum skipari í Grønlandi í 20 ár. Hann greiddi tíðindafólkunum frá teimum veðurlagsbroytingum, hann hevur upplivað í Grønlandi hesi árini Mynd: Jan Müller