Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007 Vikuskifti 10 Sosialurin rundar í hesum døgum 80 ár. Síðani 1983 hevur Jan Müller verið blaðstjóri á blaðnum, og vit hava sett honum nakrar spurningar á føðingardegnum. Hvar er Sosialurin í føroyska fjølmiðlaheiminum, nú blaðið fyllir 80 ár? - Vit hava verið fyri stórari menning seinnu árini, og vit eru stoltir av, at Sosialurin er blivin til fremsta blað í Føroyum. Tað hevur merkt blaðið øll árini, at fólk hava gjørt eitt stórt arbeiði á blaðnum – líka frá teimum, sum stovnaðu blaðið, til tey, sum arbeiða á blaðnum í dag. - Tað hevur verið avgerandi fyri Sosialin, at fólk nóg tíðliga sóu, at tað bar ikki til at halda fram sum eitt partapolitiskt blað. Rundan um okkum var blaðdeyði millum politisku bløðini, og tað var í tøkum tíma, at fólk á Sosialinum sóu skriftina á veggi- num og løgdu á annan bógv. - Sosialurin fekk sær útbúnar journalistar og er við tíðini blivið eitt tíðindablað fyri allar føroyingar. Í fjør varð stigið tikið fult út, og Javnaðarflokkurin seldi blaðið til starvsfólk og onnur áhuga. Nú eru lunnar lagdir undir eina spennandi framtíð. Hvør hevur verið tann størsta broytingin á blaðnum hesi árini? - Tað er nógv hent á Sosiali- num, síðani blaðið kom út fyrstu ferð fyri 80 árum síðani, og tilgongdin til tað, sum blaðið er blivið í dag, byrjaði longu í 70’unum. Tað var eitt stórt framstig fyri Sosialin, tá ið blaðið í 1982 flutti út á Argir og fekk egna prentsmiðju í kjallaranum, so at blaðið kundi koma oftari út. - Síðani hevur útviklingurin verið støðugur. Í 1990 fór Sosialurin undir at geva fimm bløð út um vikuna. Alsamt størri dentur hevur verið lagdur at skriva tíðindi úr øllum landinum, ítrótturin hevur verið eitt kjarn- uøki hjá blaðnum, og í 2005 flutti Sosialurin í Miðlahúsið í Vágsbotni. Tað hevur eisini verið eitt framstig, at Sosialurin og Dimmalætting eru farin at samstarva um prent av bløðum – nakað sum leingi var púra óhugsandi. - Sosialurin hevur fleiri ferðir rent seg í avmarkingar á ymsum øki, men avmarkingar hava ofta við sær, at fólk hugsa enn meira kreativt, spenna seg út og vísa størri vilja til at koma víðari. Góður og minni góður Hvat er Sosialurin góður til? - Sosialurin er eitt blað fyri allar føroyingar, og eg haldi, at vit hava verið góðir til at gjørt eitt fjølbroytt blað. Vit koma víða, - Høvdu fólk á Sosialinum ikki dugað so væl at rikið forrætning og dugað so væl at gjørt bløð, so hevði eingin Sosialur verið til. Sosialurin er blivið fólksins blað, og vit ætla at halda fram við menningini av blaðnum og øllum hinum miðlunum næstu árini, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum. Blaðið fylti 80 ár í gjár Jan um dulnevnd lesarabrøv Tað eru liðin júst 10 ár, síðani vit steðgaðu teimum dulnevndu lesarabrøvunum í blaðnum, og tað var ein røtt avgerð. Tey kunnu teljast á einari hond, sum hava verið misnøgd við hesa avgerð. Síðani er talið á teimum, sum skriva lesarabrøv, nógv vaksið, og kjakið er blivið meira seriøst av tí sama. Fólk vilja gjarna seta sítt navn undir sínar meiningar. Jan um forsíðusøgur Forsíðan er diamanturin í krúnuni. Øll blaðfólk og øll bløð vilja hava eina góða forsíðusøgu, og hesar søgur eru við til at selja blaðið. Ein partur av okkara sølu er í leysasølu í handlum, og tá er umráðandi at hava eina góða forsíðu, sum fær fólk at keypa blaðið. Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo - Sosialurin er blivið fólksins blað, og vit ætla at halda fram við menningini av blaðnum og øllum hinum miðlunum næstu árini, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sum fyllir 80 ár. Mynd: Álvur Haraldsen Lunnar lagdir undir